hósdagur 18. august 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016
SOSIALURIN 94
31
upp
á
pláss
áðr enn
ársskiftið.
Hóast flyt
ingar vind
eyg að
ikki
letur
upp
fyrr enn 1.
januar 2014,
so er tvørmaðurin í Aalborg og
ven ur mánaðirnar fram til skiftið
al ment verður gjøgnumført.
Eg fegnist um at hava fingið
møgu leikan í AaB og gleði meg at
sleppa í gongd. Bæði Hallur, og
Súni Olsen og Martin Pedersen,
sum eg havi spælt saman við í
B36, hava viðmælt AaB, segði
Gilli R. Sørensen tá.
Hvørgan av pørtunum vildi
siga hvussu nógv føroyski
vongurin kost aði, men keldur
hjá Sosialinum vátt aðu, at talan
var um áleið 150 túsund krónur,
eftir at B36 upp runa liga legði
út við at vilja hava 300 túsund
krónur.
Hinvegin fekk B36 fleiri
ágóðar, sum nú geva avkast.
B36 tryggjaði sær í sáttmálanu,
at felagið í Gunda dali skal hava
25 prosent av eini møguligari
upphædd fyri víðari sølu. Hetta
kemur í dag B36 til góð ar, tó at
keypsprísurin skal mót roknast.
In.fo skrivaði tá:
Avtalan inniber umframt eina
upp hædd, eisini nakrar treytir. Tær
inni bera millum annað, at B36 fær
fleiri pengar um Gilli vinnur sær
fasta spælitíð í Superligafelagnum.
Skul di hann blivið seldur víðari, so
fær B36 eisini ein part av tí.
Sámal Ímundarsson, fyrr ver
andi formaður í B36, vil ikki gera
við merkingar til prísin, men váttar
at B36 hevur sett nakrar treytir í
av taluna.
Nú skal Gilli fyrst blíva samdur
við AaB, men tað er rætt, at vit hava
sett nakrar treytir við. Tær gera,
at vit kunnu fáa ágóðan av um
Gilli klárar seg væl, sigur Sámal
Ímundarsson, sum í dag er nevnd
ar limur í B36.
- Nú er ikki meiri
eftir til okkum
Rúni Herup Olsen, formaður í B36,
váttar at árstalsfelagið hevur ein
avtalu, ið inniber at B36 fær peng
ar av víðarisøluni av Gilla R. Søren
sen.
Tað er rætt, at vit settu treytir
við avtaluna við Aab. Higartil hava
vit ikki fingið nakað burturúr, tí
hann ikki hevur vunnið sær fast
pláss. Tað er farið nú, men tað er
eisini rætt, at vit fáa prosentir, um
hann bleiv seldur víðari, sigur Rúni
Herup Olsen.
Sum skilst, so er talan um 25
pro sentir av upphæddini, ið Aab
fær fyri søluna av Gilla Rólantsson
Sørensen. Formaðurin í B36 vil ikki
gera beinleiðis viðmerkingar til
pro sent ini og upphæddirnar, men
sig ur tó at klaverið ikki spælir so
væl fyri B36.
Eg kann siga so mikið sum, at
upphæddin í hesum førinum skal
mót roknast upprunaligu keyps
upp hæddini frá 2014. Eisini kann
eg leggja afturat, at nú er ikki meiri
í tí fyri B36 í samband við Gilla R.
Sørensen, sigur Rúni Herup Olsen.
TB fær einki fyri Gilla
Tá B36 undan kappingarbyrjan
2013 keypti Gilla Sørensen leysan
úr TB, fóru øll rættindi til Havnar
við skjóta vonginum. Tað segði tá
ver andi formaðurin í TB, André
Dal foss, við in.fo, eftir at Gilli R.
Søren sen varð seldur til AaB.
Vit fáa einki burturúr Gilla.
Av talan við B36 bleiv gjørd áðr
enn mína tíð, men hon merkir, at
vit fáa einki fyri Gilla, staðfesti for
maðurin í TB.
B36 rindaði, sum skilst, áleið
35.000 krónur fyri Gilla undan
kapp ingarbyrjan 2013, sum fyri ein
stór an part er uppaldur í TB. Hetta
er ein skipan, sum skal tryggja
feløgunum, ið uppala spælarar
eina samsýning, tá teir velja at
skifta.
Millión skifti?
Tølini fyri skiftið hjá Gilla Rólants
son Sørensen eru loynilig, men tað
er greitt at B36 skal hava sín part av
køkuni. Fyrstu metingarnar siga,
at samlaða upphæddin kann blíva
um milliónina, men tað er við øll
um bonus og betalingum.
Keldur hjá Miðlahúsinum siga,
at talan helst er um nakað yvir eina
hálva millión í fyrsta umfari. Tað er
ikki óvanligt, at goldið verður yvir
fleiri ár, og at ávísar gjaldingar
fella, tá spælarin uppfyllur ávís
krøv. Tað kann vera tal dystir ella
av rik á stigatalvuni.
Tó røkist okkurt fyri, at talan
í besta føri kann blíva um eitt
millióna skifti, um Gilli R. Sørensen
og Brann Bergen klára seg væl.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
TORMOD BERGERSEN,
ÍTRÓTTARREDAKTØR Á
BERGENSAVISEN:
- Hann skal ikki inn á liðið
fyri Ruben Kristiansen
ella Amin Nouri, um teir
vera skaddir. Hann er
ein backup-spælari, sum
styrkir hópin.
Brann Bergen er stovnað í 1908. Felagið hevur verið norskur
mestari tríggjar ferðir, í 1962, 1963 og 2007. Felagið hevur eisini
vunnið norsku steypakappingina seks ferðir, seinast í 2004. Í
1996/1997 vann liðið seg í kvartfinaluna í Cup Winners Cup.
Íbúgvarnir í Bergen eru ídnir fjepparar og Bergen hevur tí eitt tað
hægsta áskoðaratalið til sínar heimadystir í Noregi. Í miðal eru
12.000 fjepparar á stadion, sum tekur 17.686 áskoðarar. Einans
Rosenborg hevur fleiri áskoðarar til sínar dystir. Fjeppararnir
seta eisini stór krøv til leiðsluna og felagið og seinastu árini hava
verið merkt av ófriði í felagnum, í takt við, at venjarar og lið ikki
hava livað upp til væntanirnar hjá fjepparunum.
Í 2014 flutti felagið niður í næstbestu deildina, eftir at hava spælt
í bestu deildini í 31 ár á rað. Longu árið eftir tryggjaði felagið sær
uppflyting við at enda nummar tvey í næstbestudeildini. Í løtuni
liggur felagið nummar trý í norsku Tippeliguni.