leygardagur 11. september 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
35
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Yvir av vaskarínum
býr Hjalmar Waag Høgnesen.
Ein maður, ið júst hevur rundað
tey 75 árini. Hann er hóast tað
væl fyri og sást nógv í býnum.
Aloftast á súkklu.
Í dag fæst Hjalmar við at føra
ættarliðið víðari, um ein kann
siga tað soleiðis. Fyri nógvum
árum síðani komu nakrar ættar-
bøkur út, sum Símun Hansen
skrivaði. Hjalmar er nú farin í
holt við finna tað hálvtannað
ættarliðið, sum er komið, síðani
bøkurnar hjá Símuni komu út.
– Tað eru ongar ætlanir um at
geva hetta út ella nakað. Hetta er
bara nakað, sum mær dámar at
gera, greiðir Hjalmar lítillátin
frá.
Hann heldur fyri, at tað man
vera munandi lættari at finna
hetta ættarliðið enn tað hevur
verið hjá Símuni tann tíð tað var.
– Fleiri av teimum vóru jú ikki
á lívi, tá Símun fóru í holt við
bøkurnar. Tað er ikki galdandi í
hesum førinum. Tey allarflestu
eru framvegis á lívi, sigur hann.
Hjalmar hevur eisini engt
nakað nú, síðani hann fór av
Barsskori, og hann sigur við
einum smíli, at hann hevur altíð
nóg mikið at takast við.
Altíð siglt
Hjalmar hevur eina heila
lívssøgu á sjónum at greiða frá.
Flennandi greiðir hann frá, at
hann byrjaði í real, men hann
tímdi ikki skúlan so væl, so hann
gavst. Hugurin lá til sjógvin, sum
hjá so mongum ungum drongi tá
á døgum.
– Eg mundi sigla í eini trý ár,
áðrenn eg fór á skiparaskúla. Tað
var mest um várarnar tá ið tíðini,
í Grønlandi, men tað var ein
spennandi tíð, sigur hann.
Sum 19 ára gamal fór hann á
Hjalmar Waag Høgnesen:
Skiparin málar sína lívsmynd
Hjalmar Waag
Høgnesen hevur siglt
alt sítt lív. Frá tí at
hann fór úr
millumskúlanum og
til í 1996, tá hann
gavst vegna aldur.
Fiskimaður á sínum
blaðungu døgum fyri
síðani at sigla við
strandfaraskipinum
Barsskor í 31 ár.
Hjalmar nýtur sín
aldurdóm og fær
framvegis nógv av
skafti, meðan
javnaldrin, Barsskor,
er farin undir sín
seinasta vetur um
Kalsoyarfjørð
Hjalmar Waag Høgne-
sen, sum júst hevur
rundað tey 75, var
skipari á Barsskor frá
1965 til 1996, tá hann
gavst vegna aldur
skiparaskúla, og
útbúgvingin tók seks
mánaðir.
Eitt tíðarskeið upp á
fýra ár arbeiddi hann tó á
bryggjarínum hjá Føroya
Bjór, men hóast hetta var
mest landarbeiði, so sigldi
hann eisini av og á.
– Tá var tað ein ølbátur,
sum sigldi til allar tær
smáu bygdirnar, og eg
sigldi við honum. Vit
sigldu einar tveir ella
tríggjar túrar um vikuna,
greiðir Hjalmar frá.
Eftir fýra ár á landi fór
longsulin til sjógvin aftur
at gera um seg, og
Hjalmar sigldi í nøkur ár.
Eisini arbeiddi hann í
Føringahavnini í
Grønlandi eitt skifti og
búði í Íslandi í hálvt triðja
ár. Hann fann sær konu í
1956 og búsettust tey í
húsinum, sum tey búgva í
tann dag í dag. Yvir av
vaskarínum tætt við
Borðoyavík, har arbeiðið
upp á undirsjóvartunnilin koyrir
við fullari megi.
Onki samband
Hjalmar var burtur heimanífrá í
fýra mánaðir tað fyrra árið, hann
arbeiddi í Føringahavnini, og
sjey mánaðir tað seinna. Sam-
bandið heim var millum lítið og
onki. Bert brævasamband, sum
ikki altíð var at líta á.
Tað var hart, minnist hann
aftur á, men hann heldur sam-
stundis, at føroyingar vóru so
vanir við tað tá. Tað var ikki
nakað, sum teir góvu sær stórt
far um.
– Men tað er gott, at tað er
broytt í dag, púra vist, sigur
hann.
Hann greiðir frá eini minni
hugnaligari hending, meðan
hann arbeiddi í Føringahavnini.
Ein trolari sakk. Manningin taldi
42, og vórðu teir tiknir upp av
einum øðrum trolara, sum førdi
teir til Føringahavnina.
Av teimum 42 vóru heili 27
deyðir, og Hjalmar og ein annar
fingu til uppgávu at leggja teir í
kistu.
– Tað var sera ringt at gera,
men eg eri vísur í, at eg neyvan
hevði megnað tað, um tað vóru
føroyingar, sigur hann stillur á
málinum.
Barsskor
Í 1965 fór Hjalmar at sigla við
Barsskor, sum tá ikki var strand-
faraskip. Leiðin teir sigldu tá var
tann gamla Leirvíksfjarðaleiðin.
Tað vil siga, at teir sigldu yvir á
Kalsoynna og Kunoynna um-
framt hetta eisini til tær norðaru
bygdirnar á Eysturoynni - tó ikki
Gjógv.
Hjalmar greiðir hugaliga frá, at
av og á loystu teir eisini Másan
og Sildberan av, so tá kom hann
víða um í sínum heimlandi.
