mánadagur 22. august 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 6. JUNI 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vilmund Jacobsen
N
orðdepli, sum er ein av bygdun
um í Hvannasunds kommunu, er
lutfalsliga ung niðursetubygd.
Tað var í 1866, at Poul Sivertsen
og kona hansara Marin fluttu úr
Hvannasundi yvir um Sundið og valdu
at búseta seg í Norðdepli.
Dagurin, tá tað fyrstu ferð reyk úr
ljóðaranum í nýbygdu húsum teirra,
var hin 28. august í 1866, og soleiðis
eru um dagarnar júst liðin 150 ár
síðan hesa hending.
Húsini, sum tey bygdu fyri 150
árum síðan, standa framvegis niðri við
sjóvarmálan, tó at nógv er broytt bæði
innan-og uttanveggja øll hesi ár.
Nógv verður gjørt burtur úr, at
Norðdepli við sínum umleið 160
íbúgvum nú hevur 150 ár á baki, og
tað er Hvannasunds kommuna, sum
Norðdepli er partur av, ið saman við
góðum kreftum skipar fyri.
Hesin hátíðardagur fer ikki aftur við
borðinum, uttan at nógv verður gjørt
burturúr.
Katrin Næs, borgarstjóri í Hvanna
sunds kommunu, vísir á, at tá bygdin
fylti 100 ár í 1966 var stórt tiltak, og
nú bygdin hevur 150 ár á baki, ætlar
kommunan, at dagurin skal gerast
ógloymandi.
Tá Vikublaðið vitjaði í Norðdepli í
síðstu viku, vóru fólk í bygdini í holt
við at prýða og fríðka.
Í góðveðrinum henda dagin stóðu
fólk og málaðu, og onkur var farin út
um við grasklippara.
Ein hópur av ymiskum tiltøkum
verður á skánni í Norðdepli, bæði til
børn og vaskin, og hesi fara vit neyvari
at venda aftur til inni í serblaðnum í
dag.
Borgarstjórin sigur, at Zacharias
Hammer hevur gjørt ein film á umleið
hálvan tíma, sum lýsir søguna hjá
bygdini hesi 150 árini, og eisini er ein
bók á 224 síður skrivað um bygdina og
fólkið. Tað er Snorri Brend, sum saman
við familjuni býr á Viðareiði, ið hevur
skrivað bókina.
– Hóskvøldið 25. august verða
filmur og bók løgd fram, og hetta
verður so byrjanin til eitt vikuskifti,
har mentan, ítróttur, fundir, fram
førslur, fyrilestrar, framsýningar og
felagsskapur verða í fokus.
Katrin Næs sigur, at sjálvan há
tíðardagin - sunnudagin 28. august
– verður fólkafundur á torginum í
Norðdepli, har ein minnissteinur eisini
verður avdúkaður.
Millum mongu tiltøkini, sum verða
fyriskipað í samband við hátíðarhaldið,
verður eitt nú togtogan eftir byrgingini
millum grannabygdirnar, Norðdepil
og Hvannasund. Tiltakið ódnartak
verður, har róð verður stuttan tein, og
møguleiki verður eisini at spæla tey
gomlu spølini, sum børnini í Norðdepli
spældu í sínari tíð.
Katrin Næs vísir á, at ein serstøk
matstova verður í bygdini, har møgu
leiki verður at keypa sær góðan mat úr
sjónum, ið verður borðreiddur sum eitt
sjálvtøkuborð.
– Vit eru altíð blíð í kommununi,
og fólk eru altíð vælkomin á gátt,
men seinnapartin leygardagin verður
eitt serligt tiltak, sum vit rópa
»blíðskapur«. Tá eru fólk vælkomin
at heilsa upp á og vitja heima hjá
fólki í Norðdepli, sigur borgarstjórin í
Hvannasunds kommunu.
Hin 28. august í 1866 - ella fyri 150 árum síðan – reyk á fyrsta sinni úr
ljóðaranum í fyrstu nýbygdu sethúsunum í Norðdepli