Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95 FRÍSKÚLAR stk. 2, at fyri at ein frískúli skal fáa góðkenning, skal frískúlin vera: 1. ein fakligur og/ella náms­ frøð­iligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan 2. skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn van­ ligt Tað vil siga, at í hesum báðum døm­um, sum vit hava brúkt, Keld­ an og Lítliskúli, er talan um ein val­møguleika (eitt alternativ) til van­liga skúlan. Tey nøkta eisini ein annan tørv, enn vanligir stovnar og skúlar gera. Um frískúlarnir ikki uppfyltu hesi bæði krøv høvdu teir ikki fingið góðkenning og tí­skíl kundu teir ikki virka sum frískúl­ar. Tí mugu kommunurnar nýta eina betri grundgeving um tær vilja sleppa undan at rinda til forskúl­ar í frískúlum. Bert við tað, at eina frískúli er góðkendur, so er hann staðfestur sum eitt alternativ til teir vanligu almennu stovnarnar. Eingin kært enn Sambært Jastrid Høj hava tey í Kelduni ongantíð kært eina av­ gerð hjá eini kommunu, ið sýtir fyri at rinda til forskúlan. Menta­ málaráðið sigur tað sama, at enn vita tey einki um nakra kæru um eina slíka avgerð. Av tí sama er ein juridisk niðurstøða ongantíð gjørd í hesum málinum. Eingin hevur kravt eini komm­ unu eftir at vísa á, hvørjar para­ graffir verða brúktar fyri at sýta fyri at rinda til ein forskúla í t.d. Kelduni ella í Lítlaskúla. At siga nei vegna siðvenju ella nøktandi til­ boð, heldur allarhelst ikki. Tí skal onkur kanska gera vart við seg um kommunurnar umaftur geva nokt­ andi svar. KTA AT RINDA Í FRÍSKÚLUM