leygardagur 11. september 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
37
Sólvit Simonsen
hugleiðir um
íslandsferð hjá
kunningarstovum í
marsmánaði
ÍSLANDSFERÐ
Sólvit Simonsen
Seinni partur
Mikudagur t. 3/3-04: Aftan á
góðan náttarblund gjørdu vit
okkum klár til dagin eftir. Men
illveðrið leikaði í, so boðini
vóru, at onki flogfar kom
fyribils. Tí gjørdi okkara góði
ferðaleiðari Dávíd av, at vit
máttu fara at ragga okkum
ávegis við bussinum ímóti
Reykjavíkini. Leiðin gekk fyrst
ímóti Akureyri, men so hendi
tað, aftan á av vit høvdu koyrt í
umleið ein tíma, at telefonin hjá
Dávídi ringir og sagt var at
flogfari lendir kl 11. So bleiv
tosa saman og avgjørt var, at
venda við, ímóti flogfarinum.
Men ágrýtin, sum Dávíd var,
vildi hann nýta alla tíðina og bað
Svenna koyra til Lagarfljót, har
vit fóru inn at síggja Skriðu-
klaustur. Hetta var gamal presta-
garður, sum seinni bleiv keyptur
av Gunnari Gunnarssyni og
brúktur sum bóndagarður. Á
hesum garði starvaðust nógvir
føroyingar í krígstíð og aftan á
kríggið. Men tíðin gekk undan,
vit fóru í skundi í bussin, har
okkara vinarligi og góði bilførari
setti ferð á ímóti flogvøllinum.
Aftan á middag fóru vit í flog-
fari, har flogskiparin beyð
okkum vælkomin og segði hann
okkum, at við Snæfellsjøkull var
illveður, annars sá tað gott út.
Tað passaði væl, tað vóru nakrar
rykkingar í flogfarinum, síðani
var alt gott og flogfari lendi í
øllum góðum í Reykjavík.
Úr Reykjavík fóru vit til Akra-
nes, har vit fóru á eitt sjósavn.
Har var sum aðrastaðni stórur
blíðskapur. Vit blivu víst runt.
Áhugavert var at síggja alt teir
høvdu úr sjónum: rekatrø við
klótum og øllum møguligum
skapi vóru saga í líka hæddir og
stóðu eftir gólvinum. Allir
møguligir steinar, geislar úr
ymiskum hvalasløgum, stórum
og smáum. Alminiumskúlur,
glaskúlur, jarnkúlur og allir rekar
og annað sum hevði við sjógvin
at gera. Har vóru gamaldags smá
hús við tí inni, sum hoyrdi teim-
um til. Somuleiðis bátar og
dekkbátar og ikki at gloyma
okkara stoltleika "Sigurfarið"
sum var vøkur á at líta uppá
avstand, men tá ein kemur nær til
hana og umborð á hana, varnast
ein at illa ber til at seta eitt slíkt
gamalt skip uppá land, tað krevur
serliga røkt. Haðani koyrdu til
Borgarnes og fóru inn á kunn-
ingarstovuna, har var blíðskapur,
men tosa varð enskt, so eg fekk
lítið burturúr.
Reykholtskirkja
Síðani koyrdu vit til Reykholts
kirkju, har Snorri Sturlason helt
til. Har var øgiliga stórsligi; ótrú-
ligt at brúka so nógvan pening
uppá tílíkt hús. Ein prestafrúa
greiddi okkum frá. Men nú var
liðið so langt út á kvøldi, so
bæði vit og prestafrúan vóru
troytt. Tí varð fari aftur í bussin
og koyrt ímóti Hvalfjørðinum til
Akranes og inná hotel Glymur,
har vit fingu eina rimmar máltíð.
Tá kundi ásannast orðataki,"
Frótt er høvur av fullum maga".
Aftaná ein stravnan dag fóru vit
øll nú til hvíldar á hotel Glymur.
