Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. september 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 173 - 11. september 2004 Nr. 173 - 11. september 2004 39 TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliassen Orðið terrorisma ella yvirgangur, sum tað eitur á móðurmáli okkara, er vorðið ein partur av okkara alheimsgjørda daglidegi. Fyri júst trimum árum síðani 11. september 2001 hendu ræðuleik- ar í USA, serliga í New York, tá tvey ferðamannaflogfør yvirtikin av yvirgangsmonnum vórðu brúkt sum missilar, og flogin inn í bæði tornini á World Trade Center. Avleiðingarnar minnast vit helst øll, og oftani hava vit sæð myndir av brennandi bygn- ingum, fólkum sum tveittu seg út og tá ið byningar rapaðu. Hend- ingin sum skakaði heimin, ella í hvussu so er vesturheimin, sum ikki er vanur við at nógv fólk verða dripin so meinngsleyst, byrjaði tað sonevnda kríggið móti altjóða yvirgangi. Tað skak- andi í hesum atsóknum var eis- ini, at talan var um altjóða yvir- gang, soleiðis at skilja, at roynt var ikki t.d. at raka USA í Mið- eystri, men heima hjá sær sjálv- um. Oftani sær hetta stríðið eisini út sum eitt stríð ímillum kristnu og jødisku trúnna mótvegis islam.Serliga átrúnað- arligir fanatikkarar á báðum síð- um royna at fáa tað til at verða eitt religiøst kríggj. Havi sjálvur staðið á Ground Zero, har hesir mætu bygningar einaferð stóðu, og jú ein kennir seg lítlan, sjálvt tá einki er eftir. Fyri at skilja hvat 11/9 2001 hevur merkt fyri heimssamfelag- ið er neyðugt at hyggja nærri at hvat vit høvdu áðrenn. Eftir seinna veraldarbardaga og til endan av áttatiárunum høvdu vit sonevnda kalda kríggið, sum í stóran mun býtti heimin í tveir partar. Her vóru USA og Sovjet risaveldini og flestu lond noydd- ust at velja at stuðla øðrum part- inum. Hetta var somuleiðis eitt tíðarskeið, har nógv tjóðskapar- lig frælsistríð herjaðu og nógv nýggj lond komu aftrat, serliga í Afrika og Asia. Ein partur av politikkinum hjá loysingarrørsl- unum tá, var at fáa stuðul frá øðrum risaveldinum, fyri at fáa sítt egna land. At Sovjet og USA bardust um hetta sást, og sæðst, m.a. í Korea og Vietnam. USA stuðlaðu eisini mujahedinunum í Afghanistan í teirra stríði ímóti tí Sovjetisku innrásini, hesir somu mujahedinarnir eru í dag trúgvastu hermennirnir hjá Osama Bin Laden. Hetta dømi vísir hvussu skjótt samstarv broytist. Tá kalda kríggið var av, var heimurin ikki tvíbýttur longur, opið var fyri breiðum samstarvi og alheimsgerðin tók dik á seg, væl hjálpt av tøkniligu menning- ini, sum lætti um samskifti og ferðing. Optimisman var stór fyrst í 90’unum. Liberalisman hevði vunnið hugmyndafrøðiliga slagið, og allir eysturheimurin bleiv víð opin eftir meira enn 40 ár í einum kommunistiskum projekti, sum eingin kendi ræðu- leikarnar av fyrr enn øll skipanin rapaði. Altjóða menningin tók sum sagt dik á seg, men samstundis sást at munurin millum fátæk og rík í heiminum bara økiskt. Al- heimgerðin fekk ikki heimin at taka henda søguliga møguleikan, at við samstarvið at betra um heimin. Flóttafólkastreymar gjørdust meira vanligir, tøkniliga menningin viðførdi at eisini fátæki triðjaheimsborgarin sá, at lívið