Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 19 republikanska flokkinum, og brátt heglaðu atfinningarnar niður yvir republikanska forsetavalevnið. Mest markantur var kendi senatorurin John McCain, sum bæði var republikanskt forsetavalevni í 2008, og eisini er kríggjshetja frá Vietnam- krígnum. McCain fanst hvassliga at Donald Trump og gjørdi greitt, at viðmerkingin hjá Trump ikki umboði virðini hjá republikanska flokkinum. Líknandi almennar viðmerkingar komu frá leiðandi republikanarunum Paul Ryan og Mitch McConnell. Men Donald Trump steðgaði ikki har. Dagin eftir gav ein fyrrverandi herðmaður dagin Trump sína Purple Heart medalju. Trump skemtaðist og segði sambært sjónvarpsstøðini NBC, at eina slíka hevði hann altíð viljað átt. Hann legði afturat, at tað var nógv lættari at fáa hana forerandi enn sjálvur at gera seg fortjentan til hana. Hetta heldur ivasama skemtið hjá Donald Trump varð útlagt sum, at hann gjørdi amerikanskar kríggjshetjur til láturs. Og politiski stormurin var nú við at koma uppá ódnarstyrki. Politiska ódnin sást eisini aftur í veljarakanningunum. Og sambært hagfrøðinginum Nate Silver, fullu sannlíkindini hjá Donald Trump til at blíva valdur, frá 50,1% til 26,7% uppá bert fýra dagar. Álopini hjá Trump á Clinton og Obama gjørdust altsamt villari. Nú ákærdi hann tey bæði fyri at hava stovnað yvirgangsfelagsskapin ISIS. Tveir dagar seinni bakkaði hann eitt sindur, og segði seg bara hava verið ironiskan. Týsdagin tann 9. august brast tann higartil størsta politiska bumban í hondunum hjá Donald Trump. Í einari røðu um ætlaninar hjá Hillary Clinton um økt vápnaeftirlit og tilnevning av hægstarættardómarum, segði hann soleiðis: »By the way, and if she gets to pick her judges, nothing you can do, folks. Although the Second Amendment people, maybe there is, I don't know.« »Second Amendment« er tann parturin av amerikansku grundlógini, sum gevur fólki rætt til at bera vápn og at skipa vápnaðar felagsskapir. Orðini hjá Donald Trump vórðu tí útløgd sum um hann mælti vápnaðum felagsskapum til at brúka vápnamegi ímóti Hillary Clinton. Við øðrum orðum: Ein óbeinleiðis ella beinleiðis deyðshóttan. Valstríðið hjá Donald Trump var nú komið í nakað, sum svarar til eina »politiska jólaódn«. Sjálvt politiskir viðmerkjarir á høgravendu sjónvarpsstøðini Fox News vórðu skelkaðir av orðingunum. Og ein tann kendasti politiski journalisturin í USA, Dan Rather, skrivaði eitt opið bræv har hann gjørdi greitt, at Donald Trump er ein so stór hóttan mótvegis amerikanska samfelagnum, at tíðindafólk hava skyldu til at gera vart við tað. Politiska niðurbræðingin var fullkomin. Trump: Pressan hevur skyldina Seinastu góðar tvær vikurnar er ikki gingin dagur, uttan Donald Trump hevur skapt eina nýggja kreppu fyri sítt egna valstríð. Í mun til tað undanfarna stríðið um at gerðast forsetavalevni, vísir tað seg ikki longur at rigga hjá Trump at loypa á við ógrundaðum páhaldum um líkt og ólíkt. Sjónvarpsstøðirnar eru byrjaðar leypandi at »fakta­ tjekka« útsagnirnar hjá Trump og hansara fólki. Á CNN kemur t.d. eitt skelti upp á skíggjan tá tað vísir seg, at útsagnirnar antin eru skeivar ella beinleiðis lygn. Enn hevur hesin nýggi veru­ leikin ikki rættuliga rinið við í leguni hjá Trump. Til dømis kom Rudolph Giuliani, sum er fyrrverandi borgarstjóri í New York og ein av stuðlunum hjá