Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 28 Við aftur: Jógvan Skeel Nolsøe (eftir leikbann) Ikki við: Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur) og Jónas Tór Næs (leikbann, fýra gul kort) Ikki við: Teit Jacobsen (leikbann, 4 gul), Rókur av Fløtum Jespersen (leikbann, 4 gul), Arnbjørn T. Hansen (Fibur, 3 vikur) Ikki við: Finnur Justinussen skaddur (Brotið bein í fótinum) Ikki við: Magnus H. Olsen (lærskaði, 1-2 vikur) Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ivasamur: Jónleif Højgaard (knæskaði) Ikki við: Esmar Clementsen skaddur (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Ivasamur: Damir Ibric Yuksel (Brákað riv), Niklas Poulsen (Vøddaskaði) Við aftur: Evrard Blé (Eftir leikbann) JÓANNES HANSEN E Sunnukvøldið fer lands­ kappingin í tríggjar vikur langa summarfrí. Annað leygar­kvøld verður steypa­finalan millum Víking og KÍ, og um tvær vikur vera tað landsdystirnir ímóti Ungarn á heimavølli og Lettlandi á útivølli, sum standa fyri tørni, áðrenn tað av álvara verður farið undir enda­ spurtin heima á landi. Dagsskráin hjá KÍ, Víkingi og NSÍ er stríðið um FM heitið og heiðursmerkini. Dagsskráin hjá B36 og HB er at vinna týdningarmikla fjórða plássið. ÍF tykist vera í onga manna landi. Tað sær TB eisini út til at vera, men TB venjarin tvíheldur um, at hansara lið skal vinna seks stig aftrat, áðrenn tað verður heilt víst, at TB ikki fer nakran veg. Skála roynir at renna undan botninum, sum AB og B68 í løtuni sita rimmar føst í. Seint seinnapartin hittast hesi bæði liðini á Argjum.. Brent barn ræðist eld KÍ-TB: DAGFINN FORNÁ SUNNUDAGIN KL. 15.00 Støðutalvan sigur, at tað skal ganga verri enn illa hjá TB, um aldursforsetin í heyst skal missa rættin at spæla í bestu deildini. Hóast TB við Sigfríða Clementsen við róðrið síðani summarsteðgin við tveimum sigrum hevur mest sum tryggjað sær pláss í Effo- deildini næsta ár, so vil venjarin ikki hoyra talan um, at framtíðin er tryggjað. – Í sjey teimum síðstu um­ førunum eiga vit trígg jar heimadystir, og í teimum – ímóti B68, ÍF og Skála – halda vit okkum hava góðan møguleika. Útidystirnir eru ímóti KÍ, NSÍ, Víkingi og B36. Í hesum fýra dystunum verður tað torførari, men vit spæla fyri at vinna, og at vit halda okkum hava møguleika at vinna stig í teimum fýra útidystunum, sigur TB venjarin Sigfríður Clementsen, sum fegnast um stríðsviljan, ið hansara spælarar vísa. Í KÍ leguni arbeið teir við at fáa lenda aftur eftir fína sigurin á HB. Kjalarvørrurin frá ferðini í Gundadali vísti seg mitt í vikuni at vera langur. Eftir øllum at døma verður Mayowa Oladele Ally leikbannaður ímóti TB. Tað verður neyvan so stórur saknur, sum tað verður, um hann ikki verður við í steypafinaluni um eina viku. – Vit hava fyrr í ár vunnið tvær ferðir 1-0 ímóti TB. Í fyrsta umfari høvdu vit marginalirnar við okkum í Trongisvági, meðan tað á heimavølli bara eydnaðist at fáa eitt mál, hóast vit høvdu yvirvág. TB eigur í Albert Adu sera vandamiklan álopsspælara. Ímóti ÍF sóu vit, hvat einsamallur maður kann megna, um vit ikki er hundrað prosent fokuseraðir. Vit hava lært og eru tilvitaðir um, at vit hava ikki ráð ikki at vinna fulla úrtøku á heimavølli, sigur veteranurin Hjalgrím Elttør Sorgin skuggar í Sarpugerði VÍKINGUR-SKÁLA: LARS MÜLLER SUNNUDAGIN KL. 15.00 Í fótbóltshøpi verður tað ger­ andis­dagur aftur í Víkingi, tá ið grannarnir á Skála vitja seinna­ partin sunnudagin. Í Víkingi hevur vikan verið eyðkend av nívandi sorg og trega, nú næstformaðurin í felagnum, 52 ára gamli Ólavur Olsen, andaðist leygardagin, og hósdagin var stór mannfjøld savnað í Leirvík, tá ið hann varð borin til gravar. Mikukvøldið vísti felagið so framúr vakurt virðing fyri tí farna og samkenslu við teimum, ið eftir sita. Tá ið fylgið úr høvuðsstaðnum og á veg til Leirvíkar koyrdi framvið í Sarpugerði, stóðu víkingar í øllum aldri í Víkinga búnanum á vøllinum. Nú ræður um hjá Sámal Erik Hentze at fáa spælararnar at megna setningin ímóti Skála. Í fyrsta umfari vann Víkingur 4-1 á heimavølli ímóti Skála, sum legði seg framum 1-0 í fyrra hálvleiki. – Fyri viku síðani vunnu við lokaluppgerð í Fuglafirði, og nú ræður tað um enn eina lokal­ uppgerð. Okkara uppgáva er at vinna. Um tað røkkur, so verður tað fínt, um tað ikki røkkur, so fara vit ikki at sita á ársveitsluni í heyst og siga, at tað var eitt nú ímóti Skála á heimavølli, at tað kiksaði, sigur Atli Gregersen, liðformaður hjá Víkingi. Skála venjarin sær møguleikar í Sarpugerði: – Vit vita, at teir skulu vinna fyri at varðveita møguleikan at vinna FM. Tí ræður um hjá okkum at varðveita spælskipanina og stríðast væl. Soleiðis var tað í stórum løtum ímóti NSÍ, og tað arbeiða vit víðari við, sigur Pauli Poulsen venjari á Skála. Síðani summarsteðgin er tað ikki eydnast Skála at skora mál. Tølini siga fýra tap við samantalda málmuninum 0-9!. Tað endar ongantíð javnt NSÍ-HB: PETUR REINERT SUNNUDAGIN KL. 15.00 Tá ið NSÍ hevur vitjan av HB, fer annað liðið altíð av vøllinum sum vinnari. Einasta undantakið, síðani kappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør, var í fjør, tá ið seinni dysturin í Runavík endaði máleysur. LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Meðan fimm lið stríðast fyri rættinum at spæla í Europa, so stríðast fýra fyri at sleppa undan niðurflyting Upptakt ÍTRÓTTUR DAGSSKRÁIRNAR FARA Í HVØR SÍNA ÆTT