mánadagur 22. august 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. august 2016 · Nr. 95
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
4
TEITUR M.
GESTSSON
Hevði gott ræði í málteiginum,
men tað, sum lyftir hann yvir
miðal, er framúr góða bjargingin
av brotssparkinum.
3
JÓGVAN RÓI
DAVIDSEN
Orkumikli stríðsmaðurin á høgra
bakki lat íðan so nógv innlegg
fara innfyri, men so var tað
heldur ikki verri enn tað.
3
JÓHAN T. DAVIDSEN
Hevði væl fatur á
toppskjúttanum í Effodeildini,
trímenningi sínum, Klæminti A.
Olsen. Fór hart til hansara, og tað
slapp hann við.
3
FRÓÐI
BENJAMINSEN
Aldursforsetin bakkar ikki ein
tumma. Óttaleysar takklingar –
líkt er til, at hann er tilreiðar at
stríðast fyri landsliðið aftur.
4
ÁRI MOHR JÓNSSON
Hevði úr at gera ímóti kvika
høgra bakkinum hjá NSÍ. Tað
var á góðari leið, men serliga í
álopspartinum setti hann ferð á
og var eyðsýndur.
2
PÁL M. JOENSEN
Tað var lítið at síggja til
hansara, men leikgongdin loyvdi
honum ikki ordiliga inn í dystin.
3
BARTAL WARDUM
Ungi miðvallarin fýrdi ikki
fyri at taka nærdystirnar upp á
miðvøllinum. Ósmæðið avrik, sum
hann kann vera nøgdur við.
3
TRÓNDUR JENSEN
Tað var harður dystur um
miðvøllin, so tað kreativa var
ikki so sjónligt, men avrikið var
skilagott, og hann átti eina naska
skotroynd.
3
MAGNUS EGILSSON
Gott avrik á vonginum, har
hann helt sítt pláss væl og eisini
stuðlaði væl í deyðbóltsstøðum.
Stinnur í luftspælinum.
2
CHRISTIAN R.
MOURITSEN
Kom ikki nógv frá hansara fótum
í fyrra hálvleiki. Var darvaður av
skaða, og mátti lata seg útskifta
í steðginum.
2
ØSSUR DALBÚÐ
Royndi at liggja framvið, men
tað fall ikki í hansara lut, tí hann
hevði ikki nógv at arbeiða við.
Skapti heldur ikki nógv sjálvur.
3
ADRIAN
JUSTINUSSEN
(INNSK. Í 46MIN.)
Kom inn í seinna hálvleiki, tá
ið NSÍ var meira á bóltinum, og
varð tí ikki settur nógv upp í
spælinum. Kom tó væl frá tí tær
ferðirnar, hann hevði bóltin.
ímillum teir kropssterku Pól
Jóhannus Justinussen og
Bartal Wardum, men aðra
staðni á vøllinum vóru eisini
takklingar, sum vildu nakað.
Hóast spælið ikki var av
tí besta, so kunnu liðini ikki
lastast fyri stríðsviljan, sum
av álvara var í hæddini.
Brotssparkið
Hóast fáar málmøguleikar,
so fekk NSÍ ein risa møgu
leika at leggja seg á odda, tá
ið seinni hálvleikur var 10
minuttir gamal. Eftir horna
spark datt bólturin fyri
føturnir á Einar Tróndar
gjógv, sum langaði til úr
20 metrum. Bólturin brast
í Trónda Jensen hjá HB,
og dómarin, Petur Reinert,
metti, at hann hevði nýtt
hondina. Brotsspark til NSÍ.
Liðskiparin
hjá
NSÍ,
toppskjúttin í Effodeildini,
Klæmint A. Olsen, var settur
at skjóta. Hann skeyt eitt
ferðmikið skot ímóti stongini
til vinstru fyri HB-málverjan,
men har var Teitur M. Gests
son í fullari longd og bjargaði
brotssparkinum.
– Tað er altíð súrt at
brenna straffi, men tað er
altíð ein avgerð, man tekur
áðrenn, hvar ein skjýtur, og
hesaferð fór Teitur rættan
veg og bjargaði. Tað er tað,
segði Klæmint A. Olsen eftir
dystin um brotssparkið.
