mánadagur 22. august 2016síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 34 • 22. AUGUST 2016
15
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
– Eg vóni, at fólk, sum fara at lesa bókina, skilja, at tað er eitt fantastiskt fólk, sum býr í
Norðdepli, sigur rithøvundurin, sum hevur skrivað nýggju bókina um Norðdepil
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki bara Snorri Brend, sum
hevur skrivað bók um Norðdepil, nú
bygdin fyllir 150 ár.
Kendi
sjónvarpsmaðurin
og
lærarin, Zacharias Hammer, sum man
eiga flottastu myndir av føroyskari
náttúru, hevur eisini gjørt ein film um
Norðdepil í samband við hátíðardagin.
Filmurin hjá Zachariasi Hammer,
sum væntandi fer at vara einar 27
minuttir, kallast »Norðdepil, heim
staður okkara í 150 ár«.
Skráin fyri hátíðarhaldið í Norð
depli, sum annars hevur sjálvan 150
ára dagin sunnudagin, 28. august,
byrjar longu seinnapartin hósdagin,
25. august.
Klokkan 19 hetta kvøldið verður
fyrst bókaframløga, og klokkan 20
verður filmurin hjá Zachariasi Hammer
frumsýndur.
Hesi bæði tiltøk – bókaframløga og
frumsýning – verða bæði í Skúlanum
á Fossánesi.
Tað verður spennandi at síggja,
hvat Zacharias Hammer fer at
leggja fyri dagin, nú filmurin
hjá honum um Norðdepil
verður frumsýndur
Snorri Brend hevur skrivað
bygdarsøgu um Norðdepil
Heimstaður okkara í 150 ár
Zacharias Hammer hevur gjørt film um Norðdepil, sum verður
frumsýndur hóskvøldið klokkan 20 í skúlanum á Fossánesi
Vilmund Jacobsen
– Tað verður skemtiliga sagt, at tað
nærmasta ein maður kann koma
hendingini at føða eitt barn, er tá
hann gevur út eina bók. Nøkulunda
hesa kenslu havi eg, nú onnur bók
mín verður útgivin á sjálvum 58 ára
føðingardegi mínum í hesi vikuni.
Tað sigur Snorri Brend, sum hevur
skrivað nýggju bókina um Norðdepil,
nú bygdin sunnudagin 28. august
hevur 150 ár á baki sum niðursetu
bygd.
Tað var í februar mánaði í fjør, at
Hvannasunds kommuna, sum Norð
depil er partur av, heitti á Snorra
Brend um at skriva eina bók um
bygdina, Norðdepil, nú bygdin fer at
hátíðarhalda 150 ára dagin.
Bókin er nú liðug og kemur út
hin 25. august, sum ein byrjan til
stóra hátíðarhaldið í bygdini. Bókin
ber heitið »Hetta er okkara bygd –
Norðdepil 150 ár« og er 224 síður
stór við einum hópi av myndum.
Millum myndirnar er ein mynd av
hvørjum húski í bygdini - ella 53 slíkar
myndir í tali.
– Hetta er ein bók, sum lýsir
Norðdepil og tað fólkið, ið her býr
anno 2016. Sjálvandi verður hugt
nakað aftur í tíðina, og ein lýsing er
av fyrsta niðursetumanninum, Poul
Sivert Sivertsen, sum flutti yvir um
Sundið hin 28. august í 1866, sigur
Snorri Brend, sum eisini hevur skrivað
bókina , »Hon fór út«. Tað var í 1999,
at Heimamissiónsforlagið gav út hesa
bók, sum er um Kaju Nemuel, ættað úr
Rituvík, og sum hevur verið trúboðari
í afrikanska landinum Nigeria síðani
1969.
