mánadagur 22. august 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB
Sum lundi á jólanátt.
AB snøgt sagt sorlaði
zig zag, sjálvt um vit
bert spældu fótbólt í
fyrra hálvleiki, koyri
á, so vinna vit rest,
hava 30 stig og yvirliva. Sodan
frensar.
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Ein frálík upphiting
til steypafinaluna.
Súni er rættiliga
heitur í løtuni, hetta
var fantastiskt. Nú er fult fokus á
Smyril og Tórsvøll. Koyr á KÍ
SÆBJØRN LEITI ÍF
Aftur tap í dag,
tað sær ikki
so gott nú, vit
mugu uppá
hestin aftur
Koyr á ÍF
ALLAN ENGHAMAR HB
-
LISSI MOURITSEN B36
NO WORDS
NEEDED !
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Vit eru eftirhondini
so von at vinna, at
ein javnleikur følist
sum eitt tap!
Hatta kundi vit havt
gjørt betri.
Ein strika í
rokningini, men vit koyrá á víðari!
Góðir!
Jóannes Hansen
Fótbóltskappingin er farin í
seinnu summarfrítíðina. 22.
umfar verður sunnudagin
11. september. Í gjár var 21.
umfar, og harvið eru seks
umfør og átjan stig eftir at
spæla um, áðrenn punktum
verður sett leygardagin 22.
oktober.
Í gjár vunnu tvey tey
fremstu á heimavølli. KÍ vann
4-0 á TB, og Víkingur vann 5-0
á Skála.
Triðja liðið, sum síðstu
umførini hevur verið roknað
at vera tað einasta, ið hevur
møguleika at bjóða tveim
um teimum fremstu av í FM
kappingini, er NSÍ. Í gjár
endaði tað málleyst, tá ið
HB vitjaði í Runavík. Hetta
er bara onnur ferðin, síðani
kappingin í 2005 varð víðkað
at fevna um 27 umfør, at tað
er endað javnt, tá ið hesi bæði
feløgini hava kappast við
Løkin. Fyrra ferðin var seinni
dysturin í fjør, tá ið tað eisini
endaði málleyst.
Støðutalvan
sigur,
at
tað nú eru sjey stig frá NSÍ
á triðja plássi, og fram til
KÍ og fremsta plássið. Tað
gloppið sær út til at vera ov
stórur biti hjá NSÍ at taka
aftur. Víkingur er framvegis
fýra stig aftanfyri KÍ, sum
verður størri FM favorittur
fyri hvørt umfarið, ið verður
lagt afturum. Tað eru færri
møguleikar at minka um
munin.
Tá
ið
landskappingin
aftur verður á skrá um
smáar tríggjar vikur tørna
lyklauppgerðir fyri beinan
vegin. Tá fær NSÍ vitjan av
KÍ, og Víkingur skal spæla
torføran dyst í Gundadali
ímóti HB. Sunnudagin eftir,
18. september, fær Víkingur
vitjan av KÍ!
Leygardagin hittast KÍ og
Víkingur í steypafinaluni.
Sum talvan sær út í løtuni og
við tí í huga, at tað resta bara
seks umfør, so liggur tað til,
at alt gullið endar eystanfyri
Gøtueið – bæði FM gullið og
løgmanssteypið!
AB livir í vónini
Í gjárkvøldið ásannaðu tofta
menn, at teirra steðgur í
fremstu røð í hesum um
farinum bara verður eitt ár.
– Tað er tungt at staðfesta,
men tað er liðugt. Vit eru vón
sviknir av okkum sjálvum.
Verjuspælið
riggaði
væl
ímóti B36, men tað gjørdi tað
ikki í kvøld. Nú ræður um at
byggja upp av nýggjum, sigur
B68 veteranurin Jóhan Dávur
Højgaard.
Í gjárkvøldið legði B68 rygg
til 5-0 tap á Argjum. At B68
hevur givið skarvin yvir sást
síðstu løtuna, tá ið heimaliðið
skoraði tvey mál í tíðini, sum
dómarin hevði lagt aftrat.
Nýggi álopsspælarin, Símin
Hansen
skoraði
tvey
og
legði upp til tað triðja, sum
innskifti Símun Samuelsen
skoraði.
Stigatalvan sigur, at tað nú
eru fimm stig frá AB og fram
til Skála, sum er á áttanda
plássi.
Hvussu tað verður hjá
AB valdast í stóran mun um
úrslitini tvær tær næstu
ferðirnar:
– Vit vunnu 5-0, og vit
høvdu møguleikar at vinna
uppaftur meiri. Eitt nú varð
eg ov spentur, tá ið eg var
spældur púra leysur. Tvær
tær næstu ferðirnar hava
vit ÍF á útivølli og Skála á
heimavølli. Um tað eydnast
at vinna í Fuglafirði, so verður
tað opið aftur. Vit hava gott
mót, og avrikið ímóti B68 vísti,
at tað kann bera til. Vit runnu
og stríddust fyri hvørjum
øðrum, og vit spældu okkum
til
stórar
málmøguleikar,
sigur Dion Splidt, sum síðani
summarsteðgin hevur verið
aftur á AB liðnum, eftir at
hann fyrr í ár var uttanlands.
Nógvar kenslur
upp á spæl
Skála kennir tað brenna undir
sær. Tað er ikki eydnast at
skora mál og vinna stig síðani
á jóansøku – fríggjakvøldið
24. juni – tá ið tað endaði við
1-0 heimasigri ímóti ÍF. Síðani
tá hevur Skála tapt fimm
ferðir á rað við samantalda
málmuninum
0-13!
Jákup
Johansen skoraði sigursmálið
ímóti ÍF, tá ið fimm minuttir
vóru farnir. Síðani hevur
Skála verið á vøllinum í 535
minuttir uttan at finna vegin
til netið í mótstøðumálinum.
– Vit spældu okkum til
møguleikar
ímóti
Víkingi,
men vit megnaðu ikki at
skora. AB nærkast okkum,
men tað er framvegis upp
til okkum sjálvar at gera av,
hvør lagnan verður, staðfestir
Skála
málverjin
Andras
Gango.
Eftir at hava havt vitjan
av B36 og eftir at hava verið
á Argjum fær Skála vitjan
av B68. Tað kann fara at
vísa seg at vera avgerandi,
um tað eydnast at vinna á
toftamonnum.
Víkingarnir stórfegnaðust
um stórsigurin í Sarpugerði.
Merkisvert
var
tað,
at
Heilt nógv skal venda øðrvísi síðst í oktober,
um ikki bara løgmanssteypið, men eisini FM
steypið endar í Sarpugerði ella í Klaksvík
EFFO-DEILDIN
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
KÍ OG VÍKINGUR
KAPPAST UM
BÆÐISTEYPINI