Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Minnissteinur yvir fyrstu niðursetufólk í Norðdepli Vilmund Jacobsen Tað eru nógv, sum seinastu tíðina hava verið í gongd í Norðdepli, nú dagurin til stóra hátíðarhaldið nærkast. Einstaklingar hava snøggað um hjá sær sjálvum við at mála og sláa gras, og Hvannasunds kommuna hevur asfalterað og fríðkað. Borgar­stjórin, Katrin Næs, sigur, at asfaltarbeiðið hevur ligið leingi á láni í kommununi, men nú verður tað so gjørt - fyrst í Norðdepli og síðan í Hvannasundi. – Tað er ikki lætt at fáa stórar maskinur til kommununa, men nú eydnaðist tað so í ár, sigur hon. Hon fegnast um, at tað hevur eydnast at skapt eitt ávíst torg í bygdini, sum kann gerast ein samlingsstaður. – Her niðan fyri, har minnissteinurin kemur at standa, koma benkur og borð at standa, soleiðis at fólk kunnu seta seg niður og savnast, sigur Katrin Næs, borgarstjóri. – Minnissteinurin verður umleið 1,35 metrar høgur, og fóturin verður umleið 2,05 metrar breiður, sigur Pól Fuglø Vilmund Jacobsen U mframt minnisvarðan, sum er reistur og sum varð avdúkaður í Norðdepli tollaksmessudag í 2013, verður nú eisini ein minnisvarði – ella eitt minnismerkið - reist á torginum í Norðdepli. Minnismerkið verður avdúkað sunnu­dagin, 28. august, tá júst eru liðin 150 ár, síðan fyrstu niðursetufólkini settu búgv í Norðdepli. Saman við øðrum hevur Pól Fuglø í Norðdepli seinastu tíðina laðað fundament og garð, soleiðis at minnissteinurin, sum verður skorin og tillagaður á Føroya Grótvirki í Skopun, kann setast upp og avdúkast á 150 ára hátíðarhaldinum í Norðdepli. Blandað grótsløg Pól Fuglø sigur, at grótið, sum er brúkt í arbeiðnum, er ikki nakað ávíst grótslag, men er ein blandingur av ymiskum sløgum, sum teir hava funnið ymsastaðni í økinum. - Nú arbeiðið hevur verið í gongd, hava vit fingið góðar aftureldingar frá fólki, sum hava verið niðri á plássinum og hugt, og hetta hevur verið eggjandi, nú hetta arbeiðið skuldi gerast. Umframt torgið við minnissteini, sum fólk í Norðdepli nú fara at fáa, er ein nýggj træbrúgv eisini gjørd, og økið er nú vakurt á at líta. Sambært skránni fyri hátíðar­ dagarnar í Norðdepli, verður fólka­ fundur á torginum klokkan 14, sunnu­dagin 28. august. – Her verður røða og kórsangur og at enda avdúking av minnissteininum, sigur Pól Fuglø. Ein lítil avdúking Pól Fuglø heldur, at nú dagurin er so nær, kann hann líka so væl avdúka tað, sum flestu longu vita. – Minnissteinurin verður umleið 1,35 metrar høgur, og fóturin verður umleið 2,05 metrar breiður. Hann sigur, at steinurin verður reistur yvir fyrstu niðursetufólkini í Norðdepli, Poul Sivertsen og konu hansara, Marin, og steinurin verður avdúkaður sum eitt høvi á júst 150 ára degnum. – Á aðrari síðuni verður ein bringumynd av Poul og Marini og á hinari síðuni mynd av húsum teirra í Norðdepli. Tað er Andreas Justesen á Viðareiði, sum hevur orðað tekstin á minnissteininum - ávikavist til niðursetufólkini og húsini. Pól Fuglø vísir á, at tað var trupult at fáa nakran at gera fundament og laðing kring steinin. – Eg segði, at um tey ongan fingu, skuldi eg taka mær av hesum, tó at eg ikki havi nakrar serligar - fyri ikki at siga ongar - royndir við grótlaðing. Tíðin til hetta arbeiðið hevur verið knøpp, men við góðari hjálp haldi eg, at tað hevur eydnast okkum at gera eitt snøgt og vakurt øki til minnissteinin, leggur hann aftrat. – Asfaltarbeiðið hevur ligið á láni í kommununi, men nú verður tað so gjørt, sigur borgarstjórin, Katrin Næs Mynd: Vilmund Jacobsen Fríðking í Norðdepli til hátíðardagin – Eg gleðist um, at tað hevur eydnast at skapt eitt ávíst torg í Norðdepli, sum kann gerast ein samlingsstaður, sigur borgarstjórin Tað er her á økinum niðan fyri parperingsplássið, at minnissteinurin yvir fyrstu niðursetufólkini í Norðdepli verður reistur Mynd: Vilmund Jacobsen