Hósdagur t. 4/3 04
Kl. 9 kom bussur eftir okkum og
koyrdi hann okkum ímóti Hvera-
gerði, har okkara góði leiðari
Dávíd hevði skrivstovu. Vit vóru
inni á gólvinum og hugdu, og
fóru vit síðani at hyggja eftir har
sum teir bygdu honum aðra
skrivstovu. Hann greiddi okkum
frá, hvussu skrivstovan skuldi
innrættast. Hetta vóru veldiga
stór hølir. Sum Dávíd sjálvur
segði frá, so líktust umstøðurnar
nógv, hvat tað fíggjarliga við-
gekk. Tað var ikki tann stóri pen-
ingurin ið teir fingu til rakstur.
Haðani koyrdu vit til Reykholt,
har vit vóru og sóu vakstrar-
húsini. Maðurin, sum rak tey var
eisini borgarstjóri og segði hann
okkum, at íslendingar høvdu
eina vídd upp á 260.000m2 av
vakstrarhúsum. Vit spurdu
hvussu tað gekk at selja, og
segði hann at tað var ikki bara
gott, tí ein hópur bleiv innfluttur
og ikki vildu teir krevja inn-
flutningsbann. Sjálvir fluttu teir
byrjunar plantur inn úr útland-
inum.
Haðani fóru vit við Sveini,
sum formaðurin æt, inn í bygdar-
húsið. Tað var
gjørt og rikið
sum mentunar-
hús. Har var
okkum boðið
til ein góðan
døgverða. Øll
skúlabørnini
komu sam-
stundis at fáa
sær at eta. Vit
góvu okkum til
síðis, tí at tey
høvdu avmark-
aða tíð, men
tað var ikki
talan um.
Blíðskortaði
bóðu tey okk-
um fáa okkum
fyrst. Gott var
at síggja,
hvussu vakurt
tey stóðu í kø og
steðgaðu til tey
fingu sín mat.
Til stuttleika kann eg nevna, at tá
ið lærararnir vóru farnir út, sá
eg, at ein smádrongur argaði eina
smágentu,til hon brá sær á, og
hølvaði drongin av.
Bygdarhúsið, barnagarðurin og
skúlin, stóðu øll tætt saman.
Børnini vóru koyrd til skúlan
heilt til 30 km burturfrá.
Haðani bleiv koyrt til Geysir.
Geysir
Síðan eg var har seinast, var stór-
ur handil komin har, við øllum
møguligum til sølu. Ein stórur
svalur(balkon) var í handlinum,
har vóru øll møgulig djórasløg
útstappaði, so sum stórir veðrar,
ær, stórir hundar og øll møgulig
fuglasløg.
Harífrá, fóru vit til eitt pláss
sum æt Hestheimar. Hesi hjún
høvdu millum 100 og 200 hestar
eftir tørvi. Hesar hestar vandu
tey til allar møguligar framførsl-
ur og venjingin fór fram tað
myrku tíðina og vístu fram fyri
ferðafólki tá ið tann tíðin kom.
Rossini vóru øll úti og segði
maðurin okkum, at vanligt var, at
tað bleiv dansa línudans, so vit
inn í stóru rossakrubbuna at
dansa uppi í øllum rossalortin-
um. Nú eri eg ikki so lættur á
mær og heldur ikki blaðungur, so
eg sá skjótt, at tær ungur dam-ur-
nar, sum við okkum vóru, vóru
bókstaviliga lættari enn vit
mannfólkini, sjálvt um tvær av
teimum vóru við barn. Men tað
var í hvussu so er ógvuliga
stuttligt.
Síðan beyð hann okkum inn til
sín. Tað var ein teinur at ganga
og meðan vit gingu, fóru vit av
vegnum og inn í eitt lítið grót-
brot. Tað hevði hann sjálvur
sprongt inn í helluna og ætlaði at
leggja tekju á og síðan brúka tað
til at syngja í. Hann var sjálvur í
einum kóri. Vit fóru inn, tá fingu
vit kaffi og pannukøkur, væl
smakkaði....
Tað var eisini vanligt, at hann
sang fyri gestum og tað gjørdi
hann eisini , hann sang eitt ørindi
fyri okkum og tað ljóðaði ógvu-
liga vakurt. Harnæst ynsktu tey
at síggja føroyskan dans. Vit
tóku tá saman í køkinum, saman
víð íslendarunum "vælkomnir
føroyingar her á vási.....gekk
sera, sera væl.
