mánadagur 22. august 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 34 • 22. AUGUST 2016
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fýra hendingaríkir
dagar í Norðdepli
Skráin fyri hátíðarhaldið í Norðdepli byrjar hósdagin, 25. august og
hildið verður fram til sunnukvøldið, 28. august
Vilmund Jacobsen
Hátíðarhaldið í Norðdepli, nú bygdin
sunnudagin 28. august hevur 150 ár
á baki, byrjar hósdagin, 25. august
klokkan 17, tá lagt verður fyri við
barnaspølum á torginum í Norðdepli.
Frá klokkan 19 hóskvøldið fara
tiltøkini fram í Skúlanum á Fossánesi,
har lagt verður fyri við bókini hjá
Snorra Brend - “Norðdepil 150 ár”
og klokkan 20 við frumsýning av
filminum hjá Zachariasi Hammer,
“Norðdepil, heimstaður okkara”.
Klokkan 19 letur myndaframsýning
upp á Fossánesi, og her verður eisini
kórsangur, røður og signering av
bókini hjá Snorra Brend.
FRÍGGJADAGUR
Fríggjadagurin, 26. august, byrjar klokkan 13,
tá Livar Nysted letur upp málningaframsýning
á Sundsvegi 37 í Hvannasundi, og framsýningin
verður opin til klokkan 20.
Klokkan 15 verður gongutúrur við Pól
Sundskarð, og her verður byrjað á Fossánesi.
Tá komið verður aftur, fær gongufólkið ein bita.
Filmurin hjá Zachariasi Hammer verður eisini
vístur fríggjadagin á Fossánesi. Her verða fleiri
sýningar í tímunum millum klokkan 16 og 20.
Klokkan 16 lata Depilsgarður og motorsavnið
í Gamla skúla - Universitetinum í Norðdepli –
upp og verða opin til klokkan 20. Sama er við
húsunum hjá Jóannesi fyri Handan, sum henda
dagin fara at hava opið til klokkan 20.
Gomul barnaspøl verða aftur á skránni á
torginum í Norðdepli fríggjadagin klokkan 17.
Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað bókina
»Hvalurin er mín«, fer at halda fyrilestur í
Skúlanum á Fossánesi klokkan 19. Heitið á
fyrilestrinum er »Peder Michelsen – Fyrsti
hvalaskjúttin í Føroyum«.
Seinast á skránni fríggjadagin verður filmurin
hjá Zachariasi Hammer um Norðdepil.
LEYGARDAGUR
Leygardagurin, 27. august, byrjar við morgunmati, sum verður borðreiddur
nærindis gomlu handilslonini, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
Á middegi leygardagin verður barnatiltak á torginum, og klokkan 13 letur
listaframsýningin hjá Livari Nysted í Hvannasundi uppaftur.
Klokkan 13 leygardagin fer Treysti at skipa fyri kapprenning, og klokkan
14 verður kappróður. Hetta eru ódnartøk, sum lokala róðrarfelagið í
Hvannasunds kommunu - NHR - skipar fyri.
Um 14-tíðina verður eisini togtogan eftir byrgingini.
Seinnapartin leygardagin – frá klokkan 14-20 – verður myndaframsýning
í Skúlanum á Fossánesi, og tá verður eisini filmurin hjá Zachariasi
Hammer vístur fleiri ferðir.
Frá klokkan 14-20 verða Depilsgarður, motorsavnið í gamla skúla og
húsini hjá Jóannesi fyri Handan opin.
Seinnapartin leygardagin verður nógv á skánni í Norðdepli. Matstovan,
sum hevur alt gott úr sjónum, verður opin nærindis gomlu handilslonini,
og her fara hjúnini, Magni og Hannebeth Garðalíð, at bjóða fram alt gott
úr sjónum.
Klokkan 16 fer Eyð Matras at siga frá Ainu Cederblom, og henda frásøgn
verður á torginum.
Eitt forvitnisligt tiltak, sum eisini verður á skránni leygardagin, er tiltakið
tey rópa »blíðskapur«, har høvi verður at støkka inn á gólvið og heilsa
upp á fólk í Norðdepli.
Finaludysturin um løgmanssteypið verður vístur á stórskíggja í Skúlanum
á Fossánesi klokkan 18, og klokkan 22 verður føroyskur dansur í arbeiðs
mannafelagshúsinum.
Klokkan 23 leygarkvøldið verður sangur og tónleikur á torginum, og á
midnátt verður skotið fýrverk, har 150 ára dagurin hjá Norðdepli sum
niðursetubygd verður skotin inn!
SUNNUDAGUR
Sunnudagurin verður meira friðarligur í Norð
depli, tó at eisini henda dagin verða fleiri tiltøk
á skránni.
Lagt verður fyri klokkan 11 við breyðbróting
í Hermon, og klokkan 12 verður familjuguds
tænasta í Hvannasunds kirkju.
Listin hjá Livari Nysted kann síggjast frá
klokkan 13-20, og klokkan 14 verður fólka
fundur á torginum í Norðdepli. Her verður kór
sangur, røða, og minnissteinurin yvir fyrstu
niðursetufólkini verður avdúkaður.
Myndaframsýningin og filmurin hjá Zachariasi
Hammer halda fram í Skúlanum á Fossánesi
klokkan 15-20, og í tímunum millum klokkan
15 og 20 verða Depilsgarður, motorsavn og
húsini hjá Jóannesi fyri Handan opin
Sunnudagin klokkan 15 verður innandura
rógvikapping fyri børn í neystinum hjá NHR, og
klokkan 16 fer Eyð Matras aftur at siga frá um
Ainu Cederblom.
Matstovan nærindis gomlu handilslonini verður
opin sunnudagin frá klokkan 15-19, og sunnu
dagurin endar við møti í Hermon, sum byrjar
klokkan 18..