Málleyst
Tað loysnaði ongantíð í
dystinum,
eiheldur
sein
astu løtuna, tá ið ein kundi
vænta sær størri trýst á
málini. Liðini hildu væl um
í verjupartinum, og eingir
stórir málmøguleikar vóru
at síggja. Tað var kanska
virðingin ímillum liðini, og
kostnaðurin av einum møgu
ligum tapi, sum var viðvirk
andi til, at álopsbogin ongan
tíð varð fult spentur.
Tað endaði við málleysum
javnleiki, og tað mátti sigast
at vera hóskandi í hesum
dystinum,
har
ein
eftir
dystin hevði ilt við at peika á
hvør hevði uppiborið sigurin.
Við einum stigi í part er
NSÍ nú dottið tvey stig longri
frá KÍ og Víkingi, meðan HB
nú er trý stig aftanfyri B36
heldur enn tað eina stigið,
sum var munurin áðrenn
dystin.
Næsta umfar fáa bæði
liðini tó møguleikan at vinna
seg inn aftur á tey ovaru
liðini, tí tá fær NSÍ vitjan av
KÍ, meðan HB fær vitjan av
Víkingi.
ALBINUS@SOSIALURIN.FO
SPÆLARAMETING
1 til 6
NSÍ-HB 0-0 (0-0)
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Tobias, Per Langgaard, Jens Joensen,
Monrad Holm Jakobsen – Árni Frederiksberg, Betuel Hansen (Jann
Martin Mortensen, 82.), Nikolaj Køhlert, Einar Tróndargjógv (Petur
Knudsen, 74.) – Pól Jóhannus Justinussen - Klæmint A. Olsen
Gult kort: Per Langgaard, Pól Jóhannus Justinussen
Venjari: Anders Gerber
HB: Teitur Matras Getsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan
Troest Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári Mohr Jónsson –
Tróndur Jensen, Bartal Wardum – Pál Mohr Joensen, Christian
R. Mouritsen, Magnus Egilsson – Øssur Dalbúð
Gult kort: Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen
Venjari: Jan C. Dam
FÓTBÓLTUR
Tað var intenst. Nú tá ið spælið
ikki var nakað at reypa av og
stóru møguleikarnir ikki komu,
so var hugaligt at síggja sannan
stríðsvilja frá báðum liðum.
Eingin bakkaði ein tumma
Fáir málmøguleikar og einki mál.
Eingin spenti álopsbogan av
álvara fyri at fáa sigurin, sum
bæði liðini annars høvdu tørv á
FYRSTI JAVNLEIKURIN Hjá NSÍ var tað merkisvert, at teir fyrstu
20 umførini ikki høvdu spælt ein einasta javnleik. 14 sigrar og
seks tap vóru komin burturúr teimum fyrstu 20 dystunum, men
eftir 0-0 í gjár hava runavíkingar so fingið fyrsta javnleikin
ÐI
Myndir: Álvur Haraldsen
Umvent HB-venjaranum, so er NSÍ-
venjarin, Anders Gerber, ikki heilt nøgdur
við at missa fyrstu stigini eftir seks sigrar
á rað.
– Nei, vit eru ikki nøgdir. Áðrenn dystin
vildu vit hava trý stig, og tað vildu vit eisini
nú. Eg eri tó nøgdur við avrikið, tí eg haldi
vit avrika væl á vøllinum. Tað er greitt, at
vit gjarna vildu vunnið 1-0, men tá ið vit
ikki kláraðu at vinna, so eru vit nøgdir við
0-0. Sum útgangsstøði eri eg tó vónbrotin,
segði Anders Gerber eftir dystin
– Vit mangla neyvleika. Uttan at eg
soleiðis havi nærlisið dystin, so haldi eg, at
vit vóru tættari við enn HB og manglaðu
tann síðsta neyvnleikan, segði hann.
Hann er ikki nógv fyri at tosa um
møguleikarnar fyri at fáa FM, ella um teir
eru nøgdir við at sleppa í Evropa næsta ár.
– Vit fara eftir at vinna næsta dyst, og
so mugu vit síggja hvussu langt tað ber.
Tað er greitt, at nú hini oddaliðini vunnu,
so var tað eitt slag fyri okkum í mun til
fyrsta plássið. Vit kunnu tó sjálvir skapa
spenning í aftur, tí nú møta vit KÍ um
tríggjar vikur, segði NSÍ-venjarin at enda.
Anders Gerber:
Neyvnleikin manglaði