Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAKMENTAN Barbara Hlm Í farnu viku gjørdi spyr.fo eina kanning fyri Sosialin um kjak­ mentan á netinum. 300 vórðu spurd í aldrinum 15 – 80 ár, og av teimum spurdu søgdu 64 prosent av kvinnunum, at tær kjakast als ikki á netinum, meðan 51 prosent av monnunum søgdu tað sama. Í Svøríki og Danmark er hetta eisini ein veruleiki, sum kjakast hevur verið nógv um. Seinastu árini hava ymiskar kvinnur skrivað um tann veruleikan, sum kvinnur uppliva í kjakum á netinum. Paula Larrain, journalistur, skriv­aði í tíðargrein í Politiken tann 8. november í 2014, at kvinnur hókna fyrst undir trýstinum í einari sjúkari kjakmentan. Hon vísir á, at tað er gerandis­ kostur í Danmark, at kvinnur verða møttar við einum niðrandi og beinleiðis sexistiskum tóna, tá ið tær ditta sær at luttaka í kjakið á netinum. Teirra kyn verður nýtt sum amboð at skjóta teirra hugsanir niður og tað hevur, sam­ bært journalistinum, sera stóra ávirkan. Hon vísir á, at hennara royndir siga, at stingur tú nøsina fram á netinum, so skalt tú verða fyrireikað uppá og tola at fáa bank. Tað sama sigur Benja Stig Fagerland, rithøvundur, vinnu­ lívskvinna og fyrilestrarhaldari um kvinnur í vinnulívshøpi. Longu 23. Juni í 2012 skrivaði hon í Politiken í Danmark, at kvinnur mugu vænta sær sera hatskar viðmerkingar frá monnum, sum hata kvinnur, um tær blanda seg í kjak á netinum. Orsaka av, at hon sjálv upplivdi at fáa hatskar viðmerkingar, sum vóru grundaðar á hennara kyn, valdi hon at kanna nærri millum aðrar framstandandi kvinnur. Og sambært tíðargreinini í Politiken í 2012, var úrslitið skakandi. 80 prosent av teimum kvinnunum hon var í samband við, høvdu upplivað hatskar viðmerkingar. Hava eisini dømi í Føroyum Í Føroyum hava vit hvørki hagtøl ella fokus á spurninginum um, hvussu kvinnur verða móttiknar, um tær kjakast á netinum. Men vit hava eitt dømi um, hvussu ein kvinnuligur leiðari varð umrødd, tá ið hon var til viðgerðar á einum trái á Facebook. Tað var tann 5. Mai í 2015, at ein skúlaleiðari varð kærdur til Mentamálaráðið, orsaka av ein­ari Facebook viðmerking um Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kring­ varp­inum. Á einum trái, sum sæst aðrastaðni her á síðuni, var Liljan hótt við hópneyðtøku. "Hon er stødd í Kringvarpinum í løtuni! Eg tendri mín svarta gangstrarabuss (rape van), so fara vit allir samlir! Hvør við?" Soleiðis viðmerkir  ein før­oy­ ingur á sínum Facebook-vanga, eftir at hava sæð Dag og Viku mána­kvøldið 27. Apríl 2015. Viðmerkingin um hópneyðtøku seg um Liljuni Weihe, tíðinda­leið­ ara, sum hetta kvøldið var vertur í sendingini og hevði Karst­en Hansen, landsstýrismann, í sjón­ varps­stovuni. Undir viðmerkingini skrivar ein skúla­leiðari sítt íkast. "Eg veit, hvar hon býr!" og síðani "I'm in" Skúlaleiðarin varð kærdur og segði tíðindaleiðarin seg kenna tað sum sína ábyrgd, at kæra, tá ið ein skúlaleiðari luttók í hesum ógvusliga kjakinum. Ikki eins galið í Føroyum At tað eru dømi um hatskar viðmerkingar móti kvinnum í Føroyum, er forkvinnan í Kvinnu­ felagnum í Havn, Tina K. Jakobsen ikki í iva um. Føroyar er ikki grund­ leggjandi øðrvísi enn londini kring okkum í so máta. Men ein stórur munur er, og tað er, at í Føroyum kennast vit sum oftast við hvønn annan og tí kann tað fáa størri avleiðingar í Føroyum, at slíkt verður skrivað. Hetta er ikki eitt økið, sum Kvinnufelagið hevur arbeitt við, men Tina K. Jakobsen sigur frá sær sjálvari, at størsta orsøkin til, at hon sjáldan kjakast á netinum er, at tað er á ov lágum støði. Eg haldi ikki kvinnur halda seg aftur, tí tær eru smædnari enn menn. Eg haldi heldur orsøkin er, at kvinnur halda kjakið vera so mikið primitivt, at tær ikki KVINNUR HALDA S 64 prosent av kvinnunum, sum hava svarað í nýggjari kanning siga, at tær ongantíð luttaka í kjakið á netinum. Av monnunum eru 51 prosent, sum siga tað sama Hevur tú upplivað niðrandi viðmerkingar ella hatska talu á netinum? Send tína uppliving til barbara@sosialurin.fo