Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 13 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA – Nú vóna vit bara, at veðrið verður gott, og at vit fáa nógvar gestir í Norðdepli hesar dagar, sigur Veronika Petersen Vilmund Jacobsen Sum partur av skránni fyri hátíðar­ dagar í Norðdepli, verður eisini skipað ein matstova við ymiskum góðum úr sjónum. Sjálv matstovan verður í einum tjaldi, sum verður sett upp nærindis gomlu handilslonini í bygdini. Tað verða hjúnini, Magni og Hannebeth Garðalíð á Húsum, sum standa fyri matstovuni og fara at borðrreiða. Tey hava ídnaðarkøk á Húsum, og tey hava eisini flytbaran ídnaðarkøk, sum tey taka við sær til Norðdepils. Matstovan verður skipað sum sjálvtøkuborð, har vaksin koma at gjalda 100 og børn 50 krónur. Møguleiki verður eisini at sita í arbeiðsmannafelagshúsunum og eta, práta og hugna sær við mati og góðum fólki. Matstovan í Norðdepli verður opin leygardagin, 27. august frá klokkan 15 til 29 og sunnudagin, 28. august frá klokkan 15 til 19. Vilmund Jacobsen V eronika Petersen, sum er uppvaksin og býr í Norðdepli og sum áður hevur verið borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, hevur líka sum verið samskipari í nevndini aftan fyri hátíðarhaldið, nú Norðdepil hevur 150 ár á baki sum niðursetubygd. – Vit byrjaðu hetta arbeiðið í fjør heyst og lagt varð fyri við einum fundi, har øll bygdin varð boðin við. Síðan varð ein nevnd skipað til at taka sær av uppgávuni. Veronika Petersen sigur, at tað hevur eydnast teimum at leggja eina góða og fjølbroytta skrá fyri hesar hátíðardagar, sum byrja hósdagin, 25. august og enda sunnudagin, 28. august. – Soleiðis, sum skráin fyriliggur, verður nógv ymiskt á skránni, bæði fyri børn og vaksin, ung, tilkomin og eldri. Gomul barnaspøl Eitt, sum verður á skránni í Norðdepli, eru gomul barnaspøl, og hetta tiltak fer fram á nýggja torginum í bygdini. – Tað verða vinkona mín, Gunrid Kallsberg og eg, sum fara at taka okkum av hesum. Hetta eru spøl, ið vit spældu sum smágentur í sjeyti-og áttatiárunum. Veronika Petersen sigur, at Depils­ garður, sum er gomlu húsini í Depli, verða opin, soleiðis at vitjandi kunnu síggja inn, og her sær út, soleiðis sum tað sá út í gomlum døgum. – Gamli skúli í Norðdepli – Uni­ versi­tetið, sum skúlin eisini verður róptur - húsar einum savni av gomlum bátamotorum, sum Hans Jørgen Nysted og Símun Sivertsen, ið báðir búgva í Hvannasundi, taka sær av. Hetta er eitt sera áhugavert og forvitnisligt savn, ið avgjørt er eina vitjan vert. Motorarnir hava eisini verið við sum partur av skránni fyri sjómannadagin í Klaksvík. Savnið, sum annars er opið eftir avtalu, verður opið frá fríggjadegnum, 26. august til og við sunnudagin, 28. august. Hon vísir á, at eitt av elstu húsum í Norðdepli - Hjá Jóannesi fyri Handan - eisini verður opið fyri almenninginum frá og við fríggjadegi til og við sunnudagin. – Eg haldi, at hesi húsini eru bygd í 1867 – ella árið eftir, at fyrstu niðursetufólkini komu. Húsini eru í upprunastandi, og tað er Rólvur Sivertsen í Norðdepli, sum eigur tey. Húsini hava tó ikki flagtekju, sum tey høvdu í gomlum døgum, leggur Veronika Petersen aftrat. Blíðskapur Eitt sera forvitnisligt tiltak, sum eisini verður teir dagar, hátíðarhaldið í Norðdepli varar, er tiltakið, sum rópt verður »blíðskapur«, har høvi verður at vitja innar hjá fólki í Norðdepli og heilsa upp á tey, ið inni eru. – Vit hava altíð hoyrt um, hvussu blíð fólk vóru, tá bygdin hátíðarhelt sín 100 ára dag fyri 50 árum síðan. Tá vóru hvørki tunlar, ei heldur byrging um Hvannasund, og tí mátti komast til bygdar antin í báti ella til gongu. Veronika Petersen heldur, at fólk í bygdini eru spent og glað um, at »blíðskapur« beinleiðis er ein partur av skránni. – Onkur hevur skemtandi sagt, at tey eru »noydd« at verða við, tí vit hava sett hetta í skránna, men eg haldi, at hetta er eitt genialt tiltak. Fólk í Norðdepli eru blíð og fyrikomandi, og vit vænta, at hetta verður ógvuliga stuttligt, hugnaligt og gevandi. Tiltakið »blíðskapur« er lagt seint seinnapartin, soleiðis at fólk í bygdini eisini hava høvi at vera úti og luttaka í teimum tiltøkum, sum annars verða í bygdini. Føroyskur dansur Føroyskur dansur verður í arbeiðs­ manna­felagshúsinum leygarkvøldið 27. august klokkan 22, og her verður tað Silja Sivertsen, ið hevur verið aktiv í Klaksvíkar Dansifelag, sum skipar fyri. – Soleiðis, sum skráin fyri hós­ dagin, fríggja­dagin, leygardagin og sunnu­dagin, sigur, verður nógv áhuga­ vert á skránni, og tað er ikki óvist, at ikki okkurt spontant kemur aftrat. Nú vóna vit bara, at veðrið verður gott, og at vit fáa nógvar gestir í Norðdepli hesar dagar, sigur Veronika Petersen. Av mongum, sum er á skrá í Norðdepli, nú bygdin verður hátíðarhildin, er framsýning av gomlum bátamotorum í gamla skúla – Universitetinum í Norðdepli Mynd: Vilmund Jacobsen – Fólk í Norðdepli eru blíð og fyrikomandi, og vit vænta, at tiltakið »blíðskapur« verður ógvuliga stuttligt, hugaligt og gevandi, sigur Veronika Petersen Alt frá gomlum barnaspølum til føroyskan dans í Norðdepli Góður matur frá Magna og Hannebeth