Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fuglafjørður Fuglafjørður Mentanardagar 30. aug - 4. sept. 2016 VIKUBLAÐIЩ 17 17 TEMA Skráin fyri mentanardagar í Fuglafirði í ár er rættiliga rúgvus­ mikil, fjølbroytt og ikki minst forvitnislig, og vit eru so heppin at hava dagførdu skránna fyri hetta stóra fólksliga tiltak í Viku­ blaðnum í dag. Tað verður týskvøldið, 30. august, at mentanardagarnir verða alment settir, og setanartiltakið verður í Miðnám á Kambsdali klokk­an 21. Setanartiltakið varar ætlandi í ein tíma, og her fer Fuglafjarðar Horn­orkestur at seta sín serstaka dám á. Mentanarleiðarin hjá Fugla­ fjarðar kommunu, Rønn Eliasen, fer at halda røðu. Á setanartiltakinum fara um­ boð fyri LISA (Lista­fólka­samband Føroya), Guðrið Poulsen og umboð fyri vinnulívið, Elisabeth Eldevig, reiðari, at avdúka spennandi átak, har vinna og list møtast. Við setanarløtuna fer Jógvan Joensen eisini at spæla. Meðan mentanardagar eru í Fuglafirði, verður eisini stórt harmonikutreff við nógvum góð­ um tónleikakreftum, soleiðis sum sæst í rúgvusmiklu skránni inni í blaðnum. Leygarmorgunin, 3. sept­ em­ber frá klokkan 9-11, bjóðar Fuglafjarðar kommuna morgun­ mat í Mentanarhúsinum, og her eru øll hjartaliga vælkomin. Vinna og list møtast í Fuglafirði Setan í Miðnám á Kambsdali klokk­an 21.00 týskvøldið 30. august