mánadagur 22. august 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Friður er við at leggja seg
yvir brasilska høvuðsstaðin,
sum seinastu vikurnar
hevur verið OL-vertur fyri
túsundtals ítróttarfólkum
úr hundraðtals londum
VEITSLAN Í
Pætur Albinus
Fyrstu
summarleikirnir
í
Suðuramerika
eru
av.
Brasilski høvuðsstaðurin, Rio
de Janeiro, hevur seinastu
góðu tvær vikurnar hýst
teimum 11.544 íðkarunum,
sum hava kappast í til
samans 306 kappingum í 28
ymiskum
ítróttargreinum.
Frá morgni til myrkurs hava
íðkarar úr 207 ymiskum
londum
kappast
um
at
røkka dreymum teirra, men
tað hevur – sum altíð – verið
bæði gleðis- og sorgartár
at síggja. Tað er tó nakað
av tí, sum eyðkennir allar
leikirnar, nevniliga kenslur.
Enda-hátíðarhaldið
fór
fram í nátt føroyska tíð, og
hóast nógvir íðkarar longu
vóru farnir heim, so var tað
ein stór veitsla við sangi,
røðum og fýrverki. Thomas
Bach, IOC-forseti, takkaði
íðkarum,
áskoðarum
og
sjálvbodnum
fyri
teirra
luttøku áðrenn hann alment
lýsti leikirnar at vera a v.
Næstu summarleikirnir
vera í Tokyo í 2020.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
OL
Fríggjaði í OL
Mangar løtur í OL eru heilt serligar, og fyri kinesisku He Zi komu tvær serligar
løtur mest sum í senn. Júst sum hon var komin av sigursskamlinum, har hon hevði
fingið silvur í útlopi, stóð sjeikur hennara fyri henni. Hann gjørdi ikki mætari enn
at fara á knæ og fríggjaði til hennara frammanfyri øllum áskoðarunum. Sjeikurin,
Qin Kai, sum eisini íðkar útlop, fekk tíbetur eitt ja.
- Vit hava verið saman í seks ár, men eg væntaði ikki, at hann fór at fríggja í dag,
segði hon eftir minniligu hendingina.
- Hann hevur givið mær vøkur orð og nógv lyfti, men tað, ið rørir meg mest, er
at eg meti hetta vera mannin, ið eg kann stóla upp á restina av lívinum, segði 25 ára
gamla He Zi um tann fimm ár eldri komandi mann sín.
Gull
Silvur
Bronsu Tilsamans
1
USA
46
37
38
121
2
Storbritannien
27
23
17
67
3
Kina
26
18
26
70
4
Rusland
19
18
19
56
5
Tyskland
17
10
15
42
6
Japan
12
8
21
41
7
Frankrig
10
18
14
42
8
Sydkorea
9
3
9
21
9
Italien
8
12
8
28
10
Australien
8
11
10
29
28
Danmark
2
6
7
15
29
svøríki
2
6
3
11
74
Noreg
0
0
4
4
78
Finnland
0
0
1
1
-
Ísland
0
0
0
0
Heiðursmerkjayvirlit
So søgdu tey...
Mo Farrah, rennari (Stórabretland)
– Eg koyri kroppin ígjøgnum helviti hvønn dag fyri at tryggja mær, at eg kann
vera errin í Rio.
Mariana Pajón, BMX-súkklari (Kolumbia)
– Eg havi brotið fleiri bein enn eg havi vunnið meistaraheitir. Leitar tú eftir onkrum
tryggjari, far so og svim.
Rogerio Dutra Silva, tennisspælari (Brasil)
– Fyri einum ári síðani var eg nummar 533 í verðini. Hevði onkur fortalt mær, at eg
fór at vinna ein dyst í OL, so hevði eg sagt, at tað var lygn.
Aleksandra Patskevich, synkronsvimjari (Russland)
– Perfektión hevur eingi mørk.
Helen Maroulis, glíming (USA)
– Øll kunnu vinna. Tað havi eg billað mær sjálvari inn. Eg ætlaði mær ikki at hyggja
at Goliath og blíva bangin.
Usain Bolt, rennari (Jamaica)
– Eg vil teljast ímillum teir stóru, so sum Muhammed Ali og Pelé.
Simone Biles, fimleikari (USA)
– Eg eri ikki tann næsta Usain Bolt ella Michael Phelps. Eg eri tann fyrsta Simone
Biles.
Pia Sundhage, fótbóltsvenjari (Svøríki)
– Tað er í lagi at vera ein ræðuskítur, so leingi tú vinnur.