Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95 8 Vilmund Jacobsen Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sum liggur inni í Um­ an­ak-fjørðinum og tekur ímóti fiski frá grønlendskum jollufiskimonnum, var ikki heima á sjómannadegnum hesaferð. Saman við øðrum plagar hann at vera rættiliga aktivur í fyriskipingini av hesum stóra familjutiltaki í Klaksvík. Skóru finnhval Meðan teir hava verið í Gøn­ landi, hava teir upplivað eitt sindur av hvørjum, og í síðstu viku hjálptu teir grøn­lendingum, sum høvdu skotið ein stóran finnhval. Í bygdini er eingin krani, og tí hjálptu teir við at fáa stóra hvalin so mikið niðan frá, at til bar at skera hann upp. Á myndum, sum Hjaltur Poul­sen hevur lagt út á sína Facebook-síðu, sæst, at menn av Ågot eisini hjálpa grønlendingum at skera upp. Kokkurin umborð á Ågot, Símun í Vátutoft, hev­ur eis­ ini lagt mynd­ir út av lesk­il­ igum stór­hvala­búff­um, sum hann borð­reiddi við til nátt­ urða á sjó­manna­deg­num. Tað er munur á - Hvat er lívið ikki herligt at liva? Hesir sleppa at vera rættir veiðimenn. Ong­ar forðingar. Í Føroyum slepp­ ur tú ikki at skjóta ein kóp - uttan so, at tú hevur eitt ali­ loyvi. Hvat verður av okkara veiðimonnum? Soleiðis skrivar Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot á sínari Facebook-síðu. Ein viðmerkjari á síðuni hjá skiparanum á Ågot skrivar soleiðis: - Vónandi fáa grønlend­ ingar frið at liva - langt inn í framtíðina, og vón­andi verða teir ikki oyði­lagdir av akademiskum pamp­ara­ veldi, sum er við at forkoma Føroyum. - Í Føroyum sleppur tú ikki at skjóta ein kóp - uttan so, at tú hevur eitt aliloyvi. Hvat verður av okkara veiðimonnum? spyr skiparin á Ågot Ótu buff úr finnhvali á sjó­mannadegnum Skiparar hittast. Hugnaligar løtur undir Botna­ garði í Nólsoy. Her eru tað skipararnir, Jóhan­ nes Joensen, róptur kaptain Joensen - og Jens Sigmund Jacobsen (Mundi). Báðir eru nólsoyingar. Jóhannes býr í Noregi; Jens Sigmund í Hirtshals Vilmund Jacobsen - Lyftan ger ungmanna­fel­ agshúsið meira atkomiligt hjá avlamnum og fólki, ið bera brek, sigur for­ maðurin í Virkinum, Bjarki Henriksen Í eina tíð hevur verið arb­ eitt við at skapa møgu­ leikarnar fyri at seta eina lyftu í felagshúsið hjá Ung­mannafelagnum Virk­ inum á Sandi. Tað er Emiel Simonsen, ið hevur staðið fyri hesum arbeiði, sum hann hevur greitt væl úr hondum. Ein snøggur útbygn­ ing­ur er bygd­ur aftrat fel­agshúsinum, og um­ framt at lyftan er sett upp her, verður eisini pláss til klædnarúm í út­bygn­ inginum. Nýggi til­bygn­ ingurin kem­ur eisini at skapa nýggj­ar møguleikar í nið­aru hæddinum í ung­ manna­fel­ags­húsinum. Tað var Palli Greg­ oriussen, ið teknaði ung­ mannafelagshúsið á Sandi, sum stóð liðugt í fyrra helmingi av fimmtiárunum og varð útbygt aftur í 1979. Lyftan, sum nú er sett upp og sum longu er roynd, er av slagnum Wessex, sum Maskinhandilin í Havn umboðar. - Lyftan ger ung­ manna­felagshúsið meira atkomiligt hjá avlamnum og fólki, ið bera brek, sigur formaðurin í Virkinum, Bjarki Henriksen. Føroyingar eru javnan í Íslandi og fiska laks. Í gjár fekk Jóan Magnus Rasmussen í Leirvík henda flotta fiskin í Íslandi Lítil veiða við húki Tvey línuskip fiska við Ísland, men væntandi landar bara annað skipið hesa vikuna. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Fríggjadagin vóru bara tvey línuskip til fiskiskap undir Føroyum, og væntandi kemur annað av hesum inn at landa hesa vikuna. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onnur línuskip, sum liggja, fara út aftur í næstum. - Streymurin verður harður fyrst í hesi vikuni, men batnar, sum vikan gongur. Veðrið sær út til at roynast væl, og tí verður helst nakað av útróðri. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur. vilmund@sosialurin.fo Øll sleppa inn í Virkið Tað er Emiel Simonsen, sum stendur fyri arbeiðnum Her liggur stóri finnhvalurin, sum grønlendingar hava skotið. Á innsettu myndini síggjast nakrir av stórhvalabúffunum hjá kokkinum á Ågot, Símuni í Vátutoft