hósdagur 18. august 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. AUGUST 2016
SOSIALURIN 94
32
Norðurlandahúsið
www.nlh.fo
Guðrið Hansdóttir
Tue West
Nigel Kennedy
fimm
stjørnur
til norðurlandahúsið
Trio við Kristinu
Konsert við føroyska sello-stjørnuskotinum
Kristinu á Váli, amerikanska vionlin leikaranum
Lesley Parker og føroyska klaverúrmælinginum
Jóhannesi Andreasen.
Sunnudagin 21. august kl. 16.00
Guðrið Hansdóttir
Útgávukonsert í sambandi við fimtu studio
útgávuna hjá Guðrið Hansdóttir.
Hetta er fyrstu ferð, at Guðrið fer á pall í
Norðurlandahúsinum við bólki. Nýggja útgávan
er ein blanding av poppi og fólkatónleiki við
tekstum á bæði enskum og føroyskum. Guðrið
hevur skrivað øll løgini til yrkingar eftir m.a
Guðrið Helmsdal og Petur Pólsson.
Tue West Band
Líka síðan Tue West í 2003 fekk sítt fyrsta
gjøgnumbrot, hevur hann verið ein týðandi
partur av danska sangskrivarapallinum. Hansara
tónlistarligi og lýriski huga heimur er bæði
forteljandi, poetiskur og sveimandi. Summatíðir
skeivur, onkuntíð meira beint fram og til tíðir
stórbærur ella minimalistiskur.
Hanus og Klungerrosa
Norðurlendskt vísukvøld við legendariska
føroyska trubadurinum Hanusi G. Johansen og
norsku kvartettini Klungerrosa.
Leygardagin 17. september kl. 19.30
Leygardagin 8. oktober kl. 19.30
Sunnudagin 4. september kl. 16.00
Leygardagin 10. september kl. 19.30
Í samstarvi við:
Ger klassiskan
tónleik fólksliGan
Kate Bush
sameinir rútmisku
oG klassisku
tónlistaheimirnar
George Martin
Nigel Kennedy
Í fleiri enn 25 ár hevur bretski violinleikarin, Nigel Kennedy, verið
viður kendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara
sermerkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska
tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest
í øllum heiminum – nakrantíð.
Tónleikur hansara røkkur tvørturum øll tónlistarlig mørk og ættarlið, og á hesi
konsertini fagnar hann tónleikinum hjá Johann Sebastian Bach. Nigel bjóðar sum
vant tí siðbundna av og setir verk hjá Bach saman við sínum egnu jazzutu útgávum.
Soleiðis verða áhoyrararnir tiknir við á eina spennandi ferð frá barokki til nútímans
tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki, jazzi, rokki og fólkatónleiki.
“
“