Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 15 RIÐ KRING LAGT SEG SÓLVIT E. NOLSØ Søgan snýr seg um eina góðkenning at broyta eina byggisamtykt, so ein kommuna kundi útbyggja eina havn. Góðkenningin fór út, uttan at mannagongdin, ið landstýriskvinnan og aðalstjórin høvdu lagt, bleiv fylgd. Landstýriskvinnan tók fyrst ábyrgdina á seg, men tað endaði við einum ætlanarskrivi um uppsøgn til Anni á Hædd, ið er deildarleiðari á Orku- og Náttúrudeildini í ráðnum. Spurningurin er so: hvat er veruliga farið fram og hví er drunn­ urin endaður hjá einum embætisfólkið, ið eftir øllum at døma skal koyrast til hús? Tænastumannafelagið kært ætlanarskrivið Tænastumannafelagið, har deildarleiðarin Anni á Hædd er limur, hevur kært ætlanarskrivið um uppsøgn. Sambært Meinhard Gaardlykke, formanni í felagnum, tók felagið sakina upp saman við Anni á Hædd og sakførara felagsins. Longu vikuna eftir at Anni á Hædd hevði fingið skrivið, sendu tey kæruni við grundgevingum fyri hví Anni á Hædd ikki skuldi loysast úr starvi. Inntil Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur svarað kæruni vil Tænastumannafelagið ikki gera fleiri viðmerkingar til málið. Nevnast kann til stuttleikar, at Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, er næstformaður í Tænastumannafelagnum. Búskapar- og Løgfrøðingafelagið fylgir málinum Búskapar- og Løgfrøðingafelagið (BLF) var tíðliga úti og átalaði Sir­ið Stenberg fyri at koyra ábyrgdina av málinum yvir á eitt em­ bætisfólk. BLF segði, at tað var óvirðiligt, at málið bleiv viðgjørt í mál­inum, tí talan var um eitt innanhýsis mál í ráðnum, ið skuldi viðgerast á tann hátt. Felagið segði í tíðindaskrivi, at tey fóru at fylgja málinum tærr. Jóhan Pauli Helgason, formaður í BLF, sigur at málið hevur prinsip­iellan týdning fyri tey, tí hetta snýr seg um álitið millum landstýrisfólkið og starvsfólkið á ráðnum og um álitið fer, so kann tað hava óhepnar avleiðingar fyri fyrisitingina. Heilsu- og Innlendismálaráðið vil einki siga Í Heilsu- og Innlendismálaráðnum er tey kúrr. Tey vilja ikki úttala seg um málið. Turid Arge, aðalstjóri, játtaði at svara spurningum, men sýtti eftirfylgjandi at viðmerkja starvsfólkamál. Tískil royna tey at tiga málið burtur. Av tí sama standa fleiri ósvaraðir spurningar. Hvar er farið fram og eru boðini frá landstýriskvinnuni send til røttu viðkomandi? Er tað av ósketni, at embætisfólk ikki hava fylgt boðum, ella hava tey greitt sín setning í góðari trúgv? Kunnu vit sum borgarar hava álit á, at mannagongdirnar og arbeiðslagið í ráðnum er sum tað skal? Fyribils kunnu vit bara gera okkara egnu niðurstøður hesum viðvíkjandi, tí Heilsu- og Innlendismálaráðið vil ikki svara. ingum segði Sirið Stenberg, at tað fór tíðin at vísa. Dagin eftir, 12. august, sigur løgmaður í samrøðu við in.fo, at hann hevði onga orsøk ikki at hava álit á Sirið Stenberg sum landstýriskvinnu. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, segði, at avgerðin hjá fyrisitingini var ikki skeiv og at grundevingar vórðu í ordan. Um ikki hevði Sirið Stenberg tikið góðkenningina aftur. Tað gjørdi hon ikki, tí grundgevingarnar vórðu góðar og landstýriskvinnan tók undir við henni. Í tí liggur ein mótsøgn, tí Sirið Stenberg hevði ikki sagt seg taka undir við góðkenningini, men hinvegin vildi hon hava meira tíð at viðgera málið. Løgmaður sigur, at ábyrgdin lá ikki á herðunum hjá Sirið Stenberg, men at tað var ein mannagongd í ráðnum, ið ikki hevði rigga. Sama dag sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, at Sirið Sten­ berg hevði reagerð beinavegin og var komin til tað niðurstøðu, at grundgevingin í góðkenningini var í lagi og tí bleiv tað ikki aftur­kalla. Aftur her er ósamsvar í. Høgni Hoydal sigur, at Sirið Stenberg tók undir við góðkenningini at broyta