Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 14 POLITIKKUR Sjálvt um onki bendir á, at misálit verður reist móti landsstýriskvinnuni, so hevur hon fingið skøvur í lakkið eftir málið um havnaútbyggingina í Havn ÁRNI GREGERSEN GREINING: Tað sær rímuliga friðarligt út hjá landsstýriskvinn­ uni við innlendismálum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, júst nú. Hon kom í politiskt illveður og endaði í miðlakvørnini eftir at innlendismálaráðið gav Tórs­ havnar kommunu loyvi at gera eina broyting í byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu Málið sjálvt snýr seg um eina broyting í byggisamtyktina fyri Tórshavn. Ikki serliga stórt mál og ikki serlgia umfatandi, men tað ger kortini, at Tórshavnar havn sleppur at útbyggja havnina. Tórshavnar kommuna fekk eitt skriv frá innlendismálaráðnum longu 30.juni, men eitt bræv, sum landsstýriskvinnan ikki sjálv hevur undirskrivað. Innlendismálaráðið sigur, at mannagongdirnar í ráðnum ikki eru fylgdar, tí málið er farið út, uttan at landsstýriskvinnan hev­ ur havt høvi at gera endaligar við­ merkingar – ella er kunnað um tær grundgevingar, sum gera, at Havnin sleppur at broyta byggisamtykt­ina. At hetta er hent fær avleiðing­ ar í innlendismálaráðnum. Ein deildarleiðari hevur fingið ætlanar­ skriv um, at hon verður søgd upp, men hetta fer neyvan at gera, at landsstýriskvinnan fer at kunna leggja lok á málið. Sjálv hevur landsstýriskvinnan higartil svarað spurningum um málið, men hon hevur avvíst at svara spurningum, sum hava við mannagongdir og starvsfólkamál í aðalráðnum at gera. Aðalstjórin Landsstýriskvinnan veit væl, at tá ið tað snýr seg um dagliga arbeiðið í ráðnum og um starvsfólkamál, so er hetta nakað, sum er undir aðalstjóranum. Taktikkurin haðani tykist vera, at vit royna at tiga um málið og so vóna, at pressan missir hhugin at arbeiða víðari við tí. Sæð við journalistiskum brill­ um er hetta ikki serliga skilagott, tí meira myndugleikar royna at fjala og dylja fyri almenninginum, jú størri gerst áhugin hjá pressuni fyri málinum. Soleiðis eisini í hesum málinum, sum sær út til at vera eitt mistak í umsitingini, men samstundis røkkur longur. Illgruni er um, at ósemjan í Tjóð­veldi um havnaútbyggingina í Havn hevur gjørt, at aðalstjórin hev­ur mælt landsstýriskvinnuni frá at skriva undir brævið við loyvinum. Og kanska røkkur málið upp­ aftur longur inn í samgonguna. Býráðsformaðurin í Havn vildi hava broytingina ígjøgnum. Hann ótolnaðist, tí onki svar kom frá landsstýriskvinnuni. Um hann beinleiðis ella óbein­ leiðis hevur lagt trýst á skal vera ósagt, men landsstýriskvinnan kendi seg noyddan at koma við ein­ um svari. Málið hevði fingið nóg mikið av viðgerðartíð, so ongar góðar grundir vóru fyri ikki at taka eina av­gerð. Innanhýsis mál Sæð uttanífrá og uttan innlit í intern starvsfólkaskjøl og annað, so er okkurt farið fram, sum nú verður roynt at fjala. Hví var ein skrivari sendur heim til ein fulltrúa at fáa bræv­ ið undirskrivað og hví var tað POLITISKA ILLVEÐ SIRIÐ HEVUR IKKI SÓLVIT E. NOLSØ Málið um havnaút­bygg­ingina hjá Tórshavnar kommunu hevur fylgt nógv seinastu tíðina. Tíðindi bór­ ust um, at ein góðkenning at broyta byggisamtyktina var farin úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum, uttan at landstýriskvinnan Sirið Stenberg hevði góðkent hana. Nakað, ið hon sigur seg hava giv­ið boð um. Vit hava gjørt ein tíðarlinju yvir málið og hvussu tað higartil hevur spæl av. 30. juni í ár blivu tíðindini borin í miðlunum, at Tórshavnar komm­una loksins hevði fingið loyvi at at útbyggja Tórshavnar havn, eftir at Heilsu- og Inn­ lendismálaráðið hevði givið loyvi til at broyta byggisamtykina. Hetta hendi annars eftir at býarskipanarnevndin hjá sama ráðið hevur gjørt eitt frámæli vegna ov nógv ivamál. Dagin eftir, 1. juli, var Sirið Stenberg, landstýriskvinna í Heilsu- og Innlendismálum, í útvarpinum hjá KVF og grundgav fyri hví góðkenningin var givin, hóast býarskipanarnevndin mælti frá. Sirið Stenberg segði, at býarskipanarnevndin gav bert tilmælir og tað var ikki krav, at mann fylgdi tí. Hon metti, at grund­gevingarnar fyri at geva loyvi vórðu góðar og at Tórshavnar kommuna sakliga hevði svara tí, ið tey blivu spurd um. Spurd um hon hevði bakka fyri politiskum trýsti svarar hon, at tað hevði hon ikki og at hetta málið var ein og øll onnur fyrisitingarlir mál og var blivið viðgjørt á tann hátt. Seks vikur seinni, 11. august, kom so fram, at alt hevði ikki rugga rætt í málinum. Tað vísti seg, at ein fulltrúi hevði givið loyvi at broyta byggisamtyktina og at landstýriskvinnan ikki var kunnað áðrenn góðkenningin var send út. Sirið Stenberg segði, at hon hevði givið boð um at einki skuldi fara út áðrenn tað var góðkent av henni. 11. august segði Sirið Stenberg, at hon kendi innihaldið, ið tey arbeiddu uppá í góðkenningini, men hon legði dent á, at hon hevði ikki givið loyvi at senda hana avstað. Sirið Stenberg segði, at hon hevði vilja havt longri tíð at lýsa og viðgera málið og hava tað fyri á landstýrisfundi, men at hon las tað í miðlunum sama dag sum tað skuldi fyri á fundi, at góðkenningin var givin. Sirið Stenberg segði, at tey inn­ an­hýsis í ráðnum vildu fáa greiðu á hvat var hent, men at tá nakrir dagar vórðu gingnir, so fingu tey at vita, at tað var ov seint at trekkja góðkenningina aftur. Spurd um hon hevði skriva undir góðkenningina, um hon hev­ði sæð hana áðrenn hon fór út, svara Sirið Stenberg: - Eg hevði vilja arbeitt eitt sindur víðari við málinum og umrøtt tað saman við býarskipanarnevndini, soleiðis at mann fekk trygd fyri at málið var í ordan. Um avleiðingar í málinum seg­ði Sirið Stenberg, at hon tók ábyrgd­ ina sum landstýrisfólk, men við­ víkjandi starvsrættarligum av­leið­ Hvat er farið fram? Sirið Stenberg, londsstýriskvinna, má biðja aðalstjóran koma við almennari frágreiðing um hvat hendi í málinum