Hann greiddi okkum frá, at á
hesum lítla plássi, inni á suður-
landinum, búðu ímillum tvey og
tríhundrað fólk. Hettar vóru alt
ríkmenn. Hettar gjørdi, at størru
plássini uttanum, vildu hava tey
at leggja saman við teimum, tað
vildu tey ikki, tey høvdu tað
avbera gott saman har í egnari
kommunu.
Harfrá fóru vit til søguskálan.
Har var ógvuliga stórt søgusavn.
Ein dama greiddi frá á enskum,
tað fekk eg tíverri lítið burturúr,
men har var ein øgiligur hópur
av tilfari.
Síðan koyrdu vit haðani, og
meðan vit koyra, sigur Dávíd
okkum at nú koyra vit ímóti
Eyrabakka. Tá sang eg spakuliga
"tætt undir landinum við Eyra-
bakka, vit mangan morgun
mundu hála av við vaðbeini var
frøði jú vit takka fyri veiðu
íslandshavið okkum gav".
Vit komu so til Eyrabakka, inn
í ein gamlan skúla sum var
gjørdur til hotel. Har blivu vit, av
ferðaráðið Íslands, bodnir til
fráfaringarveitslu. Sera góður
matur við víni.
Fleiri talur vóru hildnar og
heitt var á meg um aftur at
syngja um
Oyrabakka og
tað gjørdi eg
og segði
somuleiðis
nøkur orð.
Hetta var sera
hugnalig løta
og haldi eg, at
eg kann siga
fyri okkum
øll, at brúk er
fyri
grannunum
fyri vestan.
Haðani
koyrdu vit til
Hveragerði,
har gist var
um náttina í
húsum sum
vóru brúkt til
endamáli. Sera
nosslig gisting,
har var
sokallaður hitapottur sum bleiv
brúktur av fleiri, tað kvøldi var
práta dúliga tí frídagur var dagin
eftir.
Hveragerði
Fríggjadagur t. 5/3´04
Sovið var eitt sindur longri enn
vanligt, men vakur var morgunin.
Eitt lítið kavafølv, blanka logn og
sólskin.
Góður morgunmatur stóð
klárur at eta. Nú følist at frídagur
var, vit sótu øll avslappaði og
prátaðu og nýttu friðin. Bussurin
kom so, og vit tóku viðføri og
koyrdu inn til Reykjavíkar. Har
vit settu viðføri inn á kunning-
arstovuna og avtalaðu tíð nær vit
skuldu hittast aftur. Síðan tóku
vit okkum saman í smærri bólkar
og spákaðu á Laugarvegnum
(handilsgøtan) men allan dagin
gingu vit okkum á hvønn annan,
nýttu frídagin og góða veðrið.
Vit møttu øll til tíðina aftur á
kunningarstovuni og tóku leigu-
bilar á flogvøllin. Flogfari skuldi
lætta kl 19 til Føroyar, men av
einari ella aðrari grund var
flogfari seinkað, so tað mundi
vera ein góður tími, vit vóru
seinkað, so har traff ein nógv
kend fólk áðrenn vit fóru í
flogfari.
Túrurin heim í flogfarinum
gekk væl, vit komu í Vágar og
fóru so tey flestu í bussin, nøkur
høvdu bil sjálvi. Komin til
Havnar, var dóttir mín Emy og
tók í móti mær. Ein góður túrur
at enda komin.
Samanumtikið, kann man siga
um Íslendingar, at teir eru heilt
sera blíðir. Fær vanliga ferða-
fólkið slíkan blíðskap, so er gott
at ferðast í Íslandi. Ein legði til
merkis, at hvar í ein kom, so
høvdu tey eitt fólk at greiða frá
søguni har ein var staddur. Gott
er at vita, at vit hava góðar
grannar fyri vestan, sum gagnligt
er at samstarva við.
Eg skyldi tykkum øllum, ið
vóru í ferðalag saman við mær,
eina hjartans tøkk fyri vinsemi
ímóti mær á ferðini í Íslandi, og
ein tøkk til BP, sum eisini
stuðlaði ferðini.