var eitt heilt annað enn hansara møguleikaleysa stríð. Ideologiska stríðið var av, men hvat so? Vit sóu longu í gamla Jugoslavia, at trúgvin avgjørdi hvør hataði hvønn, og t.d. loys- ingarfólkini í Tjetjenia halda seg til islamisk virðir. Vit hava sæð hetta í nógv ár í Norðurírlandi, og tað hómast í Skotlandi, um hugsað verður um grannar okk- ara, at átrúnaðurin avgerð hvør heldur saman. Munurin er tó, altjóða yvir- gangurin verður brúktur um allan heim, meðan yvirgangurin fyrr ofta avmarkaði seg til stats- markið. Yvirgangurin hjá Bin Laden hevur til endamáls at jarðleggja vesturheimin og grundgevingin er ofta víðgongd átrúnaðarlig. Men hann hevur eisini megnað at ført hetta stríð við einføldum, men sera væl tilrættarløgdum átøkum, sum t.d. at ræna ferðamannaflogfør og brúka tey sum missilar, hevur megnað at snýtt serliga fram- komið eftirlit og fregnaramboð við at brúka einføld brøv, sum eisini lýsir hvussu viðkvom okk- ara samfelagsskipan í veruleik- anum er. Úrslitið av 11. september hevur verið at ein altjóða innrás bleiv gjørd í Afghanistan, tí Talebanstýrið vardi Al Qaeda og í allar aðrar mátar eisini var eitt harðrent stýrið. Hareftir bleiv ein innrás gjørd í Irak, tá navnframi Saddam Hussein ikki vildi geva frá sær síni hópoyðingarvápn. Eftir 11. september bleiv alt eftirlit hert, tí nú var vandi á fer. Flestu lond settu eisini strangar reglugerðir og lógaverk í gildi viðvíkjandi yvirgangsviðurskift- um. Í vesturheiminum hava nógvar av hesum broytingunum elvt til kjak um hetta ikki var ov nógv. Í triðja heiminum hava tiltøkini merkt, at mannarætt- andi, sum barst hevur verið fyri í fleiri áratíggir verða sett til viks og harðrendir leiðarar hava kunn- að skýrt alla mótstøðu fyri møguligan yvirgang. Soleiðis er tað mín meting, at innan manna- rættindi er borgarin í triðja heim- inum farin eftir hæli. Men vit hava eisini sæð, at altjóða rætt- indir ikki hava verið givin krígs- fangunum úr Afghanistan, eins og vit hava sæð píning av fang- um í Irak. Eg havi onga samkenslu fyri yvirgangi, men meti, at tað er neyðugt at vit í fyrsta heiminum viðurkenna, at vit verða noydd at taka størri altjóða ábyrgd, soleiðis at fólk fáast burturúr svárastu armóð. Hetta krevur samskipaða menningarhjálp við krøvum, neyðhjálp og ikki minst marknaðaratgongd til okkara marknaðir. Tað er givið at talan er ikki bert um fátæk fólk sum stuðla Al Qaeda og berjast fyri Al Qaeda, men eftir mínum tykki er Al Qaeda so sterkt, m.a. tí muslimsku londini ikki eru sterk í heimsamfelagnum. Flestu teirra eru merkt av fátækra- dømið, og har kann Al Qaida m.a. mála eina framtíðarmynd av einum muslimsk stýrdum heimi, har hesi fólk verða ráðandi í einum heimi stýrdur av muslimskum virðum, og ikki sum í dag av vestanlondunum eftir vestligum virðum. Alheimsgerðin hevur viðført, at vit eru ein partur av heimin- um, hvørt vit vilja tað ella ikki. Fátækradømi er ein álvarslig hóttan ímóti einum støguðum heimi, tí fátækradømi ofta hevur við sær bæði flóttafólkastreymar og kríggj. Hetta fátækradømi er við til at stuðla heimsins yvir- gangi. Eg eri av tí áskoðan, at tað er rætt at fáa beistaríkis- stjórnir frá, so sum Taleban og