Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 7 Tey ungu fáa sjáldan nakað serligt burtur úr at renna ørindi fyri bakmenninar, men gera tað helst fyri at vinna sær heiður og æru í umhvørvinum, sigur narkodeildin hjá løgregluni – Vit mugu hjálpa ungum rúsevnismisnýtarum, so tey ikki byrja lívið sum vaksin við eini revsiváttan, sigur Martin Kúrberg, sum hevur drúgvar royndir á økinum. Gera tað fyri at vinna status EINGIN HJÁLP ER AT FÁA DANJAL AV RANA – Tað er ikki vanligt, at vit síggja so smá børn nýtt í rúsevnisumhvørvinum, men ung verða ofta nýtt sum kurerar, sigur Brynjer Johannesen, sum arbeiðir á narkodeildini. Narkodeildin kennist ikki við, at tað er ein stórur trupulleiki, at ung sjálvi selja rúsevni. Sambært Brynjer Johannesen, so er tað vanliga, at fólk í umhvørvinum samla sær pening saman og síðani senda ein til útlandið at keypa fyri seg. Síðani verður rúsevnið deilt millum tey, tá kurerurin kemur aftur til Føroya. Her er tað, at yngri fólk ofta verða nýtt. Hann sigur, at tað sjáldan er nakar serligur fíggjarligur vinningur at heinta hjá hesum ungu, oftast er tað ein roynd hjá teimum at tekkjast øðrum, sum tey síggja upp til. – Av onkrari orsøk eru tey komin í eitt keðiligt umhvørvi og halda kanska, at tað er spennandi. Tey síggja upp til tey eldru í umhvørvinum, og tá er skjótt, at bakmenn kunnu trýsta tey til at gera ørindi fyri seg og taka onkrar pakkar við sær. Tey ungu ynskja sær hægri status og gera tí, sum tey vera biðin, sigur Brynjer Johannesen. – Tey ungu halda kanska, at tey hava uppbygt eitt álitisforhold við bakmenninar, men um tey vera handtikin, nokta bakmenninir sjálvandi fyri at hava nakað við tey at gera. Haðani er eingin hjálp at heinta, sigur Brynjer Johannesen. – Sum tíðin gongur, verða fólk trýst til at gera meiri og meiri, og tá hótta bakmenn kanska við at fara til løgregluna, um tú ikki gert, sum tú verður biðin, sigur hann. – Tað vildu teir sjálvandi ongantíð gjørt, tí so fellur tað aftur á teir sjálvar, men tey ungu føla kortini, at tey verða kroyst, sigur Brynjer Johannesen. Tað vanligasta slagið av kurerum í Føroyum eru teir, sum smuggla rúsevni við sær til Føroya. Ofta kemur tó fyri, at tey vera steðgaði av tollvaldinum og handtikin av løgregluni. – Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tey ungu gera, tá tey verða avhoyrd. Nøkur vilja ikki siga okkum nakað, men nógv hava somikið av virðing fyri og álit á løgregluni, at tey greiða okkum frá hvør, hví og hvussu, sigur hann. – Tey eru ofta bangin um, hvat fer at henda teimum, um tað kemur fram, at tey hava tosað við løgregluna. Eingin ivi er um, at tað er illa lýtt, at fólk tosa við okkum, og tað kann fáa avleiðingar. Oftast verða tey hótt við avleiðingum, um tey skuldu tosa við okkum aftur, sigur Brynjer Johannesen. – Vit viðgera sjálvandi altíð slíkt í trúnaði og tað er ongantíð frá løgregluni, at umhvørvi fær frænir um, hvør hevur sagt hvat. Tí kunnu tey kenna seg trygg, at vit einki siga. So ræður bara um, at tey sjálvi halda fast, tá ákærurnar verða slongdar eftir teimum, sigur hann. Narkodeildin er opin um, at teir ikki megna at halda yvirlit yvir alt, sum gongur fyri seg á rúsevnisøkinum í Føroyum, og Brynjer Johannesen sigur, at teir tí fegnir vilja hoyra frá fólkum, um tey vita nakað. – Um