Luttakarar á ferðini vóru hesi:
Dávíd Samuelsson (ferðaleiðari)
kunningarstovan í Reykjavík
Kristian Olsen kunningarstovan
Klaksvík
Rannvá Troels kunningarstovan
Runavík
Heidi Kilgoner kunningarstovan
Vági
Poula Strøm kunningarstovan
Tvøroyri
Anna Maria Ellingsgaard
kunningarstovan Tórshavn
Petur M Petersen
kunningarstovan Fuglafirði
Anna Sofía Nordendal
kunningarstovan Miðvági
Sólvit Simonsen
kunningarstovan Sandur
Per Hansen Ferðaráð Føroya
John Eysturoy Ferðaráð Føroya
Edvard í Skorini Sosialurin
Ein væleydnað Íslandsferð
Dávíð Sámuelsson var ferðaleiðari
hjá føroyska ferðalagnum
Mynd: Edvard Joensen
Føroyska ferðalagið vitjaði eisini Geysir – eitt tað kendasta ferðamálið í
Íslandi
Mynd: Edvard Joensen
TINGHELLAN/KLUMMAN
Finnbogi Ísakson
Summarið er farið afturum, og
við tí munna endursendingarnar
hjá Sjónvarpinum av gomlum
James Bond-filmum eisini vera
farnar. Innihaldsliga hava film-
arnir ikki nógv uppá seg. Tað,
sum mundi hugtaka ta stóru
fjøld av hyggjarum kring allan
heim, tá filmarnir komu, mundi
heldur vera tann ómetaliga
framkomna tøknin, sum James
Bond hevði at ráða yvir. Hjá
honum var einki óført: bilar
sum skutu rakettir, ur sum vóru
magnetisk og kundu saga jarn,
bilar sum flugu um áir. Og
mangt, mangt annað.
Tað er framvegis nokkso
stuttligt at síggja agentin 007.
Men ikki so stuttligt sum fyrr, tí
eftirsíðan hevur tøknin í okkara
gerandisdegi ment seg so nógv,
at vit sjálvi kunna í mongum
førum gera meira enn nakar
James Bond.
Eg skrivaði, at innihaldsliga
høvdu filmarnir ikki so nógv
uppá seg. Har var kortini altíð
ein kjarni, sum var áhugaverd-
ur: agenturin yvir øllum agent-
um varð altíð sendur avstað at
bjarga heiminum undan onkrum
ørvitisfiski, sum vildi vinna
ræði á allari verðini. Heimurin
skuldi allur terroriserast til at
akta, og hesin heimsvaldsharrin
skuldi sjálvandi - umframt at
fáa alt vald - eisini gerast upp-
aftur ríkari, enn hann var. Hesin
búrhundurin var ikki verri
útgjørdur tøknifrøðiliga enn
007. Eisini hevði hann hópoyð-
ingarvápn, so tað forsló.
Ikki veit eg, um Osama Bin
Laden hevur fingið hugskotið
frá James Bond-filmunum. Men
eitt er vist: framferðarhátturin
er tann sami. Heimurin skal
terroriserast til at akta. Hví
hann skal akta er heldur ógreið-
ari. Bin Laden og viðhaldsmenn
hansara eru muslimskir funda-
mentalistar, verður sagt. Tað
kunna teir bara vera, um teir
hava hug til tað. Men hví skal
allur Vesturheimurin leggjast í
sor fyri tann skyld?
Okkurt bendir á, at Al Qaeda
og Bin Laden vilja - eins og
bølmennið í James Bond-
filmunum - hava ræði á øllum
heiminum. Felagsskapurin
hevur ikki hópoyðingarvápn,
men serfrøðingar ivast ikki í, at
teir stremba eftir at fáa slík.
Í dag eru trý ár liðin, síðani
hesin felagsskapur framdi sína
mest umfatandi atsókn higartil.
Álopini við ferðafólkaflogfør-
um sum bumbum á World
Trade Center og Pentagon
kravdu útivið 3000 mannalív.
Tað er einki at siga til, at
amerikanska stjórnin og heim-
urin yvirhøvur settu sær fyri at
fáa steðgað virkseminum hjá Al
Qaeda. Amerikanarar vaknaðu
við kaldan dreym, hóast kann-
ingar aftaná hava víst, at teir
áttu at verið vaknaðir fyrr.
