Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016 SOSIALURIN 94 30 TRÓNDUR ARGE Gilli Rólantsson Sørensen er í dag spælari hjá Brann Bergen, sum stríðist í oddinum í norskum fót­ bólti. Felagið er stórt í vavi, men hev ur ikki umsett stóra stuðulin til tey nógvu meistaraheitini. Tað skal tvøramaðurin nú broyta uppá. Hann er keyptur frá Aab, har hann hevði hálvt triðja árs sátt mála, men ynski um spælitíð ger, at hann hevur valt eitt skifti til norskan fótbólt. Skiftið er møguleika tað størsta, sum ein føroyskur spælari hevur ver ið íblandaður. Upphæddin ligg­ ur sum skilst frá beint yvir einari hálvari millión krónum, til yvir eina millión krónur, alt eftir hvus­ su føroyski spælarin klárar seg. Mjørkin mundi forkomið skiftinum Flytingarvindeygað í Norra lat aft­ ur á midnátt mikudagin, og tí var av alstórum týdningi, at Gilli R. Søren sen var í Bergen til at skriva undir sáttmála, áðrenn tíðar freist­ in fór. Eftir at innleiðandi sam ráð ing­ ar nar vóru upp á pláss út á seinna­ partin, skuldi føroyski lands liðs­ spæl ar in flúgva til Bregen, at skriva undir sáttmálan. Tað mundi tó ikki blivið til nakað. ­ Tá eg kom á flogvøllin sá eg, at tveir flúgvarar til Bergen vóru av lýstir. Til alla lukku, so var mín ikki avlýstur og lendi sjálvt um tað var nógvur mjørki, sigur Gilli R. Sørensen, sum hevði ein hend­ inga ríkan dag. ­ Eg fór úr íbúðini klokkan um 15, og lá ikki í songini í Bergen fyrr enn á midnátt, sigur Gilli R. Søren sen, sum í gjár vandi við besta liðnum. Fyrst kom hann á flogvøllin, har norsku fjølmiðlarnir bíðaðu eftir honum. Síðani skuldi hann til drúgva læknakanning, har Brann Bergen skuldi tryggja sær, at tvøra­ maðurin er í góðum standi. ­ Tá eg eina ferð kom inn á gisting ar húsið var midnátt, men eg kláraði illa at sova, og mátti svara fólki aftur á sosialu miðlunum, sig ur landsliðsspælarin, ið ikki kann minnast, at tað hevur verið so nógvur trafikkur á fartelefonini nakran tíð. Hann letur eisini væl at arbeiði­ num hjá umboðsmanninum, Ann­ finn Gaard, sum hevur fingið skift­ ið í lag. Letur væl at Brann Bergen Hóast Gilli Rólantsson Sørensen bara hevur verið í Brann Bergen í ein samdøgur, so hevur hann longu sæð og upplivað nógv. ­ Umstøðurnar eru framúr og ný mótans. Eg havi eisini vant við og tað gekk bara væl. Brann hevur ein øðrvísi spæltíl enn Aab, sum vón andi kemur at passa mær væl, sig ur tvøramaðurin, ið ynskir at spæla vongur í framtíðini. ­ Eg bleiv fluttur fram á vong in beinavegin í venjingini. Tað dám ar mær væl, tí eg er ikki bakkur. Eg ynski heldur ikki at spæla á bakki­ num á landsliðnum, sigur Gilli R. Søren sen, sum hevur spælt bæði bakk ur og vongur á landsliðnum. Nú gleðir føroyski lands liðs­ spæl arin seg bara til at sleppa í gongd. Brann Bergen spælir um viku skiftið móti Rosenborg. ­ Øll hava tikið væl ímóti mær her. Nú gleði eg meg bara at sleppa í gongd og vónandi eri eg við í hópi­ num móti Rosenborg, sigur Gilli Rólantsson Sørensen, sum ikki náddi at siga farvæl í Aalborg. ­ Eg fari aftur til Aalborg eftir lands liðssdystin. Alt gekk so skjótt, at eg ikki náddi at siga farvæl við øll tey góðu fólkini har, sigur nú Brann Bergen spælarin. Milliónmaðurin Gilli Rólantsson Sørensen nærkast nú at vera seldur fyri eina millión krón ur. Tá eru allar upphæddirnar ikki almennar, men gitingar á vegn­ um. Tvøramaðurin hevur verið í før oyskum, skorskum, donskum og nú norskum fótbólti. Sum ungur fóru hann og Hall ur Hans son, sum í dag spælir við AC Hors ens, til skotska felag ið Aber­ denn, har teir fingu ung dóms sátt­ mál ar. Fyrstu árini skifti hann millum til veru na í Skotlandi og á Tvøroyri. Fyrsta gjøgnumbrotið í føroyskum fót bólti kom í 2012, tá hann var fast­ ur partur av liðnum hjá TB, sum tryggjaði sær lívið bestu deildini. Í 24 dystum skorar hann seks mál. Eftir kappingarenda er ynski frá B36 at fáa skjóta vongin til Havnar at spæla. Gilli R. Sørensen hevur ikki sáttmála, so B36 sleppur við at gjalda uppalingarpengar, ið ligg ur um 35 túsund krónur. Gilli R. Sørensen og B36 hava ikki ein gott kappingarár í 2103, men tvey feløg í Danmark vísa hon um stóran áhuga. AaB, sum hev ur Hall Hansson í hópinum, og Vend syssel, ið seinni gerst før­ oy ingar felag burturav. – Eg vil helst sleppa til AaB. Tað er eitt felag, sum spælir í Super­ ligu­ n i . Eg eri t i l reiðar a t fara og kempa um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu, segði Gilli R. Sørensen við in.fo seint í 2013. B36 pengar – TB einki S k i f t i ð kemur FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson Sørensen vaknaði mikudagin sum Aab spælari, men fór í song sum Brann Bergen spælari. Har í millum vóru samráðingar, læknakanning og mjørki, áðrenn handlin – sum kann blíva ein milliónahandil – kom í hús Møguligur milliónahandlin: - NÁDDI IKKI AT SIGA FARVÆL DAVID NIELSEN, VENJARI HJÁ LYNGBY, FYRRVERANDI BRANN- SPÆLARI: Hann er ein góður spælari og styrkir um hópin hjá Brann. Hetta er eitt keyp, sum gevur meining. Hann er kortini ikki góður nokk til at leggja trýst á Ruben Kristiansen beinanvegin, men tað fer at koma. RUNE SOLTVEDT, ÍTRÓTTARSTJÓRI Í BRANN: - Um hann er góður nokk at spæla í donsku superliguni, er hann góður nokk til norsku elituseriuna. Hann kann spæla í báðum síðum og er góður frameftir. Hann er sera skjótur, sum er eitt stórt pluss.