Saddam, men havi ilt við at skilja, at hetta er nokk. Um eitt altjóða ella t.d. amerikanskt herlið fer inn í eitt land, er ikki nøktandi bert at tveita stjórnina á dyr, tí eftir eitt slíkt stýrið kemur altíð eitt valdstómrúm, sum m.a. bæði í Afghanistan og Irak førdi við sær eitt umfatandi óskil, sum kanska var reint lógloysi. Skulu vit gera innrásir fyri at fáa einaræðis- og beistaharrar burtur, skal hetta gerast við langtíðarætlanum. Ein langtíðar- ætlan er ikki 2 ella 4 ár, men minst 10 ár. Men mest umráð- andi er, at vit skapa eitt alheims- samfelag við minni fátækradømi, og er tað nakað vit skulu læra av 11. september, so er tað at heim- urin er fyri øll og ikki bara okk- ara. Ynskja vit ein betri heim, mugu vit hugsa um allan heimin og ikki bert okkum. Heima hjá okkum hava vit eisini beinleiðis avleiðingar av altjóða yvirgangi. Havnirnar skulu nú yvirgangstryggjast, og góðkennast á ein IMO lista. Tað er vorðið somikið strangt, at skip sum hevur verið í eini ikki góð- kendari havn, kann verða black- listað, soleiðis at tað ikki sleppur inn í aðrar havnir. Sjálvt um tað kann tykjast púra burturvið, so er kravið, sum ein partur av at tryggja seg ímóti yvirgangi, sum partur av alheimssamfelagnum, at sjálvt smáar havnir skulu verða væl vardar. Altjóða yvir- gangur ger størst skaða tá hann kann rakað óvæntað, tí mugu samfeløgini í dag hava betri eftirlit, enn vanligt var undan 11. september 2001. Vit kenna sjálvi ótryggleikan á okkum, serliga tá vit eru úti í heimi. Stendur ein einsamøll taska við eitt ómannað borð á einum flogvølli, byrjar ivin beinavegin at stinga seg upp, hvat er hatta? Kalda Kríggið hevði kjarnorkubardaga sum ein støðugan ótta, nú er hesin óttin óvæntaður yvirgangur og hann er kanska størri, tí eingin ávaring kemur og álopini er tilætla sivilum. Ræðuleikarnir vit júst hava sæð við gíslatøku og hópmorðum á einum russiskum skúla, er eisini eitt dømi um hvussu tilvildarligt tað er, hvørji verða rakt, men úrslitið er at foreldur koma at hava ein støðugan ótta at senda børnini í skúla. Vit fáa helst ongantíð vissu fyri hvørt tað var tilætlað at drepa børnini, men tað er givið, at tá yvirgangsatsóknir beinleiðis leggja eftir børnum, tykist onki mark at verða. Tað hevur verið frammi, at henda atsóknin hevur verið tilrættarløgd av fólki uttanfyri Russland, men útint av fólki búsitandi í Ruslandi og kann talan sostatt verða um part av staðiliga altjóða yvirganginum.. Hinvegin sæst, at Putin longu brúkar henda ræðuleika at legitimera brúk av valdi, tó talan er bólkar, hann ikki situr væl um sátt við. Altjóða yvirgangur Yvirgangsatsóknin í New York setti av álvara fokus á altjóða yvirgang Mynd Reuter 11. SEPTEMBER Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Yvirgangsatsóknirnar hendan dagin fyri trimum árum síðani sendu eina sjokkbylgju kring allan heim. Altjóða felagsskapir og flest øll lond í heiminum fóru í felag í holt við at betra um trygdina í sambandi við serliga flogferðslu umframt skipaferðslu osfr. Og í Føroyum verða vit noydd at fylgja við. – Vit mugu fylgja við. Gera vit ikki, so spyrjast óhepnar fylgjur burturúr, sigur Finnbogi Nicla- sen, flogvallarstjóri í