foreldur ella vinfólk hava illgruna til, at ung fáast við rúsevni ella verða trýst av bakmonnum, vilja vit fegin hoyra frá teimum. Alt verður viðgjørt í trúnaði og dulnevnt, so eingin tørvar óttast, at nøkur slóð er aftur til teirra, sigur hann. Telefonnummarið hjá løgregluni er 35 14 48 og tað er bara at spyrja eftir Narkodeildini. Brynjar Johannesen sigur eisini, at leikluturin hjá foreldrunum er sera týdningarmikil. – Foreldur mugu halda eitt vakið eyga við børnum sínum. Fylg við, hvat tey gera í frítíðini og halt eyga við vinaskaranum hjá børnunum. Vísið áhuga í tí, sum børnini takast við og tosið við tey, sigur Brynjer Johannesen. DANJAL AV RANA Martin Kúrberg hevur drúgvar royndir innan viðgerð av rúsevnistrupulleikar og kennir væl til umhvørvi. Hann kennir eisini væl til trupulleikan við at ung undir 18 ára aldur eru rúsevnismisnýtarar og í summum førum eisini selja. – Serliga er talan um syntetisku stoffini í hasum aldursbólkinum. Tíverri er støðan tann, at myndugleikarnir megna ikki at steðga tí, sum kemur inn í landið. Tí eru nógv rúsevni í umferð og alsamt fleiri, ið royna tey, sigur hann. Einki tilboð er til ung undir 18, ið eru rúsevnismisnýtarar. Sosialu myndugleikarnir í samráð við heimið og løgregluna taka sær av slíkum ungum, men hann heldur ikki, at Barnaheimið er ein nøktandi loysn. – Støðan, sum hon er nú, er ein skomm. Sum nú er sita ungu rúsevnismisnýtararnir nærmast bara og bíða eftir at flyta niðan í Mjørkadal, tá teir fylla 18. Tað er ov langt úti, at vit einki tilboð hava at bjóða teimum, sigur Martin Kúrberg bersøgin. Sjálvur arbeiðir hann við at fáa gongd í eitt viðgerðartilboð á Eiði fyri ung 18 til 24 ára gomul, umframt eina ráðgeving, so foreldur og onnur avvarðandi kunnu leita sær ráðgeving. – Telefonlinjan skal vera opin 24 tímar um døgnið, so at tað altíð er gjørligt hjá fólkum at leita sær ráð. Tað er hart tiltrongt og longu nú ringja fólk dagliga og spyrja, nær viðgerðartilboðið fer í gongd, so at teirra eygnasteinar kunnu fáa hjálp, sigur Martin Kúrberg. – Tað hevur altíð verið mín dreymur at hjálpa ungum við rúsevnistrupulleikum. Vit hava fólkið og vit hava umstøðurnar, so vit kunnu fáa slík viðgerðartilboð á føtur í Føroyum, sigur hann. Framvegis manglar tó eitt tilboð til ung undir 18 ár. Rúsevnini doyva pínuna Martin Kúrberg heldur tað vera ómetaliga ringt at skula geva eini mammu ráð, sum ringir um hjálp til sín 16 ára gamla son. – Eg haldi tað er týdningarmikið at náa inn til tey ungu, áðrenn tað er ov seint. So skjótt ein mamma merkir, at atburðurin hjá barninum broytist, má hon seta seg niður og tosa við børnini. Tíverri er tað ofta ov lítið, bara at tosa, sigur hann. – Vit mugu hjálpa hesum ungu, so at tey ikki byrjað sítt lív sum vaksin við eini revsiváttan. So eru tey beinanvegin komin skeivt í gongd, sigur hann. Hann heldur eisini, at tað er týdningarmikið at finna inn til trupulleikan handan rúsevnismisnýtsluna. – Ein 16 ára gamal, ið nýtir rúsevni, hevur tað ikki gott. Rúsevnini verða nýtt fyri at viga upp fyri okkurt annað, okkurt, sum manglar. Tí haldi eg tað vera týdningarmikið, at eitt viðgerðartilboð leggur upp til at fáa fólkini undir tak og so byggja tey upp aftur. Koma inn til kjarnina á trupulleikanum og gera nakað við hann eisini, sigur Martin Kúrberg.