Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. august 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 34 • 22. AUGUST 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður Vilmund Jacobsen Á mentanardøgunum í Fuglafirði, sum verða í døgunum, 30. august til 4. september, verður fokus sett á tað, sum fuglfirðingar rópa til­feing­is­ mentan. Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, sigur, at tey fara at varpa ljós á tað, sum er rundan um okkum, bæði í havinum og uppi á landi. - Vit eiga góðar rávørur, sum Fugla­fjørður eigur sín stóra lut í, krea­tiv og dugnalig fólk, hugskots­rík­ ar vinnufyritøkur, blómandi frítíð­ar­ virksemi - alt hetta umgyrt av vakrari náttúru. Hon vísir á, at á mentanardøgunum verður skipaður ein stórur matmarkn­ aður í Fuglafirði, har sjóneyka verður sett á tilfeingi. Hesin dagur verður leygardagin 3. september frá klokkan 11-17. - Vit hava bjóðað fyritøkum - ikki bara her í Fuglafirði, men kring landið - at luttaka á stóra matmarknaðinum. Málið er at savna føroyskt tilfeingi innan matmentan á einum staði og geva fólki - ungum sum tilkomnum - møguleikan at skilja, smakka og keypa á marknaðinum. Vilja byggja brýr Rønn Eliasen sigur, at matmarknaður­ in verður skipaður soleiðis, at hvørt virki fær eitt ávíst pláss, og her verð­ ur møguleiki at siga, hvat og hvør viðkomandi virki ella persónur er, og hvørjar vørurnar eru. - Her skal eisini vera høvi til smakki­royndir ella brellbitar, eins og møguleiki verður at selja vørur á mat­ marknaðinum. Hon vísir á, at tað verða virkini ella útbjóðararnir sjálvi, sum fara at greiða frá sínum vørum og hagreiðing. - Í einum størri samanhangi vilja vit spæla við siðbundin sjónarhorn og byggja brýr millum tað kreativa sam­felagið, lærandi vinnuna og fram­skygda ungdómin. Taka vit saman um mentanardagarnar, sum mat­marknaðurin verður partur av, er endamálið at menna føroyskt til­ feingi, føroyskan ungdóm og list við fyrilestrum og upplivingum av ymiskum slag - alt upp í eina hægri eind. Rønn Eliasen sigur, at Fugla­ fjørð­ur á mentanardøgunum bjóð­ ar eina rúgvusmikla skrá við eitt nú framsýningum, upplestri, matstovu­ upplivingum, verkstøðum, barna-og familjutiltøkum, konsertum, sjónleiki, harmonikutónum og slupptúrum við góðbitum - bert fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni. Mat-og vitanarvinna Mentanarleiðarin leggur dent á, at Fuglafjørður eigur og rúmar nógvum tilfeingi, bæði tá ræður um tilfeingi úr havinum, dugnalig vinnulívsfólk, dugna­lig og kreativ lista-og tónlista­ fólk, og dagliga koma umleið 1000 næmingar í skúlar í Fuglafjarðar komm­unu at menna sína tilvitsku. Rønn Eliasen leggur dent á, at ung­dómurin er tað týdningarmesta til­feingið, sum eitt samfelag eigur. Ungdómurin og tann vitan, sum løgd verður niður í okkara ungdóm, er grund­vøllurin undir okkara framtíð, vitan, vinnu og mentan. - Eg trúgvi, at um vit blanda ymiskar fakbólkar saman og hava ung­dóm, mentan og list við okkum, kunnu vit skapa eina synergi, sum kann gerast avgerandi fyri okkum sum samfelag og tjóð. Kasta vit nógvar bóltar upp, soleiðis sum vit gera við matmarknaðinum og mentanar­døg­ unum, skapa vit forvitni, og tá vit so samla træðrirnar, fara vit at síggja, hvat kann koma burtur úr, tá vit øll arbeiða saman. Rønn Eliasen sigur seg hava eina trúgv upp á, at tað skapar eina synergi, sum verður okkum øllum at gagni, tá tú flættar ymiskar fakbólkar saman í einum tiltaki sum hesum. - Mong eru góð á sínum øki, og spurningurin er, hvussu nógv kann spyrjast burtur úr, um vit øll arbeiða saman og lyfta í felag, har tað ber til. Ein góð byrjan Mentanarleiðarin heldur, at ein matmarknaður, sum tann, ið verður á mentanardøgunum í Fuglafiðri, er ein góð byrjan. - Eitt tað mest basala hjá okkum menniskjum er matur, og matur er so sanniliga eisini okkara mentan og ein partur av okkara stoltleika. Rønn Eliasen setir eisini spurn­ing­ in, hvat kundi verið fingið burtur úr, um føroyskir framleiðarar í enn størri mun samstarvaðu. - Eg trúgvi, at við góðum samstarvi mill­um føroyskar framleiðarar av ymiskum vørum, kundu vit flutt okkum upp á eitt nýtt støði. Rák­ið er við okkum, og føroyska mat­vinnan stendur í blóma, sigur mentan­ar­ leiðarin, ið eru ógvuliga spent eftir at vita, hvat fer at spyrjast burtur úr matmarknaðinum á mentanar­døg­u­ num í Fuglafirði. Seta sjóneyku á tilfeingismentan - Á mentanardøgunum í Fuglafirði bjóða vit eina rúgvusmikla skrá við eitt nú framsýningum, upplestri, matstovuupplivingum, verkstøðum, barna-og familjutiltøkum, konsertum, sjónleiki, harmonikutónum og slupptúrum við góðbitum - bert fyri at nevna nøkur ting úr rúgvuni, sigur mentanarleiðarin hjá Fuglafjarðar kommunu, Rønn Eliasen - Í einum størri samanhangi vilja vit spæla við sið­ bundin sjónarhorn og byggja brýr millum tað krea­ tiva samfelagið, lærandi vinnuna og framskygda ungdómin, sigur Rønn Eliasen, sum her hevur íbirtaran, Brynhild Næs Petersen við sína lið Mynd: Vilmund Jacobsen