Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 29 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ikki við: Jákup B. Andreasen (leikbannaður við fýra gulum kortum) Ivasamur: Mayowa Oladele Alli (møguliga leikbannaðu Ikki við: Ari Ó. Ellingsgaard og Karl Løkin (leikbannaðir) Ikki við: Árni Guldborg Nielsen (farin av landinum í lestrarørindum), Rói Danielsen (leikbann), Rógvi Poulsen (brotið hondina), Jobin Drangastein (økslin) og Gert Drangastein (langtíðarskaddur, júst byrjaður at renna) Við aftur: Kofi Appiah (eftir leikbann) Ivasamir: Rógvi Joensen og Eirikur Magnusarson Ikki við: Teitur Justinussen (farin av landinum í lestrarørindum) Ivasamur: Pauli G. Hansen (mjødnin) Tølini siga, at oftast endar NSÍ omaná. NSÍ hevur vunnið ellivu ferðir, HB hevur vunnið seks ferðir – eitt nú 2-1 í fyrsta umfari í vár - og so var tað javnleikurin í fjør. – Seks tær seinastu ferðirnar hava vit vunnið fulla úrtøku. Tað eru fimm stig fram til toppin, og vit hava fulla ferð á – eisini ímóti HB. So fáa vit at síggja, hvussu støðan verður síðst í oktober, tá ið punktum verður sett, sigur NSÍ hjálparvenjarin Djóni Nolsøe Joensen. 3-2 tapið ímóti HB bar við sær, at HB misti fimta plássið, sum ber atgongd til Europa við sær. – Vit eiga at klára okkum betri, enn vit gjørdu ímóti KÍ, tá ið vit duttu alt ov langt aftur og lótu okkum draga eftir teirra fyritreytum. Vit rokna framvegis við møguleikanum at vinna fjórða plássið, og vit hava reist okkum og eru farnir aftur í arbeiðshandskarnar. Tað er nú, at tað verður avgjørt, tí eftir ferðina til Runavíkar skulu vit spæla ímóti Víkingi og B36, sigur HB veteranurin Rókur av Fløtum Jespersen. Fokur er bara á úrslitinum B36-ÍF: DÓMARI ÚR NOREGI SUNNUDAGIN KL. 15.00 Dagsskráin hjá B36 er at varðveita rættin at spæla í Europa næsta kappingarár. Ólavsøkudag vísti árstalsfelagið kanska besta leikliga avrikið í ár, men tá endaði tað við 2-0 tapi, sum kendist øgiliga meint. Síðani hevur B36 vunnið teprar sigrar ímóti niður­flytingar­kandi­ datunum – 2-1 á heimavølli ímóti AB og 1-0 á Svangaskarði ímóti B68. – Vit hava fokus á úrslitunum, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at eydnast at vinna á heimavølli ímóti ÍF, men vit rokna tað ikki at vera fyrimun fyri okkum, at ÍF hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Tað hava verið nógvar skiftingar í framrættaða partinum. Á Toftum var Lukasz Cieslewicz fremsti maður, og Róaldur Jakobsen var framrættaður sentralur miðvallari – frammanfyri Eli Falkvard Nielsen og Odmar Færø sum fyri fyrstu ferð í ár vóru undir liðini á hvør øðrum. Síðani merkisverda 4-2 sigurin í Klaksvík í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin hevur ÍF ikki staðið seg so væl: tap ímóti HB, NSÍ og Víkingi við samantalt 2-11! – Skráin hjá okkum eftir summarsteðgin er fimm tey ovastu, áðrenn vit hitta nakað av hinum liðunum. Vit hava vunnið ímóti KÍ og tapt ímóti HB, NSÍ og Víkingi. Um tað eydnast at vinna stig í Gundadali, so skulu vit ikki læta so illa at, sigur ÍF venjarin Jákup Mikkelsen, sum saman við Símuni Eliasen skal gera av, hvussu liðið skal mannast, nú Karl Løkin og Ari Ó. Ellingsgaard eru leikbannaðir. Ein møguleiki er at flyta Clayton Soares aftur á miðvøllin, har hann spældi sera væl, tá ið ÍF í seinna hálvleiki var undirmannað ímóti Víkingi. Svarti Per stendur upp á spæl AB-B68: KÁRI J. Á HØVDANUM SUNNUDAGIN KL. 17.15 AB og B68 eru fokin. Breið semja tykist vera um, at tað verður leygardagsfótbóltur á Argjum og á Toftum næsta kappingarár. Í botnuppgerðini á Argjum sunnudagin er dagsskráin at sleppa undan aftasta plássinum. Tað eru átta stig frá AB og fram til Skála á áttanda plássi. Tá ið AB áður hevur megnað tað í sluttspurtinum, sum eingin hevði roknað við, spøkir møguleikin, at tað kanska fer at eydnast einaferð aftrat. – Vit spæla fyri møguleikanum, sum vit halda okkum hava. Um vit ikki vinna ímóti B68, so eru vit foknir. Eg rokni við, at Víkingur vinnur ímóti Skála. Um tað gongur, sum vit vóna, so verður fjarstøðan fram til áttanda plássið fimm stig sunnukvøldið, og so verður tað ikki heilt vónleyst, tí vit eiga Skála á heimavølli um ein mánað, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen. B68 hevur framvegis ikki vunnið fulla úrtøku. Eliesar Olsen hevur síðani á ólavsøku staðið á odda í royndini at venda gongdini á Svangaskarði: – Verjuspælið var betri ímóti B36, enn tað hevur verið, men vit megna ikki at vinna málmøguleikar úr støðunum. Nú eru toppliðini avgreidd í hesum umfari, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður ímóti AB. Málið er at vinna fyrsta sigurin, og bæði vit og argjamenn vita, at alt annað enn full úrtøka er ikki nóg mikið, sigur Eliesar Olsen KÍ ÍF AB TB SKÁLA Effo-deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 KÍ 20 15 2 3 46 17 +29 47 2 Víkingur 20 13 4 3 45 22 +23 43 3 NSÍ 20 14 0 6 49 29 +20 42 4 B36 20 10 5 5 29 19 +10 35 5 HB 20 10 4 6 34 22 +12 34 6 ÍF 20 7 4 9 32 44 -12 25 7 TB 20 5 5 10 20 32 -12 20 8 Skála 20 4 5 11 14 30 -16 17 9 AB 20 1 6 13 19 36 -17 9 10 B68 20 0 7 13 17 54 -37 7 MYND: ÁLVUR HARALDSEN 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur AB - B68 NSÍ - HB Víkingur - Skála KÍ - TB B36 - ÍF KENDI TIPPARIN Rodmundur Nielsen stjóri í Borg Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. Hann tippaði tríggjar rættar av teimum fimm dystunum sum vóru spældir. Hann tippaði: ÍF-Víkingur 2 (1-3), TB-AB 2 (2-1), B68-B36 2 (0-1), Skála-NSÍ 2 (0-2), HB-KÍ X (2-3).