Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kvinnur endurreistu Norðdepil Vilmund Jacobsen T ollaksmessudag í 2013 varð minnisvarði avdúkaður í Norð­ depli yvir menn, sum fórust av van­lukku. Tað eru serliga tvær báts­ van­lukkur, ið hava ritað seg í søguna um bygdina, Norðdepil. Eftir avdúkingina av minnis­varðan­ um var samkoma í skúlanum á Fossa­ nesi, har søgufróði, Osvald Sivertsen, so hegnisliga greiddi frá. Jóannes Hansen hevði dagin eftir avdúkingina eina frásøgn á In.fo um tiltakið, og henni fara vit í hesi greinini at endurgeva burturúr. Tað verður sagt um Osvald Sivert­ sen, at hann er eitt livandi leksi­kon, og hann veit ein hóp um søgu­ligar hendingar. Henda tollaksmessudag í skúlan­ um á Fossanesi stóð hann ikki við nøkrum manu­skripti í hondini, men tosaði beint úr minninum og bergtók alla sam­komuna, ið lýddi á. Á sín lítillætna hátt stóð hann tað mesta av trimum korterum og greiddi frá feigdar­degnum, sum tollaks­ messu­dagur í 1913 var, og hann greiddi eisini frá bátsvanlukkuni í Sundinum náttina eftir løg­tings­valið 6. november í 1945. Fleiri av forfedrunum hjá Osvaldi Sivertsen taldust millum teir, sum fórust fyri stívliga hundrað árum síðan. Millum teir sjey, sum fórust, vóru tveir pápabeiggjar, abbin á hinari síðuni og ein mammubeiggi. Í samband við fyrru hendingina var keldan tey, sum sótu eftir og høvdu kent sorg og trega av at missa. Seinna skaðatilburðin segði Osvald Sivertsen seg minnast væl. Hann var tá 10 ára gamal, og helt fyri, at hesin 7. november í 1945 var tyngsti dagur, sum hann mintist á Oyrini og yviri í Sundi. Tá fórust í Sundinum tríggir ungir menn - Arne Sophus Nysted (17 ár), Martin Sofus Johannesen (19), báðir úr Hvannasundi, og Hans Eli Esmar Olsen (23), úr Fossá. Fann brotnaða bátin Vit plaga at siga, at eingin veit frá einum at siga. Tað eru tey, sum halda, at Norð­ depils­báturin tollaksmessudag í 1913 fórst úti millum Grynnurnar, tey rópa. Men, tað eru eisini tey, sum halda, at hann fórst inni við land á Viðvík, og millum hesi seinnu er Osvald Sivertsen. Pápabeiggjar hansara, sum fórust við bátinum, vóru Hans Jacobsen Sivertsen (19 ár) og Olaf Sivertsen (16). Elsti beiggi teirra, Poul Sivert Sivertsen, skuldi havt verið við á útróðri hesa náttina, men honum barst frá, tí hann var sjúkur og settist aftur. Tí var tað, at Karl Justesen (40 ár), sum var abbi Osvalds á móður síðuni og sonur hansara, Jóhannes Sofus (19), fóru við. Hinir báðir, sum fórust, vóru Hans Mathias Hansen (40 ár) og Jóhannes Hansen (36). Dagin eftir vanlukkuna tollaks­ messu­dag – jólaaftan í 1913 – fór Poul Sivert til gongu norður á Við­ vík, og har fann hann brotnaða bátin við allari útgerðini og øllum tí – heilt niður í minstu lutir – sum menninir høvdu havt við sær á útróðri. Kvinnurnar vóru kempur Lonirnar, sum hesir allir vóru úr í niður­setu­bygdini frá 1866, stóðu tætt saman. Á samkomuni í skúlanum á Fossá­ nesi greiddi Osvald Sivertsen eisini frá umstøðunum, sum vóru, tá hesir sjey menninir í bestu árum vóru burtur. Osvald hevur í sínum stilla sinni roynt at ímyndað sær, hvussu tað hevði verið, um tað í staðin vóru kvinnur­nar, sum vóru farnar, og menn­ in­ir høvdu verið einsamallir eftir. – Tá hevði ikki verið væl vorðið. Iva­leyst hevði verið øskukalt, tí mann­ fólkini megna ikki so nógv einsa­mallir, sum føroysku kvinnurnar so mangan hava víst, at tær hava megnað. Kvinnur­nar hava verið størstu kemp­ ur­nar í hesum landin­um, segði hann eftir at minnis­varðin í Norð­depli var av­dúkað­ur. Tað er Osvald Sivertsen sjálvur, sum hevur latið teiga­lendið til Hvanna­sunds kommunu, har minnis­ varðin stendur. – Høvdu tað verið kvinnurnar, sum vóru farnar og ikki menninir, trúgvi eg, at her hevði verið øskukalt, tí menninir megna ikki so nógv einsamallir, sigur Osvald Sivertsen Tað var ein ógvuslig vanlukka, ið rakti Norðdepil, tá bátur við sjey monnum í bestu árum gekk burtur tollaksmessudag í 1913 Mynd: Vilmund Jacobsen Osvald Sivertsen er eitt livandi leksikon og veit um nógvar hendingar at siga