hósdagur 18. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016
SOSIALURIN 94
18
FORSETAVAL
DONALD TRUMP
ER DOTTIN Í
EITT SVART HOL
RONNIE THOMASSEN
AMERIKANSKA FORSETAVALIÐ
V
alstevnan byrjaði heldur
kaotiskt, har innanfloks
andstøðingar
hjá
Trump
royndu
at
broyta viðtøkurnar hjá flokkinum,
í eini seinastu roynd at forða
honum at gerast forsetavalevni.
Viðhaldsfólkini
hjá
Trump
reageraðu harðliga ímóti, og eina
løtu kappaðust partarnar um at
rópa harðast.
Í USA hevur familjan hjá val
evnunum nógv at siga, og bæði
kona og børn hjá Trump hildu
sjálvandi røður. Her vísti tað seg,
at røðan hjá konuni, slovenskt
fødda Melania Trump, í ávísan
mun var kopierað úr eini líknandi
røðu hjá núverandi forsetafrúuni,
Michelle Obama. CNN visti at siga,
at Donald Trump var í luftini tá
hann frætti hetta.
Ein størri politiskur trupulleiki
kom tó til sjóndar, tá Ted Cruz
helt sína røðu. Cruz var tað
republikanska mótvalevnið, sum
helt longst á , men til seinast gavst
hann og játtaði at stuðla Trump.
Men tað nevndi hann als ikki í
røðu sínari, og viðhaldsfólkini hjá
Trump róptu »buhh« ímóti honum.
Á sjónvarpsmyndunum sá Donald
Trump út, sum um onkur var farin
avstað við hansara bestu vínfløsku.
Til seinast trein Donald
Trump sjálvur á pallin, har hann
sambært USA Today helt ta
longstu takkarrøðuna nakrantíð.
Høvðusboðskapurin í røðuni var:
»Eg skal ordna alt!«
Demokratar í tvíningum
Demokratiska valstevnan eina
lítla viku seinni, byrjaði eisini
kaotiskt. Valstríðið millum Hillary
Clinton og Bernie Sanders, hevur
verið nógv tættari enn tað hjá
republikanarunum, og nú brast
ein politisk bumba. Wikileaks
borðreiddi við einum størri leka
av teldupostum hjá leiðsluni í
demokratiska flokkinum. Hesir
prógvaðu, at leiðslan støðugt hevði
roynt at ávirka valini kring landið
til fyrimuns fyri Hillary Clinton.
Avleiðingin varð, at forkvinnan
í flokkinum, Debbie Wasserman
Schultz, legði frá sær beinanvegin.
Fyrsti parturin av demokratisku
valstevnuni var nógv merktur av
vreiðini hjá viðhaldsfólkunum hjá
Bernie Sanders ímóti floksleiðsluni.
Røringurin í salinum var stórur,
og Bernie Sanders og kendi
senatorurin Elizabeth Warren
máttu brúka øll teirra talukynstur
fyri at sissa viðhaldsfólkini hjá
Bernie. Tað eydnaðist teimum so
dánt.
Stemningurin á valstevnuni
vendi, tá forsetafrúan Michelle
Obama helt eina røðu, sum av
miðlum sum CNN, CBS, USA
Today og New York Times varð
skýrd at vera framúrskarandi.
Síðan góðu Bill Clinton og Barak
Obama báðir teirra íkast, meðan
bygt varð upp til takkarrøðuna
hjá Hillary Clinton. Hennara røða
var merkt av vanligum politiskum
evnum, sum at skapa arbeiðspláss,
betra um útbúgvingarmøguleikar
og umhvørvið og at herða
vápnalóggávuna.
Eftir valstevnuna vildu demo
kratiskir eygleiðarar sambært
sjónvarpsstøðini NBC verða við,
at demokratarnir høvdu arbeitt
seg burturúr eini politiskari vanda
støðu, men at flokkurin framvegis
var í tvíningum.
Tá ketan hoppaði av
Líkt var til, at Donald Trump kom
best frá valstevnunum, tí hansara
veljarakanningar gjørdust altsamt
betri. Tann 30. juli hevði kendi
hagfrøðingurin Nate Silver á
Fivethirtyeight.com, fyri fyrstu
ferð Donald Trump frammanfyri
Hillary Clinton. Men brátt skuldi
tað vísa seg, at Donald Trump
sjálvur var sín ringasti fíggindi.
Í amerikanskum forsetaval
stríðum er tað ofta einstakar
hendingar, sum gerðast avgerandi
fyri valúrslitið. Mest kent er
ivaleyst sjónvarpskjakið millum
Richard M. Nixon og John F.
Kennedy í 1960, har ein sveittandi
Nixon misti alt á gólvið.
Fyri Donald Trump var tað ein
deyður maður, sum helst bleiv
byrjanin til endan á hansara
dreymum um at gerðast forseti.
Humayun Khan fall í Irak-krígnum
í 2004, sum 27 ára gamal. Hann fall
fyri einari bilbumbu, og eftir deyða
sín fekk hann bæði eina Bronze
Star Medal og eina Purple Heart
medalju fyri sýnt dirvi í bardaga.
Humayun Khan var muslimur
og upprunaliga úr Pakistan. Á
demokratisku valstevnuni helt
pápi hansara Khizr Khan eina
røðu, har hann fanst at Donald
Trump fyri hansara útsagnir móti
muslimum, meðan hann vísti á
deyða son sín sum eitt dømi um
ein muslimskan amerikanskan
patriot.
Í amerikanska valstríðnum
hevur twitter havt stóran týdning.
Hetta er ein sosialur miðil, har til
ber at skriva boð á í mesta lagi
140 tekin. Donald Trump brúkar
miðilin sera nógv, og har leyp
hann fyrst á mammu tann falna
herðmannin, Ghazala Khan. Síðan
hildu áhaldandi álopini á familjuna
fram, tá Khizr Khan svaraði aftur.
Politisk niðurbræðing
Í USA er tað onki minni
enn halgibrot at finnast at
herðmonnum, sum eru falnir fyri
land teirra. Álopini hjá Donald
Trump á Kahn-familjuna sendu
ristingar heilt inn í kjarnuna í
Donald Trump hevði ivaleyst glett seg til stjørnustundina, tí nú skuldi tað
verða. Vit vóru gott og væl miðskeiðis í juli, og á valstevnuni hjá Republikanska
flokkinum í Cleveland, Ohio, var alt til reiðar. Donald Trump skuldi taka ímóti
tilnevningini til forsetavalevni, á einum politiskum showið, sum var tilrættislagt
niður í minstu smálutir. Og tá hesir formalitetirnir vóru í lagi, var av álvara klárt
at skjóta eftir Hillary Clinton og demokratunum. Soleiðis gekk tað tó ikki heilt
Forsetavalevnið er livandi á talarastólinum
(KELDA INDEPENDENT.COM)