Øll húski við í bókini
So skjótt, sum Snorri Brend fekk
uppgávuna at skriva bókina, gjørdi
hann sær sjálvum greitt, at bókin
skuldi innihalda fimm høvuðspartar:
– Ein søguligan part, har hugt
verður nakað aftur í tíðina. Ein part,
har allar tær mongu tænasturnar og
tey mongu tilboðini verða lýst. Ein
part, har vinnulívið verður lýst og ein
part, har tosað verður við fólk á gøtuni
um alt tað, sum tey eru upptikin av og
takast við um dagarnar.
Snorri Brend ásannar, at tað
serliga var tann fimmta partin, hann
var mest spentur upp á, og sum kravdi
stóra fyrireiking og eisini kravdi nógva
tíð.
– Í hesum parti var týdningarmikla
arbeiðið at taka myndir av øllum
teimum 53 húskjunum í Norðdepli.
At hetta tók sína tíð, komst millum
annað av, at nógvir mans eru sjómenn,
og at fólk annars eru upptikin av
ymiskum arbeiði og ítrivum.
Hann sigur, at hetta arbeiðið
kortini eydnaðist til fulnar - ikki minst
takkað veri góðum myndafólkum,
sum hava lagt eitt stórt arbeiði í at
fáa myndirnar so góðar sum gjørligt.
Snorri Brend nevnir ikki minst Rósu
Miðalberg, sum her hevur verið honum
ein hollur stuðul.
– Slíkar myndir eru søguligar
nærum líka skjótt, sum tær eru tiknar.
Tað er eisini ein sannroynd, at onkur
av persónunum á hesum myndum ikki
er millum okkum meira, leggur hann
aftrat.
Dagføring av bygdasøguni
Í sjeyti-og áttatiárunum skrivaði J.
Símun Hansen stóra bókaverk sítt
»Tey byggja land«, har hann lýsir
bygdir og ættarbond teirra í sjey
bókum, sum eru sera væl greiddar úr
hondum.
– Bókin hjá mær kann als ikki
samanberast við hesar. Henda er
ein aktuell bók, har núlivandi fólk í
bygdini – og í øllum aldri – sjálvi koma
til orðanna og greiða frá tí, sum tey
takast við. Tilsamans eru 43 samrøður
í bókini, og ikki er óhugsandi, at hesar
báðar bøkurnar í mangar mátar útfylla
hvørja aðra. Ja, eg vóni, at bókaverkið
hjá Símuni og bókin hjá mær koma
at standa lið um lið á bókahillunum í
mongum heimum kring landið.
Snorri Brend sigur, at hann hevur
roynt at lýsa bygdina so væl sum
gjørligt og á ein so mikið lættan hátt,
at mong vónandi fara at ogna sær
bókina.
– Eg vóni tí eisini, at lesarin fær eitt
fullkomiliga nýtt inntrykk av bygdini
og bygdarfólkinum - og at lesarin fær
ta fatan, at tað er eitt fantastiskt fólk,
sum býr her, sigur hann.
Høvundurin hevur eitt ynski aftrat
við hesi bókini, sum er gjørd eftir
einum konsepti, sum hann sjálvur er
komin fram til.
– Eg haldi, at hugskotið og
konseptið við hesi bókini er sera
genialt og kann saktans brúkast og
lagast til aðrar uppgávur og bygdir. Eg
vóni tískil, at henda bókin kann kveikja
áhugan hjá øðrum størri og smærri
kommunum at vilja lýsa fleiri bygdir
í teirra øki á sama hátt - ella eftir
øðrum leisti. Og sigið bara til. Eg eri í
øllum førum til reiðar at taka pennin
og myndatólið fram aftur, sigur Snorri
Brend brosandi.
Bókin hjá honum »Hetta er okkara
bygd – Norðdepil 150 ár« verður
løgd fram í skúlanum á Fossánesi
hóskvøldið 25. august.
– Hetta er ein aktuell bók, har núlivandi fólk í Norðdepli – og í øllum aldri – sjálvi koma
til orðanna og greiða frá tí, sum tey takast við, sigur Snorri Brend, rithøvundur