mánadagur 22. august 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAKMENTAN
SEG FRÁ KJAKINUM
“Vit elska tykkum og gleða okkum til,
at tit halda fram við at vera ill. Uttan
tykkum var kjakið í Danmark fátækt,
og uttan tykkara atgongd til at kjakast
frítt, vóru vit á vandakós”. Orðini eigur
ábyrgdarblaðstjórin í Ekstra Blaðnum í
Danmark. Hetta skrivaði Poul Madsen í 2012
í einari oddagrein til Nationen – kjaksíðuna
hjá Ekstra Blaðnum. Nationen hevur tað
orð á sær, at tað er har innari svínhundarnir
hjá dønum sleppa til orðanna, tí mangan er
tónin óvanliga niðrandi og hvassur.
Men fyri tey á Ekstra Blaðnum hevur
tað týdning, at tey, sum annars ikki mynda
almenna orðaskifti, eisini sleppa til orðanna
og verða hoyrd. Síðani flóttafólkastreymin
í Danmark hevur Ekstra Blaðið tó broytt
hugsan. Framvegis sleppa fólk at kjakast
sum tey vilja á Nationen, men blaðið hevur
eisini upprættað síðuna Opinionen, har
úrvald fólk skriva klummur og tíðargreinar
og síðani verður eggja til kjak út frá teirra
uppleggum – og rithøvundarnir luttaka í
kjakinum undir greinunum.
Orsøkin er sambært Poul Madsen,
ábyrgdarblaðstjóra hjá Ekstra Blaðnum,
at tey framvegis rúma teimum, sum kjak
ast á Nationen, men at blaðið ikki longur
vil standa á síðulinjuni og eygleiða við
merkingarnar uttan at luttaka í kjakinum.
- Vit hava eina ábyrgd í samfelagnum,
tí vit eru tey einastu, sum eru í samband
við hesi fólkini, sum annars ikki sleppa til
orðanna. Tað er okkara uppgáva at lurta
eftir teimum og kjakast við tey, og tað er
meira neyðugt nú enn nakrantíð, segði
Poul Madsen við Politiken 17. Oktober 2015.
Tí flóttafólkaspurningurin í Danmark elvdi
til áður ósædda haturstalu á Nationen og
tað vildi Ekstra Blaðið blanda seg uppí.
Poul Madsen, ábyrgdarblaðstjóri á
Ekstra Blaðnum hevur mangan áður ført
fram, at mest umráðandi endamálið við
Nationen tó er, at fólk fáa aftursvar uppá
sínar hugsanir. Tí við at føra tínar hatsku
viðmerkingar fram í almenna rúmið, so
er møguleiki fyri, at tú fært svar uppá
tiltalu. Tað viðførir í øllum førum, sambært
ábyrgdarblaðstjóranum, at tínar hugsanir
vera avbjóðaðar av øðrum.
Men ein granskari á Journalisthá
skúlanum í Århus er av tí fatan, at fólka
ræði stendur fyri hóttafalli orsaka av
kjakmentanini. Í 2010 segði hann við
Videnskab.dk, at ávirkanin av nýggju miðl
unum kann elva til, at fólkaræði ikki hevur
lív lagað.
Ejvind Hansen granskaði í 2010 í Jour
nalistháskúlanum í Århus í hvørja ávirkan
nýggir miðlar hava á samtíðina. Hann vísir
á, at kjakmentanin á netinum viðførir,
at tú kanst siga eitt nú og eitt annað um
eina løtu og tað fær ongar avleiðingar.
Flytir tann kjakmentanin seg til restina
av samfelagnum, so kann tað sambært
granskaranum merkja, at fólkaræði og
nationalstaturin stendur fyri hóttafalli.
Er tað til gagns fyri fólkaræði, at kjakmentanin hevur flutt seg
til, at einhvør luttekur í kjakinum og kann gera so at kalla uttan
filtur? Ella er tað skaðiligt? Hugsanirnar eru ymiskar
SUNN ELLA SJÚK KJAKMENTAN?
Kjakmentan er í sjóneykuni
hjá Sosialinum í hesum
døgum. Sosialurin varpar ljós
á kjakmentan og í Vikuskiftis
Sosialinum komandi, kanst tú lesa
enn meira um evnið.
tíma at luttaka, sigur Tina K.
Jakobsen, forkvinna í Kvinnu
felagnum.
Samstundis heldur hon, at
kvinnur luttaka í kjakum, tá
ið kjakast verður á høviskum
støðið.
Eg havi eina fatan av,
at kvinnur eru partur av
kjakinum á netinum. Men
fyritreytin er helst, at kjakið
er á einum høviskum støðið og
tað veldst sjálvandi um evnið
kjakast verður um, hvussu
nógvar kvinnur luttaka, sigur
hon.
Hon
vísir
eisini
á,
at
hennara fatan er, at kvinnur
helst hugsa um at verja seg fyri
forhánisligum viðmerkingum,
sum vit vita koma á netinum.
Men eg vænti ikki tað er
eins ringt í Føroyum, sum tað
er til dømis í Danmark, sigur
Tina K. Jakobsen.