Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TRÍGGIR SPÆLARAR SKULU LYFTA LIÐIÐ 1. DEILD: EB/Streyma venjarin og liðformaðurin eru samdir í, at tað skal ikki so nógv meiri til, áðrenn liðið kann standa seg í bestu deildini Jóannes Hansen So er tað veruleiki, ið tað mest sum alt kappingarárið hevur verið bíðað eftir. Nú er tað greitt, at steðgurin í næstbestu deildini hjá EB/ Streymi í hesum umfarinum bara verður eitt ár. Leygarkvøldið var skipað fyri móttøku við Margáir, tá ið ferðalagið kom aftur til hús aftur eftir ferðina um Skopunar­fjørð. Talan var um uppgerð millum suverena toppliðið, og B71, sum er botnlið. Tað vera tvær deildir millum hesi bæði liðini næsta kapp­ingar­ár. Meðan EB/ Streym­ur hevur tryggjað sær pláss í bestu deild­ini, so er tað mest sum greitt, at B71 í 2017 fer at spæla í aðru deild. Leygardagin sást tað ikki, at tað næstan eru tvær deildir á muni millum hesi bæði liðini. Úrslitið var 2-1 til EB/Streym, eftir at Patrick Toh beinan­vegin legði heima­liðið fram­um. Tá ið hálvur fyrri hálvleikur var farin, var støðan 2-1 til EB/ Streym. 17 ára gamli Niklas T. Kruse, sum bara hevur verið á liðnum tríggjar tær seinastu ferðir­nar, skoraði bæði málini. Sigurin ber við sær, at tað eru nítjan stig frá EB/Streymi og aftur til FC Suðuroy á triðja plássi. FC Suðuroy hevur seks dystir eftir at spæla, og harvið er bara møguleiki hjá suður­oying­un­ um at vinna átjan stig. Fagnaðurin var stórur við Margáir leygarkvøldið, nú tað er greitt, at tað næsta ár aftur verður sunnudags­fót­bólt­ur. Stóri spurningurin er, hvussu tað fer at roynast hjá heima­ liðnum við Margáir, sum áður hevur vunnið so nógvar sigrar bæði í lands­kappingini og steypa­kappingini. Olgar Danielsen vandi næst­besta EB/Streyma lið­ið í fyrstu og aðru deild í 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011. Í ár hevur hann havt ábyrgd­ina av besta liðnum, og tað hevur gingið sum smurt. Tað resta fimm dystir. Úrtøkan úr 22 dystum er átjan sigrar og fýra javn­leikir. – Vit hava vunnið nógv, og spælið og hugburðurin hava verið góðir. Vit iðra okkum um onkrar av javnleikunum, sum vit avgjørt áttu at havt vunnið. Eitt nú í sætta umfari, tá ið tað endaði 1-1 á Argjum í líkindum, sum vóru so vánalig, at tað ikki átti at verið spældur fótbóltur, sigur EB/Streyma venjarin. Nú verður málið at vinna deildina og at seta met í úr­ tøku. Tað metið eigur B68, sum í 2007 vann 72 stig. EB/ Streymur hevur fimm stig fleiri enn 07 Vestur, sum fríggja­kvøld­ið tapti 3-1 á Vágs­eiði. Harvið er tað fram­ vegis møgu­leiki fyri, at 07 Vestur skal taka fremsta plássið frá EB/Streymi. Síðsta innan­hýsis topp­upp­ gerðin verður sunnudagin, tá ið 07 Vestur fer at vitja við Margáir. Um tað skal eydnast EB/ Streymi at seta met og harvið at vinna fleiri enn 72 stig, so skal liðið vinna fulla úrtøku í øllum fimm dystunum, sum eru eftir, áðrenn punktum verður sett leygardagin fyrsta oktober, tá ið EB/Streymur í 27. umfari eigur heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Hvat skal til fyri at EB/ Streymur skal standa seg í bestu deildini? – Tað valdast um, hvat málið er. Um tað er at sleppa undan niðurflyting, so skal ikki so nógv til, sigur Olgar Danielsen venjari hjá EB/ Streymi, og hann heldur fram: – Vit hava fleiri spælarar eftir frá liðnum, sum vann so nógv, eitt nú Arnar Dam, Marna Djurhuus, Leif Niclasen og Brian Olsen, so hava vit fleiri, sum hava verið við tey seinastu árini, eitt nú Jóhannes Hansen, Andras Olsen og Ragnar Danielsen, og so eru tað nakrir heilt ungir, sum hava víst, at teir eru evnaríkir. Millum hesar er 17 ára gamli Niklas T. Kruse, sum skoraði bæði málini ímóti B71 leygardagin. 