hósdagur 18. august 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016
SOSIALURIN 94
8
KJAKMENTAN
BARBARA HOLM
E
in teirra, sum mangan hev
ur sagt sína hugsan um eitt
heldur kontroversielt mál, er
gøtumaðurin Arni Zachariassen.
Tá ið umræður kjakið um at
broyta hjúnabandslógina, hevur
Arni verið ein teirra, sum hevur
luttikið í kjakinum og roynt at
argumentera fyri, hví hann er
ímóti at broyta hjúnabandslóg
ina. Hansara áskoðan er grundað
á trúgv.
Men seinastu árini hevur tónin
verið hvassur millum tey, sum eru
fyri at broyta hjúnabandslógina
og so tey, sum eru ímóti. Meðan
samkynd uttan iva vóru fyri seran
niðrandi almennari viðferð fyri
árum síðani, so er tónin partvíst
broyttur. Í dag er meira legtimt
at skriva niðrandi viðmerkingar
um tey, sum eru ímóti at broyta
hjúnabandslógina – ella sum Arni
tekur til – at fylgja dagsskránni hjá
LGBT.
Tað er púra koppað á nú. Tú
finnir enn niðrandi viðmerkingar
um samkynd á netinum, men
eg haldi mangan, at tað eru við
merkingar, sum hava lítla tyngd í
samfelagnum. Men tær respekt
eraðu viðmerkingarnar, tað verið
seg í bløðunum, í útvarpinum og
generelt í stóru miðlunum – har
hevur tað koppað á. Har er tað
blivið púra legitimt at patalogisera
tey (sjúkugera, red), sum eru ímóti
dagskránni hjá LGBT, sigur Arni
Zachariassen.
Fyri hann er vanligt at uppliva,
at tey, sum eru ímóti til dømis at
broyta hjúnabandslógina, verða
løgd undir hatursviðmerkingar. Og
at teirra hugsan ikki verður mett
sum eg legitim hugsan.
Hesin bólkurin av fólki verður
lagdur undir at feila okkurt. At vit
eru homofobar, religiøsir ekstrem
istar, at vit eru drivin av hatri ella
ótta og so framvegis, vísir Arni
Zachariassen á.
Hansara ynski vildi verið, at
øðrvísi hugsandi á hesum økinum,
vórðu møtt við einum forvitni um
tað, sum tey hava uppá hjartað.
Hví siga vit ikki heldur við
hvønn annan, at tað er áhugavert
við ymiskum meiningum í sam
felagnum, so vit kunnu kjakast
siðiliga um tað, sum vit hava uppá
hjartað, sigur Arni Zachariassen.
Men veruleikin er ikki so. Tað
er gerandiskostur, at viðmerking
arnar um hetta evnið, eru bein
leiðis niðrandi.
Forðar fyri kjakinum
Fyri Arna Zachariassen er av
leiðingin av mangan lága støð
inum í kjakinum, at tað forðar
fyri einum áhugaverdum kjakið
um eitt áhugavert evni. Hann ger
greitt, at niðrandi viðmerkingarnar
ávirka báðar síður av málinum um
hjúnabandslógina og í báðum før
um er tað syrgiligt. Einamest tí, at
fólk tora ikki longur at siga sína
hugsan.
Eg eri keddur um, at vit vera
umrødd sum vit vera. Og eg haldi
tað er serstakliga keðiligt, at vit
ikki kunnu tosa saman á einum
siðiligum støði, tí so høvdu vit
helst havt lættari við at skilt hvønn
annan, sigur Arni Zachariassen.
Fyri hann er tað eisini strævnari
at búgva í einum samfelag, har tín
hugsan ikki er góðtikin.
Eg havi upplivað, at fólk hava
kvett sambandið við meg orsaka
av mínari hugsa um hjúnabands
lógina. Tað skilji eg als ikki, tí
mín hugsan er als ikki í óndari
meining móti nøkrum, sigur Arni
Zachariassen.
Hann hevur eisini upplivað
at hitta fólk, sum ikki vilja taka í
hondina á sær orsaka av hesum
málinum. Men hann er vanur at
Arni Zachariassen:
MONG TORA IKKI
SÍNA HUGSAN
Tað er ótrúliga keðiligt, at tað
er blivið legitimt at niðra og
søpla niður tey, sum eru ímóti
dagsskránni hjá LGBT. Tað
viðførir, at mong ikki tora at
siga sína hugsan um tað. Men í
einum demokratiskum samfelag
fara vit vónandi altíð at uppliva,
at fólk hava ymiskar hugsanir
um aktuell evni. Og tað eigur
at vera virðing fyri tí, sigur
Arni Zachariassen, kjakari