byggisamtyktina, men Sirið Sten­ berg segði dagin fyri, at hon hevði ynskt sær meira tíð at lýsa og viðgera málið. Í tíðindunum í útvarpinum 13. august kom fram, at nú fór málið um góðkenningina at fáa avleiðingar. Anni á Hædd hevði fingið eitt ætlanarskriv um upp­ søgn. Anni á Hædd er leiðari á deild­ini, ið fulltrúin, ið gav loyvið til Tórshavnar kommunu, starv­ ast á. 15. august sendir ráðið hjá Sirið Stenberg eitt skriv til fjølmiðlarnar, har hon vísir á, at hon tekur undir við góðkenningini, ið bleiv send út. Hon sigur í skrivinum, at hon hevði ongantíð havt ætlanir um taka góðkenningina aftur, men ivaðist í um hon hevði gildið tá hon ikki var undirskrivað av landstýriskvinnuni. Nú tykist, at málið er komið uppá pláss politiskt. Sirið Stenberg sigur nú tað sama sum løgmaður og hennara formaður. Frá byrjan sá út sum tey ikki tosaðu í somu tungu, men tað er rættað nú. Eftir eru so spurningar um hand­faringina av málinum inn­an­ hýsis. At síggja til eru øll samd um, at málsviðgerðin hevur verið røtt. Sirið Stenberg sigur seg nú ikki verða ósamda við niðurstøðuni og at allarhelst hevði einki verið gjørt øðrvísi. Tað vil siga, trupulleikin er tíðarfestingin. Góðkenningin bleiv send ov tíðliga út og tí skal deildarleiðarin í Orku- og Nátt­úru­ deildini sigast úr starvi. Enn er ikki greiða fingin á hvør í veruleikanum situr við ábyrgd­ ina av góðkenning­ini. Land­s­týr­is­ kvinnan segði seg taka ábyrgd­ina á sínar herðar, men eftir øll­um at døma fær tað ongar av­leið­ingar fyri hana, men bert fyri eitt embætisfólk í Heilsu- og Inn­lend­ is­málaráðnum. Heilsu- Inn­lend­is­ mála­ráðið royna at tiga málið í hel sent úr húsinm uttan at lands­ stýriskvinnan sá endaligu orð­ing­ ina? Svar sum vit fegin vildu hava frá aðastjóran Turið Arge, men hon hevur valt at svara pressuni, at hon ongar viðmerkingar hevur. Hinvegin hevur hon sent ein­um deildarleiðara eitt ætlanarskriv, so pílarnir peika á deildarleiðaran. Vit vildu fegin vita, hví tað er ein deildarleiðari, sum skal taka skrædlið fyri eitt mál, sum í veru­ leikanum als ikki hev­ði verið broytt, sjálvt um lands­stýr­is­kvinnan hev­ði sæð endaligu orð­ingina. Politikkur Poliska skipanin hevur ikki reist misálit á landsstýriskvinnuna. Helst eru fleiri orsøkir til tess, men Jørgen Niclassen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at hann fyri tað fyrsta er ímóti misálitum. Falla slík uppskot, so er tað at rokna sum ein álitisváttan á lands­ stýrisfólkið. Hann sigur eis­ini, at vildi samgongan gingið við til eitt misálitm, so hevði hon loyst málið inanhýsis áðrenn, held­ur enn at atkvøtt fyri einum mis­álitis­ uppskoti. Hinir flokkarnir siga, at hetta er eitt typiskt mál, sum Tjóð­veldi hevði gjørt sær dælt av í und­ anfarna valskeiði. Annað­hvørt við misálitisuppskoti ella við at tikið málið upp í lands­stýr­is­mála­ nevndini. Í útgangsstøðinum kostar mis­takið ikki pening. Tí er tað undrunarvert, at málið ikki var tikið aftur, sama dag mistakið kom fram. Ella at landsstýriskvinnan stóð fram og segði seg standa við av­ gerð­ina, sum Tórshavnar komm­ una fekk. Nú ein deildarleiðari hevur fing­ ið ætlanarskriv og er send heim, bendir alt á eina tænastu­manna­ kanning. Ein slík tekur tíð og fer at klistra at landsstýriskvinnuni. Og møguliga fer tænastumanna­ kanningin at vísa, at deildarleiðar­in í innlendismálaráðnum skal hava uppsagnarløn í nógvar mánaðir. Tá fær málið fíggjarligar avleið­ ingar. Landsstýriskvinnan sleppur kanska snikkaleys, men fyri Tjóð­ veldi er hetta eitt mál, sum lætt­liga kann skaða flokkin og tað politiska reinføri, sum flokkurin roynir at standa fyri. Fyrr enn hvør steinur er vendur og fyrr enn vit hava fingið eina frágreiðing um mannagongdina við fullum trúðvirði, hvørvur hetta málið ikki. Tað fer at venda aftur og aftur.