mánadagur 22. august 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
13
Føroyska U18-landsliðið í manshondbólti framdi tað bragd at vinna bronsu í EM-kapping í Bulgaria.
Stuttsøgdu tíðindini eru eisini merkt av OL-tíðindum og obligatoriskum fótbóltsstubbum
Neli Heldarskarð
HONDBÓLTUR
Farnu vikuna hevur før
oyska
U18-manslandsliðið
í hondbólti luttikið í EM-
kapping í Varna í Bulgaria. 11
tjóðir tóku lut í kappingini,
og vóru tey býtt í tveir bólk
ar. Føroyar endaðu nummar
tvey
í
sínum
bólki,
og
hetta merkti, at føroyingar
skuldu
spæla
bronsudyst
ímóti Makedonia, ið er ein
rættiliga stór hondbóltstjóð.
Dysturin ímóti Makedonia
gjørdist
sera
javnur
og
spennandi, men at enda skar
aðu
føroysku
dreingirnir
framúr við at vinna 33-32
eftir brotskastskapping. Frá
Ítróttarsosialinum skal ljóða
eitt hjartaliga til lukku til U18-
landsliðið!
Føroyski vinstri bakkurin,
ið spælir við U18-liðnum hjá
týska stórfelagnum Flens
burg-Handewitt,
Brandur
Halgirsson, varð valdur til
besta verjuleikara í kapping
ini.
Ungarn vann kappingina við
finalusigri ímóti Turkalandi -
Ungarn vann 36-28.
Danmark hevur vunnið OL
í manshondbólti fyri fyrstu
ferð í søgu landsins. Hetta
gjørdist greitt í gjár, tá ið
Danmark vann 28-26 ímóti
Fraklandi, ið annars hevur
havt gott tak á dønum í
hondbóltsendaspølum
í
nógv ár. Stóri spælarin hjá
Danmark í kappingini hevur
verið, júst sum í seinastu
árunum, Mikkel Hansen, ið
av nógvum verður mettur
at vera heimsins besti hond
bóltsleikari.
Hjá
kvinnunum
var
tað
somuleiðis ein tjóð, ið á fyrsta
sinni nakrantíð vann OL-gull
í kvinnuhondbólti. Russland
vann 22-19 ímóti Fraklandi.
Í vikuskiftinum gjørdist eis
ini greitt, at málverjin hjá
VÍF seinnu árini, Niklas Sim
onsen, fer niður til Danmark
ar at spæla. Hin 20 ára gamli
kvívíkingurin fer framyvir at
spæla við Skjern, har hann
í fyrstu syftu fer at spæla
á eykaðliðnum, ið dagliga
húsast í triðbestu deildini.
Skjern Håndbold er ímillum
tey størstu hondbóltsfeløgini
í Danmark.
FÓTBÓLTUR
Brasilia fekk sína hevnd
fyri lemjandi 7-1 tapið ímóti
Týsklandi í HM, sum varð
hildið í Brasilia í 2014. Á søgu
ríka Maracana-leikvøllinum
eydnaðist tað leygarkvøldið
Brasilia at vinna ímóti Týsk
landi í OL-finaluni. Dysturin
endaði 1-1 í vanligari leiktíð,
og at enda varð neyðugt við
brotssparkskapping, áðrenn
dysturin
bleiv
avgjørdur.
Tað var superstjørnan hjá
Brasilia, Neymar, sum skeyt
avgerandi brotssparkið, ið
tryggjaði vertstjóðini sigurin
og gleði og gleim í fótbóltsøru
tjóðini.
Liverpool kom niður á jørð
ina aftur eftir 4-3 sigurin á
útivølli ímóti Arsenal. Sera
óvæntað tapti Liverpool 2-0
á útivølli ímóti uppflytara
liðnum, Burnley. Liverpool
tykist at vera akkurát líka
óstøðugt sum vant.
Zlatan Ibrahimovic hevur av
sonnum trinið inn á Premier
League-pallin, sum Zlatan
trínur inn á einhvønn pall í
fótbóltshøpi. Fríggjakvøldið
skoraði hann bæði málini,
tá ið Manchester United
vann 2-0 á heimavølli ímóti
Southampton.
Hetta
var
samstundis fyrsti dystur hjá
Paul Pogba, síðani hann kom
aftur til United sum heimsins
dýrasti fótbóltsleikari. Dýri
fransmaðurin
á
miðuni
kom væl frá uppgávuni, og
United er komið frálíka væl
frá byrjan í nýggja kapping
arárinum.
Arsenal kom á talvuna leyg
ardagin, tá ið ein tamur
dystur ímóti meistaraliðnum
frá
farna
kappingarári,
Leicester, endaði 0-0. Ónøgd
in ímillum Arsenal-fjepparar
er framvegis stór, tí at Arsène
Wenger framvegis ikki hevur
styrkt liðið nøktandi. Wenger
sigur framvegis, at Arsenal
hevur ætlanir um at styrkja
um hópin, men prísurin á
leikaranum skal samsvara við
evni leikarans.
Besta deildin í Spania, Prim
era División, byrjaði í viku
skiftinum. Barcelona legði
frá landi við tennissiffrum,
tí at Real Betis varð bast
heili 6-2 á Camp Nou. Luis
Suarez skoraði hattrick, og
Lionel Messi vildi ikki standa
aftanfyri - hann skoraði tvey
mál.
Real Madrid fekk eisini eina
knasandi góða byrjan upp
á nýggja kappingarárið. Á
útivølli í Baskaralandinum
ímóti Real Sociedad vann
Real Madrid trygt 2-0. Málini
skoraðu Gareth Bale og ungi
Asensio.
Fasti málverjin hjá Manchest
er City seinastu nógvu árini,
Joe Hart, hevur mist pláss
sítt í málinum hjá ljósabláa
liðnum úr Manchester, og
hann skal neyvan vænta at
fáa tað aftur í bræði. Sam
bært fleiri altjóða miðlum er
kilenski málverjin hjá Barce
lona, Claudio Bravo, ávegis
til City. Eftir øllum at døma
keypir
Barcelona
niður
lendska Jasper Cillessen sum
avloysara fyri Bravo.
OL
Olympisku leikirnar í Rio
eru um at enda. Ongin ivi er
um, at USA ,,vinnur” OL, tí at
amerikanarar hava vunnið
heili 121 heiðursmerki - 46
gull, 37 silvur og 38 bronsur.
Síðani er spenningur um at
enda nummar tvey og trý í
innanhýsis kappingini mill
um tjóðirnar. Bretland hevur
vunnið 67 medaljur, meðan
Kina hevur vunnið 70. Bret
land er tó framman fyri Kina,
tí at bretar hava higartil
vunnið 27 gullmedaljur, með
an kinverjar hava vunnið 26
medaljur.
STUTTSØGD TÍÐINDI
U-18 VANN BRONSU
Í BULGARIA