Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Føroysku útisetarnir tykjast væl fyri undan landsdystinum móti Ungarn. Teir flestu byrjaðu inni og fingu væl burturúr. Gilli Rólantsson Sørensen endaði tó á sjúkrahúsinum Tróndur Arge Í vikuni keypti Brann Bergen Gilla Rólantsson frá Aab. Longu í gjár stóð tvøra­ maðurin á vøllinum frá byrjan, tá Brann tók móti odda­liðnum Rosenborg. Føroyingurin byjaði inni á høgra vongi framman fyri yvir 17 túsund áskoðarum. S t ó r a lokala blaðið í Bergen, Bergens Tidende, eisini nevnt BT millum manna á norska vestur­land­in­um skrivar, at Gilli Rólants­son endaði á sjúkra­hús­in­um í Hauk­land í Bergen. Orsøkin var, at hann kendis eg illa, eftir at hann í fyrra hálv­leiki fekk ein bólt beint í høvdið. – Gilli fekk ein bólt í høvdið, og hann mátti leggja seg á vøllin eina løtu. Tá hann so spældi víðari, so hildu vit ikki, at talan var um nakað serligt. Í steðginum tyktist hann at hava tað gott, men í seinna hálvleiki kendi hann seg ikki væl. Hann mátti seta seg niður, og tað svirraði fyri honum. Hann hevði kvalma, og var eitt sindur illa fyri, tá hann kom niður í umklæðingarrúmið, greiðir Arne Instebø, lækni hjá Brann sigur í samrøðu við Bergens Tidende, frá. Arne Instebø tók sær eingi óráð fyri, og syrgdi fyri, at Gilli Rólantsson var fluttur á sjúkrahúsið í Haukland til at gera nærri kanningar. Gilli Rólantsson fekk eina sonevnda CT-kanning, har høvdið verður skannað. – Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at ongar bløðingar eru í høvdinum, sum ein kann óttast fyri í slíkum støðum. Tað er ikki ofta, at ein bóltur, sum rakar eitt høvd elvir til ein heilaskjálvta, men vil illa til, og bólturin rakar skeivt, so kann tað elva til ein heilaskjálvta, sigur Arne Instebø við Bergens Tidende. Bergens Tidende skrivar annars, at Gilli Rólantsson leikliga bestóð debutina fyri Brann Bergen. MIillum annað eisini fyri sítt langa innkast. Fyrsti sigurin til Hall Hansson AC Horsens vann í fríggja­ kvøldið sín fyrsta dyst í hesum kappingar­ár­in­um. Hallur Hansson, sum spældi allan dystin, og hansara lið­ felagir vunnu 2-1 á Lyngby. Av­gerandi málið skora­ði íslendski Kjartan Finn­ bogason. Undan dystinum hevði AC Horsens spælt fýra javn­leikir og tapt ein. Ser­ liga illa smakkaði javn­leik­ urin móti Silkeborg um­ farið fyri. Tí kom tað væl við, at AC Horsens vann á uppflytarunum úr Lyngby. Hallur Hansson spældi allan dystin. Hann hevur verið fastur maður á liðnum síðani hann bleiv keyptur í summar. Við sigrinum hevur AC Horsens fyribils vunnið seg upp á níggjunda pláss eftir seks dystir. FC Nordsjælland og Randers, sum hevði Brand H. Olsen á bonkin­um allan dystin, spældu javn­leik 1-1. Tveir sigrar og ein javnleikur til føroyingafeløgini Tað eydnaðist før­oyinga­ feløgun­um í næstbestu donsku fótbóltsdeildini at fáa sjey av níggju møguligum stigum í gjár. Vend­syssel FF við René Shaki Joensen á vøll­in­um vann 2-0 á FC Fredericia á heima­vølli. Tá fimm minutt­ir vóru farnir gjørdi FC Fredericia sjálv­mál, tá ein tími var farin tryggjaði Thomas Dal­gaard Vendsyssel FF øll trý stigini, tá hann skoraði til 2-0. Talan er um fyrsta sigurin hjá Vendsyssel FF hetta kappingarárið. Hákun Edmunds­son kom eisini á vøllin. Vejle vann heili 3-0 á Næstved á útivølli. Viljormur í Heiðunum Davidsen var við frá byrjan. Vejle var á odda 1-0 í steðginum. Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager á úti­vølli spældi javnleik 1-1 ímóti HB Køge. HB Køge kom á odda longu tá fýra minuttir vóru farnir. Mike Mortensen javnaði fyri Fremad Amager, tá 70 minuttir vóru farnir, og tryggjaði Fremad Amager eitt stig. Talan er um fjórða javn­leikin hjá Fremad Amager í fimm dystum hetta kappingar­árið. Íslendingarnir á vøllin í kvøld Bæði FH, við Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum, og Fylkir við Sonna Ragnar Nattestad í hópinum, skulu spæla í bestu deildini í Íslandi í kvøld. Serliga fyri FH er talan um týdningarmiklan dystin, Teir fáa vitjan at Stjarnuni, ið er gamla felagið hjá Gunnari Nielsen. FH er fýra stig fremst í úrvalsdeildini. Stjarna er eitt av trimum liðnum, ið deila annað plássið við 27 stigum. Tí kann FH við sigri í dag draga frá Stjarnuni, umframt at Fjølnir og Breiðablik hava spælt ein dyst fleiri, og skulu ikki í dyst í kvøld. Tey fingu bæði javnleik í gjár. Fylkir, sum hevur leigað Sonna Ragnar Nattestad frá FH, liggur á næstaftasta plássi. Fylkir fær í dag vitjan av ÍA Akranes. Eisini Jóan Símun Edmunds­son og OB spæla í kvøld. OB er á vitjan í Esbjerg. Tofta­maðurin hevur fingið væl at spæli­tíð seinastu dystirnar. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Útisetarnir FÓTBÓLTUR GILLI VIÐ FRÁ BYJAN OG ENDAÐI Á SJÚKRA­HÚSINUM