Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 16 Tíðargrein A lt bendir á, at tann føroyska-altjóðaliga FarGen verkætlanin fyri ílegugransking í Føroyum verður fyribeind í Heilsumálaráðnum. Ístaðin fyri ta víðskygdu og slóð­brótandi FarGen við veldigum potentiali fyri ílegugransking og nýtslu av íleguvitan í heilsu­verkinum, hava tey í Heilsu­mála­ráðnum tikið ræði á verk­ætlanini og krympað FarGen niður í eitt minimalistiskt 2 ára projekt, fíggjað við 10 fólka­tings­miljónum – ein van­ skapning, sum onki per­spektiv, ongin nytta og ongin meining er í. Stutt lýsing av FarGen FarGen verkætlanin varð til í Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna­ heilsu undir fyri­sæti av Pál Weihe, sum saman við Boga Eliasen menti eitt al­tjóða sam­starv við fremstu granskingarstovnar, tænastuveitarar og fyri­tøkur á ílegu­økinum, og har­um­framt skipaðu fyri umfatandi kunning til politiska skipan, fak­fólk og almenning. Endamálið við FarGen er í stuttum: • Íverkseta eina skipan til at ílegulesa allar føroyingar, sum sjálvboðin vilja og geva samtykki. • Gera íleguvitan úr hesum virk­semi bein­leiðis nýtiliga í heilsu­verk­in­um, bæði við heilsu­fremjandi og vinnu­ ligum potentiali. • Menna føroyskar granskingar­ førleikar, granskingar­um­ hvørvi og altjóða samstarv um føroyska ílegu­gransking. • Seta karmarnar fyri vísinda­ ligu, tøkniligu, etisku, løg­ frøðisligu og sosialu liðunum í menningini frá ílegulesing til gransking og nýtslu av ílegu­vitan í heilsufremjandi virksemi. Síðani 2011 hevur løgtingið sett umleið 400 tús. kr. av á fíggjar­ lógini til fyrireikandi virksemi, og í 2015 játtaði danska fólkatingið 10 mió. kr. til endamálið. Eftir fimm ára forarbeiði við menning av FarGen varð so tann visjonera verkætlanin fram­løgd á tí stórfingnu FarGen Summit altjóða ráðstevnuni í Føroyum í sept. 2013, har fremstu granskarar, stovnar og veitarar á ílegu­økinum viðgjørdu og fagnaðu verkætlanini. Eisini frá útlendskum íleggjarum var áhugin stórur og ítøkiligur. Heilsumálaráðið tók ræðið og druknaði FarGen Men landsstýrismaður og aðal­stjóri saman við tveim­ um embætis­fólkum vildu ikki FarGen. Heilsumálaráðið setti teir til viks, ið skaptu og mentu FarGen og setti seg sjálvan at ráða yvir verkætlanini – og hevur síðani druknað hana í einum dunnu­hyli har av byrokratiskum fá­kunni og heimføðisligum moralistisk­um smá­muna­semi. Tann áður so stórfingna Far­Gen er nú sam­bært Heilsu­ mála­ráð­num blivin ein fólka­ tingsfíggjað 2-ára verkætlan um at ílegulesa blóðroyndir frá 1500 persónum. »Verkætlanin kostar um 10 mió. kr. og kemur peningurin úr Danmark, um donsku fíggjarlógina og skal nýtast í 2015-2017« (sí viðm. til fíggjarlóg 2016). Hvat er galið við kryplaðu FarGen? • Verkætlanin hjá Heilsu­mála­ ráðnum (hereftir HMR-Gen) hevur onki langtíðar mál og er avmarkað til eina játtan frá donsku fíggjar­lógini. Tað er ógjørligt at fremja nakað sum helst av virði fyri FarGen í eitt so avmarkað tíðarskeið (nú bert 1½ ár) og uttan málsetning. Í hesum sambandi eru tey 400 t. á føroysku fíggjarlógini uttan týdning. • Í staðin fyri at brenna 10 mió av til onkis, skuldi danska fíggingin brúkast til at fáa Víðskygda FarGen ve fyri­beind av Heilsu­m Verkætlanin kostar um 10 mió. kr. og kemur peningurin úr Danmark, um donsku fíggjarlógina og skal nýtast í 2015-2017