Strategiin, sum amerikanarar
løgdu, var at leypa á lond. Tað
eydnaðist at fáa breiða undir-
tøku í ST fyri at leypa á
Afghanistan, har teir hildu fyri
vist, at Talibanstýrið hevði rott-
að seg saman við Bin Laden og
Al Qaeda. Sameindar herdeildir
róku talibanarnar frá og settu
eitt nýtt stýri í landinum. Men
Bin Laden fingu teir ikki fatur
á, og nýggja stýrið man vera so
sum so.
Næsta málið var Irak. Ameri-
kanskar og bretskar fregnartæn-
astukeldur vildu vera við, at
einaræðisharrin Saddam Hus-
sein hevði hópoyðingarvápn -
evnafrøðilig, lívfrøðilig og
kanska eisini kjarnorkuvápn -
og at hansara stýri hevði tætt
samskifti við Bin Laden.
Hesaferð gekk ikki so væl:
amerikanarar fingu ikki undir-
tøku frá ST at leypa á, tí londini
hildu ikki nakað prógv vera fyri
uppáhaldinum um hópoyðingar-
vápn og samstarv við Al Qaeda.
Stór lond sum Frakland, Týsk-
land, Russland og Kina vildu
ikki vera við í átakinum.
Onnur lond vildu. Irak varð
álopið, illmennið Saddam Hus-
sein varð rikið frá valdinum, og
hann varð tikin, og síðani 1.
juni hevur eitt irakiskt stýri,
sum amerikanarar hava sett,
tikið við landsins leiðslu.
Men, men - hóast kanning-
arnar, sum ST gjørdi, og síðani
kanningar, sum amerikanskir og
bretskir serfrøðingar hava gjørt,
eru ongi hópoyðingarvápn
funnin. Heldur einki prógv er
fyri nøkrum sambandi yvir-
høvur millum Bin Laden og
Saddam Hussein. Og friður
valdar ikki í landinum, tvørtur-
ímóti. Irakarar stríðast ímóti
hersetingarvaldinum, og fólk
láta lív hvønn einasta dag. Tá
Bush í mai 2003 kunngjørdi, at
kríggið var av, høvdu einir 300
amerikanskir hermenn látið lív.
Nú er talið oman fyri 1000.
Amerikanarar hava ikki lært
nógv av sínum mistøkum. Í
seksti- og sjeytiárunum royndu
teir at bumba partisankríggið í
Vietnam niður við napalm og
øðrum fjandansskapi. Tað bar
heldur ikki til. Tað letur seg rætt
og slætt ikki gera at bumba ein
fígginda, sum tú ikki sært, og
sum tú ikki veitst, hvør er ella
hvar.
Man tað ikki vera tað sama
við hesum kríggjunum? Al
Qaeda arbeiðir í tí loynda og
loypur á, har ein minst vantar
tað. Tað ber ikki til at rudda
yvirgang burtur við at bumba
lond í sor. Har mugu heilt aðrir
útvegir finnast. Og tað skula
frægari heilar til enn mín at
finna útav, hvørjar leiðir eru
gongdar.
Hendan greinin verður
skrivað, meðan eg eri staddur í
Rom. Ása og eg ætlaðu okkum
eitt rend til London í summar,
men tað varð av ongum. Í
staðin fóru vit við Atlantsflog
til Keypmannahavnar, steðgaðu
á í Danmark í tveir dagar og
hildu so leiðina fram við
Alitalia til Rom.
Felags fyri allar hesar tríggjar
býir er, at teir eru høvuðsstaðir í
londum, sum vóru við í tí
amerikanskt fyristílaða álopin-
um á Irak. Og felags fyri øll trý
londini er, at yvirgangsfelags-
skapir hava hótt við at fremja
álop á tey. Tað ber bara ikki til
at ganga og hugsa um tað alla
tíðina, tí so kunna vit als ikki
flyta okkum í verðini.
Niðurstøða mín er, at heim-
urin er vorðin uppaftur ótrygg-
ari at liva í, eftir at álopini á
Afganistan og serliga Irak
vórðu framd. James Bond fekk
hvørja ferð forðað fyri, at ein
yvir-gangskroppur vann
heimsvald. Men George W.