Vágum. Havnameistararnir í Havn og í Runavík eru á eina máli við flogvallarstjóran: Tað er eingin vegur undan at fylgja altjóða krøvunum. Øll kannast Á flogvøllinum í Vágum merkt- ist lítið og einki til fallandi ferðahug millum fólk - heldur tvørturímóti. Men innan trygd merktist yvirgangurin í USA at kalla beinanvegin í Vágum. – Tað vórðu beinanvegin sett strangari trygdartiltøk í verk. At byrja við skuldu øll vísa sam- leikaprógv, og øll starvsfólk verða í kannaði, sigur Finnbogi Niclasen. Neyðugt er ikki longur at vísa samleikaprógv fyri at sleppa á flog, men pilotar, flogternu o.o. verða kannaði, áðrenn tey sleppa umborð á flogførini. Eisini verð- ur hildið vakt við flogførunum allatíðina, tá tey standa í Vágum. Eisini hava fylgjurnar av 11. september yvirganginum merkt nógv meira pappírarbeiði í sam- bandi við trygdina á flogvøllin- um í Vágum, men tað er serliga økta vaktarhaldið, sum fólk kanska leggjas til merkis. Finnbogi Niclasen heldur, at fólk hava tikið sera væl ímóti øktu trygdartiltøkunum. Hóast fólk at byrja við høvdu lyndi til at gloyma at leggja felliknívarnir í stóra viðføra ella leggja teir eftir heima. – Fólk eru so von við at ferðast í dag, at tað gongur alt uttan nakrar trupulleikar, sigur Finnbogi Niclasen. Góðkennast Flogvøllurin í Vágum er í einari serstøðu. Føroyar eru ikki limir í ES, men flogvøllurin er danskt málsøki, og Danmark er limur í ES. Tískil noyðist Vága floghavn at fylgja ásetingunum hjá ES um trygdarátøk á flogvøllinum. Men flogvøllurin í Vágum skal eisini góðkennast av einari sendinevnd sum triðjalandsfloghavn. Finn- bogi Niclasen leggur eina við, at flogvøllurin í Vágum fer at fáa góðkenningina í hús. Stórar útreiðslur Í Kastrup lufthavn hevur 11. september millum annað merkt umfatandi øktar útreiðslur til trygd. Síðani yvirgangsatsóknir- nar er talið av trygdarfólkum tvífaldað. Útreiðslurnar til størri trygd í Føroyum eru ikki smáar. Tórs- havnar Havn hevur sum nevnt aðrastaðni nýtt næstan tvær milliónir. Av flogvøllinum verður sagt, at øktu trygdartiltøkini hava kostað nógv fleiri arbeiðstímar, og tørvur er á fleiri starvsfólk- um. Talan kann gerast um at seta eitt nýtt hegn upp kring allan flogvøllin, og tað fer at kosta fleiri milliónir. 11. SEPTEMBER Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Yvirgangsatsóknirnar 11. sep- tember fingu sera stóran tðdning fyri at kalla alt, ið kann setast í samband við trygd. Eisini før- oyskar havnir hava merkt, at harðari treytir verða settar teim- um. Tórshavnar havn er kanska tað staðið í Føroyum, har fylgj- urnar innan økt trygdartiltøk síggjast einabest. Fyrsti ábendinar um, at dag- ligdagurin sjálvt hjá havnum í Norðuratlantshavi var broyttur eftir 11. september skuldi síggj- ast rættiliga skjótt. – Tað fyrsti, vit varnaðust, var, at fólk týðuliga høvdu lítlan hug at ferðast. Hetta sást í sambandi við Cruise skipini, sigur Jón- svein Lamhauge, havnameistari. Síðani eru Cruise ferðafólk aftur vorðin fleiri í tali. Men fleiri rembingar eru gjørdar á trygdarøkinum. Beinleiðis fylgjur Altjóða felagsskapurin fyri skipaferðslu hjá ST IMO - Inter- national Maritime Organization, har Føroyar eru limir - fór skjótt til verka eftir 11. september. Nðggjar og munandi strangari trygdarásetingar vórðu orðaður. Hin 1. juli í ár vórðu nýggju ásetingarnar endaliga innsettar hjá Tórshavnar havn. – Tað er eingin ivi um, at tær nýggju trygdarreglarnir eru ein beinleiðis fylgja av yvirgangin- um 11. september, sigur Jónsvein Lamhauge. Nýggju trygdarkrøvini umfata ferðafólkaskip og farmaskip størri enn 500 bruttotons í altjóða sigling. Har verður hildið eftirlit við, at óviðkomandi fólk ikki kunnu fara umborð ella koma í samband við skipini. Eisini verður sperrað við land- gongdina og vaktarhald fyri- skipað, tá stór ferðamannaskip eru á vitjan hjá Tórshavnar havn. Havnafólk og onnur hava óivað mest langt merki til broytingar í sambandi við, at tað nú er av- sperrað við Eystaruvág, og tað er ikki so líkatil at spáka við tey stóru skipini. – Fólk hava verið von við, at tey høvdu frítt at fara, og tað eru tað kanska fleiri, ið sakna. Men soleiðis eru reglurnar, og tær mugu vit fylgja, sigur Jónsvein Lamhauge. Trygdarátøkini hjá Tórshavnar havn hava kostað um tvær milli- ónir krónur í alt. Fyri hesar pengarnar eru økt vaktarhald, avsperring og venjing av ymsum slag. Vaktarhald er allan sólarringin við upptøkutólum. Tórshavnar havn býtir rakstrarkostnaðin av økta vakt- arhaldinum við skipafeløgini, sum hava sítt virksemi á Eystaru bryggju. Eisini aðrar føroyskar havnir hava verið noyddar at styrkja um vaktar og økja um trygdina. Havnameistarin í Runavík, Jákup Lamhauge, sigur, at tey í Runa- vík hava nýtt nakrar hundrað- túsund til økta trygd. Tað er serliga í sambandi við inn- hegning. Enn er upptøkutól sett upp í Runavíkar havn, men tað kann koma upp á tal, og tað inniber eina íløgu upp á fleiri hundrað túsund krónur. Meting Tórshavnar havn verður eins og aðrar havnir váðamett. Tórs- havnar havn hevur saman við ráðgevara og myndugleikum staðið fyri sínari egnari váða- meting. Í Danmark hava fleiri lutfalsliga smáar havnir gramt seg um, at tað eru váðamettar alt ov ovarlaga. – Vit meta tað verða lítil váði í Havn, sigur Jónsvein Lamhauge, sum ikki heldur tað vera nakra stórvegis orsøk at óttast terror hjá Tórshavnar havn. Fiskiskip takast við Verður hugt longur fram í tíðina kann væntast, at eisini fiskiskip verða merkt av strongu trygdar- krøvunum. Jónsvein Lamhauge sigur, at tað verður í løtuni tosað nógv um í altjóða høpi at víðka strongu trygdarkrøvini til eisini at umfata fiskiskip og skip undir 500 bruttotons. Hetta vil eftir øllum at døma broyta vanligu siðvenjuna í hesum sambandi munandi. Men enn er bert talan um tos. Verður tað viðtikið sum altjóða reglur, so mugu føroyskir myndugleikar uttan iva eisini fylgja hesum treytum. Broyttur dagligdagur Tórshavnar Havn hevur gjørt íløgur fyri tvær milliónir í trygd sum fylgjur av 11. september. Higartil hevur tað einamest ávirkað størri skipini, men verður tosað um, at eisini fiskiskip koma undir munandi harðari treytir Mugu fylgja altjóða krøvum Bæði føroyskar havnir og flogvøllurin eru noydd at fylgja strongum altjóða trygdarkrøvum. Og tað kostar Nýggjar trygdarreglur gera tað torførari at koma inn á havnaøkið í Havn t.d. Mynd Jens K. Vang C M Y K 39 38