mánadagur 22. august 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
RIO ER AV
OL
SERLIGAR LØTUR Í OL…
Danska Sara Slott Petersen vinnur silvur
í 400 metra forðarenning. Hetta er fyrsta
heiðursmerki í kvinnuligum donskum
frælsum ítrótti síðani Lily Carlstedt
vann bronsu í spjótkasti í 1948.
Amerikanski svimjarin, Ryan Lochte, verður
handtikin fyri at hava íspunnið eina søgu
um eitt ógvusligt álop á gøtuni. Tríggir aðrir
svimjarar verða eisini handtiknir, men allir
gjalda seg leysar. Lochte hevur orsakað seg
alment og sagt, at hann tók ov rívan til.
Brasilska manslandsliðið í fótbólti við
Neymar á odda vinnur OL-finaluna heima
á víðagitna Maracana-leikvøllinum
frammanfyri 80.000 áskoðarum,
tá ið finalan ímóti Týsklandi verður
vunnin við brotssparkskapping eftir
1-1-javnleik í vanligari leiktíð.
Svenska Sarah Sjöström setur nýtt
heimsmet í 100 metrar firvald, tá ið
hon í finaluni svimur tíðina 55,48. Hon
átti sjálv heimsmetið frammanundan,
sum var 55,64 frá HM í Kazan í fjør.
Simone Manuel úr USA skrivar søgu, tá ið
hon gerst fyrsti myrki svimjari, ið vinnur
OL-gull sum einstaklingur. Hon vann gull
á teininum 100 metrar frísvimjing.
Við fimm gullheiðursmerkjum er amerikanski
svimjarin, Michael Phelps, nú størsti
gullmerkjaslúkur í OL-søguni. Hann hevur
vunnið 23. Skulu øll heiðursmerki teljast
við hjá 31 ára gamla svimjaranum, sum nú
fer at gevast, so er talið 28.
Danska
manslandsliðið í
hondbólti vinnur
28-26 í finaluni
ímóti verandi
OL-vinnarunum úr Fraklandi. Hetta er
fyrstuferð í OL-søguni, at danska mansliðið
vinnur heiðursmerki, og so enntá gull.
Wayde van Niekerk úr Suðurafrika setur
óvæntað nýtt heimsmet á 400 metra renning,
tá ið hann á sjálvari geil átta rennur við
tíðini 43.03. Tvey onnur heimsmet verða
sett í frælsum ítrótti: etiopiska Almaz Ayana
á 10.000 metrum (29:17.45) og polska
Anita Włodarczyk í hamarkasti (82,29m).
Danski Viktor Axelsen vinnur bronsu í
einmansleiki hjá monnum í badminton. 22 ára
gamli Odense-drongurin vinnur bronsudystin
2-1 í settum ímóti Lin Dan úr Kina. Í
tvímansleiki hjá kvinnum vinna Camilla
Rytter Juhl og Christinna Pedersen silvur.
71 ára gamli Pat Hickey, írskur
limur í olympisku nevndini, verður
handtikin og varðhaldsfongslaður undir
illgruna fyri ólógliga víðarisølu av
atgongumerkjum, ið hann hevur tjent
milliónir upp á. Hann noktar seg sekan.
Bolt í søgubøkurnar
Risin av Jamaika er framvegis heimsins
kvikasti, og í Rio setti hann eitt ótrúligt met
Pætur Albinus
Usain Bolt veit heilt einfalt ikki hvussu tað kennist at tapa í OL. Hann hevur
luttikið í níggju OL-teinum, og hann hevur vunnið allar níggju. Í OL í Beijing í
2008 vann gull í 100 metrum, 200 metrum og
4x100 metrum saman við Jamaika. Tað sama
gjørdi hann í London í 2012, og mín sann um
hann ikki eisini gjørdi tað í Rio í ár. Hann
er fyrsti maður í OL-søguni, sum vinnur eitt
sokallað triple-triple, eitt trífalt hattrikk.
Usain Bolt, sum fylti 30 ár í gjár, hevur
sagt, at hetta var hansara seinasta OL.
Bestu tíðir hansara liggja nøkur ár afturi
í tíðini, kanska serliga í 2009, tá ið hann
setti heimsmet bæði í 100 metrum og 200
metrum, men í Rio prógvaði hann, at hann
framvegis er nógv tann skjótasti maðurin
í heiminum. Hann snøgt sagt smurdi alla
mótstøðu av.
– Hetta var ein lætti. Nú er tað av. Eg
eri glaður og errin av mær sjálvum. Tað
gjørdist veruleiki. Trýstið hevur verið hart, og eg síggi hetta sum eitt stórt bragd,
segði Usain Bolt, sum gevst eftir HM næsta ár.