mánadagur 22. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FRÍSKÚLAR
Kommunur siga nei við frískúlar, ið søkja
pening til forskúlar. Um eitt barn kemur til
ein forskúla úr eini aðrari kommunu, sýtir
heimstaðarkommuna hjá barninum at rinda
til forskúlan. Mest nýtta grundgevingin er, at
kommunurnar meta seg hava javnbjóðis tilboð
Sólvit Nolsøe
31. juli í ár bar in.fo tíðindir um, at
Vestmanna kommuna hevði nokt
að at gingið eini umsókn á møti
um at veita fíggjarligan stuðul til
tvey børn í kommununi, ið vórðu
innskrivaði í for- og frítíðarskúla
í Lítlaskúla í Havn, ið er nýggjasti
frískúli í Føroyum.
Grundgevingin var, at Vest
manna kommuna fyrr hevði fing
ið umsóknir um, at børn úr Vest
manna skuldu t.d. á NámX og
eftirskúlar, men tær vórðu ikki
gingnar á møti. Í teimum førum
hevur Vestmanna kommuna mett
seg hava nóg góð tilboð, ið kunnu
javntmetast við NámX ella eftir
skúlar, so sum 10. flokk.
Hetta var fyrstu ferð, at Vest
manna kommuna hevði fingið
eina umsókn um, at børn úr komm
ununi skuldu í frískúla, men tey
brúktu sama grundarlag at sýta
fyri fígging, sum tey brúktu upp á
umsóknir til NámX og eftirskúlar.
Kommunan metti seg hava
nóg gott tilboð á dagstovna- og
frítíðarskúlaøkinum til at kunna
nøkta tann tørv, ið foreldrini mettu
seg hava. Tí vildi kommunan ikki
veita fígging til, at børnini skuldu
í forskúla í einum frískúla.
Frískúlin Keldan
í somu støðu
Frískúlin Keldan í Skálafirði kennir
til sama trupulleika sum Lítliskúli.
Síðan skúlin byrjaði í 2010, hev
ur skúlin heldur ikki fingið fígg
ing úr øðrum kommunum til
forskúlan, tá børn við aðrari heim
staðarkommunu enn skúlin, verða
innskrivaði sum næmingar.
Jastrid Høj, leiðari á skúlanum,
sigur at tey hava søkt hvørja ferð
eitt barn aðrastaðni frá er komið
til teirra í forskúla, men at tey ong
antíð enn hava fingið játtað fígging.
Tað vil siga, at skúlin má átaka sær
útreiðsluna.
Jastrid Høj vísir á, at í nógvum
førum brúka kommunur sum
grundgeving fyri ikki at rinda til
forskúlan í Kelduni, at tey meta
seg hava tilboð á økinum, ið nøkta
tørvin, ið Keldan veitir. Í summum
førum er talan um, at kommunur
nar hava sín egna forskúla, men
ikki altíð. Í øðrum førum kann tal
an verða um frítíðarstovu, meðan
summar kommunur meta eitt
vanligt dagstovnatilboð sum eitt
nóg gott tilboð.
Forskúlar í frískúlum
er eitt grátt øki
Jastrid Høj sigur, at forkúlar í
frískúlum er eitt øki, ið ikki er
endaliga loyst. Eingin hevur verið
førur fyri at upplýst, hvussu tað
endaliga hongur saman. Tí er
trupulleikin við, at peningurin ikki
fylgir barninum, ein spurningur, ið
stendur óloystur.
Mentamálaráðið er eisini eitt
sindur ivandi í spurningum. Tey
upplýsa, at tá talan er um ein
forskúla, ið liggur í somu komm
unu, tvs. at barnið gongur í for
skúla í somu kommunu, har tað
hevur bústað, so er eingin ivi.
Kommunurnar rinda fyri for
skúlan, og um tað er eitt tilboð, ið er
veitt, so eigur kommunan at rinda
fyri tað.
Tilboðini ikki tey somu
Grundgevingin, ið kommunur eftir
øllum at døma brúka oftast at
sýta fyri, at peningurin skal fylgja
barninum, er at tær kunnu veita
sama tilboð sum forskúlin í t.d.
Kelduni ella Lítlaskúla kann.
Í grundini eru tilboðini ikki
tey somu. Í løgtingslóg nr. 46 frá
2002 um frískúlar stendur í §4,
KOMMUNUR NO
TIL FORSKÚLAR