Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 13 BARBARA HOLM Tað eru nú 200 dagar síðani, at Fíggjarligt Støðufesti sendi skriv til Taks, har greitt var frá hugsanini hjá Fíggjarligum Støðufesti um skatta frá dráttin á 90 milliónir krónur hjá Eik Banka. Tað var í vár, at Taks valdi at taka málið um nógv umrødda skatta frá dráttin uppaftur til við­ gerð ar, hóast myndugleikin tók av gerð í málinum á sumri í 2015. Eyðun Mørkøre segði við miðl­ ar nar stutt fyri summar, at fleiri nýggj skjøl vóru komin fram í mið­ lu num og tí tók drúgvari tíð enn ætlað at viðgerða málið og sav na inn upplýsingar. Men hóast málið enn einaferð hev ur ligið í mánaðir á borðinum hjá Taks, er eingin niðurstøða kom­ in enn. Kringvarpið hevur í vikuni fing­ ið innlit í skjalayvirlitið frá 2016 hjá Taks í samband við skattamálið. Har eru 18 punkt á skala yvir liti­ num og serstakliga tað, sum sent er til skattamyndugleikarnar 14. apríl í ár, vekir ans. Tí tað var júst 14. apríl, at Viku­ skift is Sosialurin skrivaði stórt tema um skattamálið hjá Eik, eftir at Sosialurin hevði fingið áð­ ur loynilig skjøl og samrøður við dulnevndar keldur tætt at banka­ num. Tað kann lesast í blaðnum frá 14. apríl. Hendan sama dagin fær Taks ein teldupost frá Eik Banka. Teldu­ post ur in ber heitið “SV:Skriv frá TAKS 589306 P/F Eik Banki – skjøl sum manglaðu 07/04­2016”. Kært miðlarnar til Fjølmiðlakærunevndina Eik Banki hevur kært Sosialin til Fjølamiðlakærunevndina og tað sama ger seg galdandi fyri Kring­ varpið. Sosialurin er kærdur fyri grein við heitinum “Skattamálið – her haltar argumentatiónin”, með an Kringvarpið er kært fyri send ingina um skattamálið. Í kæruni um Kringvarpið skriv­ ar Eik Banki, at eingin heimild var fyri at siga, at lyklaupplýsingar ikki vórðu sendir til Taks, tá ið Eik Banki fyrstu ferð vendi sær til skattamyndugleikarnar við víkj­ andi skattamálinum. Tað kann tó undra, at hetta verður skrivað í kæruni, tí á sjálvum teldupostinum til Taks í apríl 2016 er heitið “skjøl sum manglaðu”. Miðlahúsið og Kringvarpið fara at svara Fjølmiðlakærunevndini í næst um, og so verður ein endalig niður støða funnin á kæruni. Tað mest áhugaverda í málinum er tó tann niðurstøðan, sum skatta­ myndug leikin kemur til. Taks segði herfyri við miðlarnar, at ein niðurstøða nærkast og at eitt ætlanar skriv í næstum fór at vera sent til Eik Banka. BARBARA@SOSIALURIN.FO EIK MÁLIÐ - SENDU MANGLANDI SKJØL EFTIR MIÐLAUMRØÐU “Eik banki – skjøl sum manglaðu”. Tað er heitið á einum skjalið í skjalayvirlitinum hjá Taks í samband við skattamálið hjá Eik. Hesin telduposturin er sendur sama dag, sum Vikuskiftis Sosialurin við drúgvari viðgerð lýsti skattamálið hjá Eik