24 ára gamli Arnar Dam er lið­formaður í EB/Streymi: – Eg veit ikki, um vit undir­ mettu B71, men 2-1 sigurin ber ikki boð um, at talan var um botn ímóti toppi. Tað er áhugi fyri liðnum, men sjálvandi verður tað størri áhugi, tá ið vit spæla í bestu deildini, enn tað er, tá ið vit spæla í næstbestu deildini. Vit hava tveir rættiliga torførar dystir eftir – ímóti EB/Streymi og FC Suðuroy – men vit ætla at vinna allar dystirnar, sigur EB/Streyma liðformaðurin. Tá ið prátið snýr seg um framtíðina, sigur Arnar Dam soleiðis: – Eg vænti, at vit skulu fáa tveir ella tríggjar spælarar aftrat, men tað er torført at siga. Botnurin avgjørdur Tað eydnaðist FC Suðuroy at vinna heimadystin ímóti 07 Vestur 3-1. Gestirnir løgdu seg framum beinanvegin, tá ið Tóki á Lofti skoraði, og leiðslan helt sær í fjøruti minuttir. Dygst undan steðginum javnaði Teitur Mortensen, og fyrsta korterið eftir steðgin skoraði FC Suðuroy toppskjúttin Búi Egils­son tvær ferðir. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy fram­vegis er favo­rittur at vinna bronsu­ merkini. Einasti avbjóðarin er Giza Hoyvík, sum vann tryggan 4-1 sigur ímóti grann­ un­um í HB. Síðsta málið hjá Giza Hoyvík skoraði Tróndur Arge við brotssparki! Tonni Thomsen skoraði sigurs­málið til 3-2 í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, tá ið Víkingur vann óvæntaðan sigur á úti­vølli ímóti NSÍ, sum tað mesta av hesum kappingarárinum var frammar­laga í kappingini um bronsu­plássið. Í botninum er tað mest sum avgjørt, at AB flytur niður saman við B71. AB legði leygardagin rygg til 5-1 tap á heimavølli ímóti KÍ. Inntil tað restaðu átjan minuttir var støðan 1-1. So gekk tað skjótt hjá KÍ, sum síðsta stóra korterið skoraði fýra mál. 23. umfar Sunnudagin 28. august KÍ-NSÍ Víkingur-HB EB/Streymur-07 Vestur Giza Hoyvík-B71 FC Suðuroy-AB NSÍ-Víkingur 2-3 (0-0) 0-1: Arnbjørn Svensson 52. 1-1: Debes Danielsen 58. 2-1: sjálvmál 62. 2-2: Hans Jákup Lervig 75. 2-3: Tonni Thomsen 90.+1. HB-Giza Hoyvík 1-4 (0-3) 0-1: Emil Ronaldsson 5. 0-2: Bjartur Kjærbo 36. 0-3: Emil Ronaldsson 42. 1-3: Daniel Johansen 72. 1-4: Tróndur Arge br 90. AB-KÍ 1-5 (1-1) 0-1: Aksel Danielsen 7. 1-1: sjálvmál 8. 1-2: Aksel Danielsen 72. 1-3: Eivindur Sørensen 83. 1-4: Karl Josephsen 85. 1-5: Henry Heinesen 90. B71-EB/Str. 1-2 (1-2) 1-0: Patrick Toh 7. 1-1: Niklas T. Kruse 12. 1-2: Niklas T. Kruse 23. FC Suðuroy-07 Vestur 3-1 (1-1) 0-1: Tóki á Lofti 5. 1-1: Teitur Mortensen 44. 2-1: Búi Egilsson 47. 3-1: Búi Egilsson 57. FÓTBÓLTUR 1. Deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 EB/Streymur 22 18 4 0 81 16 +65 58 2 07 Vestur 22 17 2 3 74 29 +45 53 3 FC Suðuroy 21 12 3 6 47 29 +18 39 4 Giza Hoyvík 22 12 2 8 49 34 +15 38 5 NSÍ II 22 10 1 11 49 61 -12 31 6 KÍ II 22 9 2 11 44 49 -5 29 7 Víkingur II 22 6 4 12 31 47 -16 22 8 HB II 22 6 3 13 44 63 -19 21 9 AB II 22 2 5 15 17 62 -45 11 10 B71 21 2 4 15 24 70 -46 10 Máltindurin: Leif Niclasen EB/Streymur . . . 23 Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 20 Ahmed Keita Giza Hoyvík . . . . 20 Búi Egilsson FC Suðuroy . . . . . 15 Debes Danielsen NSÍ . . . . . . . . 15 Mynd: Álvur Haraldsen