mánadagur 22. august 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
KANN ENN TAKA METIÐ Hóast Klæmint A. Olsen misnýtti
gyltan málmøguleika at skjóta 21. málið hetta kappingarárið,
so er hann ikki langt frá málmetinum, sum Súni Fríði Barbá og
Uni Arge eiga í felag við 24 málum upp á eitt kappingarár
DYSTURIN
HESA VIKUNA
3
SÍMUN RÓGVI
HANSEN
Eitt vandamikið útspark í fyrra
hálvleiki, men annars einki at
seta fingurin á. Tók sær av tí,
sum hann skuldi.
4
TOBIAS OLESEN
Ein av teimum mest
eyðsýndu á heimaliðnum.
Kvikleikin bar hann mangan aftur
um HB-verjuna, men sum oftast
var úrslitið hornaspark.
3
PER LANGGAARD
Onkur einstøk ótrygg støða
í tí rótuta fyrra hálvleikinum,
men annars var avrikið hampiligt.
Einki mál ígjøgnum.
3
JENS JOENSEN
Verjuskiparin kom eisini
rímiliga væl frá tí. Hevur
stríðshugin, sum rakk langt í
hesum tætta dystinum.
2
MONRAD HOLM
JACOBSEN
Avrikið sum heild var á einari leið,
men í verjustøðu fekk hann tveir
óneyðugar og vandamiklar bóltar
inn um seg.
2
ÁRNI
FREDERIKSBERG
Lítið eyðsýndur í mun til hvat
hann plagar at vera. Royndi
nógv, ið rættast var, men nógv
miseydnaðist, og hann tóktist
ikki at vera nøgdur.
3
BETUEL HANSEN
Hevði øðrvísi leiklut, har
hann datt aftur í miðverjuna, tá
ið NSÍ byrjaði uppspøl. Var raskur,
las spælið væl og fangaði nógvar
bóltar.
2
NICOLAJ KØHLERT
Vánaligt avrik í fyrra
hálvleiki, har hann misti nógvar
bóltar, men spældi seg eitt vet
upp aftur í seinna hálvleiki. Fínar
stikningar.
3
EINAR
TRÓNDARGJÓGV
Slapp hesaferð at royna seg á
vonginum, og tað slapp hann
bara væl frá. Átti eitt hav av
innleggum, og tey flestu vóru
góð.
3
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
Sum vera man kropsliga
styrkin, sum skein ígjøgnum,
men sentrala plássið gjørdi,
at hann eisini luttók í nógvum
uppspølum. Miðal.
2
KLÆMINT A. OLSEN
Var hildin í stuttum snóri av
Jóhan T. Davidsen, og slapp ikki
fram at til tað nógva. Misnýtti
eitt brotsspark.
SPÆLARAMETING
Pætur Albinus
Við Løkin í Runavík runnu
tveir av eltarunum, NSÍ
og HB, inn í hvønn annan
sunnudagin. Hvørki av lið
unum hevði serliga væl ráð
til at tapa. NSÍ, tí at KÍ og
Víkingur av álvara hava vind
í seglunum, meðan HB er í
harðari kapping við grannan
úr B36 um at fáa fjórða
plássði, ið gevur evropeiska
luttøku næsta ár.
Bólttap
Dysturin byrjaði ógvuliga
lovandi, har NSÍ og HB fyrstu
fimm minuttirnar áttu hvør
sítt væl spælda álop, sum var
tætt við at geva góðar mál
møguleikar.
Men her steðgaði tað, tí
restin av fyrra hálvleiki var
merkt av ógvuliga nógvum
villum. Leikferðin var høg –
spælið gekk skjótt, men eftir
fáar spælingar varð bólt
urin javnan lorkaður burtur,
kanska serliga av NSÍ. Tað
hómaðist órógv yvir spælin
um, og serliga mitt á mið
vøllinum vórðu bóltar mistir.
Av tí sama, so vóru ikki
nógvir
málmøguleikar
í
fyrra
hálvleiki.
Klæmint
A. Olsen royndi seg við
einum langskoti fyri NSÍ,
sum fór framvið málinum,
meðan HB hevði tvey góð
boð ímóti málinum. Fyrst
var
tað
runavíkingurin,
Jóhan T. Davidsen, sum
stútaði beint framvið, og
stutt áðrenn hálvleik var tað
Bartal Wardum, sum – eftir
at bólturin varð rættaður av
– rakti á stongina.
Fyrri hálvleikur endaði tó
málleysur, og rætt var tað,
tí hesin hálvleikurin hevði
mest sum ikki uppiborið
nakað mál.
Kropsligt
Seinni hálvleikur byrjaði har,
sum fyrsti endaði. Nógvar
villur og lítið av flótandi
spæli. Klæmint A. Olsen
royndi seg við beinleiðis
frísparki, men Teitur M.
Gestsson bjargaði lættliga,
og í hinum endanum royndi
Tróndur Jensen seg við lang
skoti. Væl var skotið, heilt
upp ímóti handara málhorni,
men har var Símun Rógvi
Hansen og vildi tað øðrvísi.
Dysturin mentist til at
gerast ein kropsligur dyst
ur við nógvum nærdyst
um. Serliga mitt á miðvøll
inum var harður dystur
HB og NSÍ spentu bein hvør fyri øðrum á stigatalvuni,
tá ið liðini í gjár spældu málleysan javnleik við
Løkin í Runavík, har NSÍ misnýtti eitt brotsspark og
mátti taka til takkar við ársins fyrsta javnleiki
EINGIN HEVÐ
UPPIBORIÐ
SIGURIN
Jan Dam var eftir dystin ímóti NSÍ ikki
serliga harmur um, at teir ikki fingu øll
stigini við sær til Havnar aftur.
– Eg eri nøgdur við eitt stig í Runavík.
Vit vita, at teir hava eitt gott lið, og
at teir høvdu vunnið seks teir síðstu
dystirnar. Men eg eri nógv, nógv nøgdari
við innsatsin hjá leikarunum í dag. Heilt
einfalt ein fantastiskur innsatsur allan
vegin ígjøgnum, sannur stríðsvilji, segði
Jan Dam eftir dystin.
Hann segði, at gamaní góvu teir NSÍ
pláss á síðuni, men at miðverjan fekk allar
bóltarnar vekk, sum komu innfyri.
– Okkara taktikkur var, at vit vildu bíða
eitt sindur eftir teimum. At lata teir koma
eitt sindur niðan, at vera kompaktir og
at royna - tá ið vit fingu bóltin - at koma
skjótt niðan í álop, segði hann.
Um orsøkina til, at HB einans legði eitt
miðal-trýst langt afturi á vøllinum, sigur
HB-venjarin:
– Teir hava jú Føroya besta áleypara og
Árna Frederiksberg, so man er noyddur at
taka verjupartin sera, sera seriøst ímóti
NSÍ.
Eftir
eina
stigið
í
Runavík
er
setningurin hjá HB tann sami, nevniliga at
fáa 4. plássið, ið gevur atgongd til Evropa.
– Sjálvandi, sjálvandi. Vit hava allar
mans tøkar næstuferð, eisini Arnbjørn
Hansen, so eg síggi øgiliga ljóst upp á
næsta dyst ímóti Víkingi, segði Jan Dam
at enda.
HB-venjarin er nøgdur