Trump, nú ein dagin til at siga, at onki islamistiskt álop á USA varð eydnast, fyrr enn Obama bleiv forseti í 2008. Tíverri fyri Giuliani gloymdi hann álopið á World Trade Center tann 11 september 2001, tá hann sjálvur var borgarstjóri. Og Giuliani bleiv rukka. Nýggja stigið hjá fjølmiðlunum um leypandi at eftirkanna páhaldini úr Trump-leguni, hevur elvt til eina harða mótreaktión. Seinastu vikuna hevur verið lopið beinleiðis á tíðindafólk fyri at verða partísk og í parti við mótstøðufólkunum. Afturímóti hava tíðindafólkini vart seg við, at teirra skylda er at lýsa sannleikan og avdúka ósannindi. Somuleiðis hava talsfólk fyri Trump víst seg nærum onga veruliga vitan at hava um evni, sum tey skulu gera politiskar viðmerkingar til. Til dømis er hetta í fleiri førum hent hjá Katrina Pierson í beinleiðis sendingum á CNN. Eisini í slíkum førum hevur aftursvarið verið álop á tíðindafólkini, fyri at arbeiða politiskt ímóti Donald Trump. Sjálvur hevur Donald Trump heldur ikki hildið seg aftur. Sunnudagin tann 14. august leyp hann á twitter í fleiri førum á stóra blaðið New York Times, fyri síðan at víðka áloðið til allar fjølmiðlar. Trump skrivaði m.a. soleiðis á twitter: »It is not »freedom of the press« when newspapers and others are allowed to say and write whatever they want even if it is completely false!« Útsøgnin er av fleiri ameri­ kansk­um miðlum tulkað sum at Donald Trump ætlar sær at avmarka amerikanska pressu­ frælsið, um hann verður valdur. Tað kann kortini verða trupult, tí pressu­frælsið er vart av »First Amend­ment« í amerikansku grund­lógini. Valið kann longu verða avgjørt Amerikanska forsetavalið í 2016 hevur víst seg at verða tað løgnasta í nýggjari tíð. Bæði í demokratiska og í republikanska flokkinum hava valevni ført hørð valstríð ímóti tí »etableraðu« politisku skipanini. Tann vinstravendi Bernie Sanders fekk nógvan stuðul við m.a. at finnast at amerikanska fíggjarkervinum, ið hevur verið orsøk til fleiri búskaparkreppur. Og Donald Trump hevur vunnið sær nógvan stuðul við at verða ímóti fríhandilsavtalum, og innflytarum úr Latín-Amerika og muslimskum londum. Munurin er at Sanders tapti til Clinton, meðan Trump kveistraði alla mótstøðu til viks, og vann stórt. Beint eftir valstevnurnar varð líkt til at valið stóð ímillum Donald Trump, sumeitt sonevnt »anti-establishment« valevni, og Hillary Clinton sum tað etableraða valevnið, ið varð tengt saman við nógvum minni góðum viðurskiftum í amerikanska samfelagnum. Men nú knappar tríggjar vikur eru farnar, hevur Donald Trump eyðsýniliga oyðilagt alt fyri seg sjálvan. Munurin millum valevnini er vorðin so stórur, at republikanski flokkurin eisini er í vanda fyri at tapa stórt á valunum til umboðsmannatingið og senatið, sum verða hildin samstundis sum forsetavalið. Tí kann væntast, at altsamt fleiri høgtstandandi republikanarar í næstum fara at taka almenna frástøðu frá Donald Trump, til tess at bjarga sínum egnu sessum. Og forsetavalið kann longu verða avgjørt. By the way, and if she gets to pick her judges, nothing you can do, folks. Although the Second Amendment people, maybe there is, I don't know Meira amerikanskur kann døgurin í privatflogfarinum ikki vera (KELDA PEOPLE.COM) Ghazala og Khizr Khan mistu sonin í Irak-krígnum í 2004 (KELDA USA TODAY) Donald Trump heldur røðu í Las Vegas (KELDA DAILY TELEGRAPH)