Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Øll vælkomin til 150 ára hátíðarhald í Norðdepli – Eg ivist onga løtu í, at vit fáa nakrar hugnaligar og gevandi dagar í Norðdepli, og vegna Hvannasunds kommunu vil eg bjóða øllum – bæði nær og fjar – hjartaliga vælkomnum til Norðdepils, sigur Katrin Næs, borgarstjóri Vilmund Jacobsen B orgarstjórin í Hvannasunds kommunu, sum Norðdepil er partur av, er væl nøgd við skránna, sum er løgd fyri hátíðarhaldið í Norðdepli, nú bygdin fyllir 150 ár. – Tað hevur eydnast nevndini aftan fyri hátíðarhaldið at leggja eina spennandi og forvitnisliga skrá, har nakað er til allar aldursbólkar. Vit fegnast og eru teimum takksom, sum hava brúkt nógva tíð og orku upp á at skipa alt so væl, nú hátíðarhaldið stundar til. Hon vísir á, at kommunan eisini hevur verið við, og soleiðis kemur út nýggj bók um Norðdepil, eins og filmur er gjørdur um bygdina. – Minnissteinur verður reistur og avdúkaður yvir fyrstu niðursetufólkini, og her hevur kommunan eisini skipað eitt ávíst torg, har fólk kunnu savnast og sessast. Vit eru eisini teimum takk­ som, sum so hegnisliga hava gjørt hetta arbeiði. Borgarstjórin vísir á, at í skránni fyri hátíðarhaldið verður savningarstaðið rópt torgið, men hetta er alt so nýtt, at tað ikki er óhugsandi, at staðið kanska fær eitt annað navn. – Tað fer bygdarfólkið og kommun­ an seinni at meta um. Spennandi róðrar Katrin Næs sigur seg fegnast um øll tiltøk, sum eru á skránni, og hon heldur, at her verður nógv ymiskt og for­vitni­sligt at fara til. – Eg eri eisini ógvuliga glað fyri, at kapp­róður verður við. Ódnartøk verða leygar­dagin, 27. august, klokkan 14, og her verður tað NHR, Norðdepil/ Hvanna­sunds sóknar róðrar­felag, sum skipar fyri. Róð verður á stuttum teini sunnan fyri byrgingina. Starturin liggur fastur í byrgingini, og róð verður suður eftir. Her kunnu vit vænta okkum nógvar spennandi róðrar við góðum útsýni at fylgja við. Sum borgarstjóri í kommununi gleðir Katrin Næs seg til hátíðarhaldið og til øll tey mongu tiltøk, sum eru á skrá. Hjartaliga vælkomin! – Eg ivist onga løtu í, at vit fáa nakrar hugnaligar og gevandi dagar í Norðdepli, og vegna Hvannasunds kommunu vil eg bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum at luttaka í hátíðarhaldinum. Lagt verður fyri seinnapartin hósdagin, 25. august, og skráin fyri hátíðarhaldið varar til og við sunnudagin, 28. august, ið er dagurin fyri 150 árum síðan, tá tað fyrstu ferð reyk úr ljóðaranum í fyrstu húsunum í Norðdepli, sigur Katrin Næs, borgarstjóri. Katrin Næs er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, sum fevnir um bygdirnar Hvannasund, Norðdepil, Depil, Múla og Norðtoftir Mynd: Vilmund Jacobsen – Tað verður nógv ymiskt og forvitnisligt at fara til, bæði hjá børnum og vaksnum, og vegna kommununa fegnist eg um, at tað hevur eydnast at skipa eina so áhugaverda og fjølbroytta skrá, sigur Katrin Næs, borgarstjóri