Bush er ongin James Bond.
Hann hevur bara gjørt ilt verri.
James Bond, Bin Laden og Bush
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Seinastu mongu árini hevur
Sosialurin ment seg til eitt
veruligt tíðindablað fyri allar
føroyingar. Aftrat hesum fjøl-
broytta tilfari úr øllum pørtum av
landinum vil blaðið eisini gera
meira við orðaskiftið - debattina
og fara vit í nýggja Vikuskiftis-
sosialinum hvørja viku at bjóða
okkum fram sum sterkasta og
vónandi mest áhugaverda og
seriøsa debattforum í Føroyum.
Sosialurin hevur leingi havt
kronikkir, klummur, lesarabrøv
og tinghellur, sum tilsamans hava
verið góð íkast í føroysku
debattina. Hereftir ætla vit at
skipa hetta meiri miðvíst til m.a.
eina sektión við kjaki og kønum
greiðningum eina ferð um
vikuna.
Debattin í Sosialinum fer tí
sum nakað nýtt eisini at fylla
nakrar síður hvørt vikuskifti,
sum tí verður eitt vikuskiftisblað
við ordiligum krammi í. De-
battin, sum fær heitið "Ting-
hellan" , fer at fevna um sjálva
tinghelluna, ið er ein analysa av
viðkomandi politiskum og sam-
felagsligum evnum, saman við
journalistiskum frásagnum, ið
tengdar eru at analysuni. Síðani
vera klummur og kronikkir, sum
eru heldur fríari og leysari hug-
leiðingar um samfelag, mentan
og hvørt av sínum. Eisini fara vit
at hýsa aktuellum viðmerkingum
frá tingfólki ella øðrum, ið sjálvi
eru partar í samfelagsmeldrinum.
Vit fara so at skifta millum at
taka upp ávís evni, sum verða
viðgjørd burturav í debattini í
Vikuskiftisblaðnum ella vit taka
ymisk mál og evni fram í sama
blað.
Skal debattin í Sosialinum
eydnast væl, er tað neyðugt at
fáa nøkur av mongu skilafólkum
okkara upp úr holunum at skriva
um evni, sum tey kenna til og
duga greiða frá. Debattin hevur
fleiri góðar hjálparredaktørar, eitt
nú Boga Eliassen og Kára á
Rógvi, ið eisini eru til reiðar at
geva fólki ráð og ‘feed-back’,
áðrenn grein fer í blaðið.
Sosialurin ætlar, um hetta
tiltak eydnast okkum, at geva
tinghellugreinar, kronikkir og
klummur út í bóklingi til jóla á
hvørjum ári. Heitið verður
"Tinghellan – íkast til almenna
orðaskiftið". Hetta gera vit, tí
góðar tinghellugreinar og
kronikkir røkka longur fram enn
til dagin, tær eru skrivaðar, og
skulu kunna vera partur av
framhaldandi orðaskiftinum.
Eisini kann tað vera gagnligt
fyri sama orðaskiftið og fyri
demokratiseringstilgongdina í
samfelagnum, at so mong sum til
ber fáa atgongd til hesa debattina
eitt nú sum klassasett í skúlunum
umframt at hon verður til taks á
almennum støðum og stovnum,
so debattin í Vikuskiftis-
sosialinum gerst partur av
førninginum hjá almenningi,,
felagsskapum, embætisfólki og
politikarum.,
Øll kunnu vera við til at fylla
karmarnar í Tinghelluni út.
Sjálvt grundarlagið undir slíkum
tiltaki er tað fría orðið tvs. at her
skulu allar hugsanir og meining-
ar hava innivist. Hevur tú hug at
vera við antin sum tinghellu-,
kronikk- ella klummuskrivari
vilja vit fegin hoyra frá tær. Tú
kanst ringja til okkara, 341800
og spyrja eftir Jan ella Eirikki
ella tú sendir okkum ein
teldupost: debattin@sosialurin.fo
Tinghellan – nýtt debatforum
í Sosialinum
Kári á Rógvi og Bogi Eliassen eru hjálparredaktørar á Tinghelluni
C
M
Y
K
37
36