– Eg haldi, at vit mundu sigla
til flestu smæstu bygdirnar í
Føroyum hesi árini, sigur hann
og ressast í stólinum. Sólin
skínur inn gjøgnum vindeygað,
og hóast komið er út í september,
so er bakandi heitt í stovuni hjá
Hjalmari.
Fráflyting
Hesa fyrstu tíðina Barsskor
sigldi millum oyggjarnar, var
heilt fitt av fólki við. Flytingin
av smáplássunum hevði ikki
tikið rættiliga dyk á seg, men tað
byrjaði skjótt eftir, sigur
Hjalmar.
– Tá línuflotin kom, byrjaði
fráflytingin av røttum at merkj-
ast, greiðir hann frá.
So ger hann sær nakrar tankar
um hesa fráflyting, sum í dag er
við at taka lívið av fleiri smá-
bygdum í landinum.
– Hví gera øll so nógv burt-
urúr? Tað skilji eg ikki. Hetta er
ikki nakað eindømi, men hetta
fer fram í øllum heiminum. Eg
meini so við, hygg bara at
Meksiko til dømis. Har búgva
túsundtals fólk í neyð og
fátækradømi uttan fyri býirnar,
men hvat gera tey? Tey flyta
kortini inn í býin at búgva, og
flestu koma enn verri fyri enn
tey vóru frammanundan, vísir
Hjalmar á.
Góður við Barsskor
Tá nýggja ferjulegan á Kalsoynni
verður liðug, væntandi 1. januar,
verður Barsskor lagdur. Hetta er
nakað, sum Hjalmar gevur sær
nógv far um, tí hann eftir 30 ár
umborð á bátinum er vorðin
góður við hann.
– Tað vildi verðið løgið annars.
Sjálvandi verður ein góður við
eitt far, sum ein hevur siglt við
so longi. Eg toli ikki, at nakar
sigur nakað ilt um Barsskor,
hóast eg væl veit, at eitthvørt er,
sum ikki er so gott. Eg kundi so
aldrin funnið upp á at sagt eitt ilt
orð um bátin sjálvur, tað er púra
vist, sigur Hjalmar við einum
skeivum smíli.
Hann greiðir frá, at Barsskor
varð bygdur á Akranesi í Íslandi
av einum føroyingi, sum æt Peter
Viglund í 1929.
– Tað sigst, at hann var
slektaður úr Porkeri, men hann
fór sum blaðungur til Íslands.
Hann hevði konu í Grindavík,
tað veit eg, sigur Hjalmar
brosandi.
Javnaldrar
Í dag siglir Barsskor bert til
Syðradals og onkuntíð til Húsar.
Men soleiðis hevur ikki altíð
verið. Áðrenn tunlarnir á oynni
vórðu sprongdir ígjøgnum, sigldi
Barsskor eisini norður til Mikla-
dals og Trøllanes.
Hjalmar minnist mangan
baldrutan túrin norður til Trølla-
nesar, tá lítli bátur varð nýttur at
flyta farm og fólk frá Barsskor til
ta brimkløddu støðna á
Trøllanesi.
– Men ongantíð var nakar
vandi á ferð, hóast tað mangan
leikaði hart á, heldur hann
seigliga fyri.
Harafturímóti vóru tað mangir
túrar til Trøllanesar, sum vórðu
avlýstir, tí veðrið heilt einfalt
ikki loyvdi tí. Tá var ikki nógv
annað hjá bygdarfólkunum at
gera enn at brynja seg við toli og
bíða eftir frægari líkindum, so
vøra, postur og annað kundi fáast
til bygdina.
Men í januar í 1985 vórðu
tunlarnir á Kalsoynni sprongdir
ígjøgnum, og teir góvust at sigla
til Mikladals og Trøllanes sama
dag. Ongin vegur var oman til
bygdina, Trøllanes, so ta fyrstu
tíðina fleyg tyrlan norður. Inntil
vegurin var liðugur.
Uppi á vegginum í stovuni
hanga í einum vøkrum ramma
nakrar myndir av Barsskori,
Kalsoynni og Hjalmari. Hetta
fekk Hjalmar í gávu, tá hann fór
av Barsskori. Tað sást á honum,
at hetta hevur ómetaliga stóran
týdning fyri hann.
Hjalmar byrjaði umborð á
Barsskor í mai í 1965 og
sum skipari í september
sama ár. Og hann førdi
Barsskor øll árini líka til
hann fór av.
– Jákup var skipari
frammanundan, men so
fór hann at sigla við
Leirvíksfjarðaleiðini, og tá
bleiv eg so skipari. Men
eg lærdi ómetaliga nógv
av honum teir mánaðirnar
vit sigldu saman, sigur
Hjalmar, sum eisini
heldur, at Barsskor hevur
tænt fyri sítt breyð á
sjónum.
– Vit eru javnaldrar,
Barsskor og eg. Og fyrst í
komandi ári verður hann
lagdur, sigur Hjalmar.
Myndamaður
Eitt annað, sum altíð
hevur hugtikið Hjalmar, er
myndatøka. Hann hevur
tikið eina ørgrynnu av
myndum gjøgnum sítt lív,
og man myndasavnið hjá
honum vera gull vert.
Fyrstu ferð hann hevði mynda-
tólið við til skips, var hann
blaðungur. Hann minnist, at tað
ikki var vældámt av teimum
eldru monnunum, ið hann sigldi
saman við.
– Teir hava ivaleyst ikki dugað
at sæð minnisvirðið í myndum.
Teir hoyrdu jú til eina aðra tíð,
sigur hann og flennir.
Men Hjalmar tók kortini
nógvar myndir og helt fram við tí
inntil fyri fáum árum síðani.
– Í dag taki eg ikki nógvar
myndir, men tað er stuttligt at
eiga, heldur hann fyri.
Fyri tveimum árum síðani
hevði Hjalmar eina mynda-
framsýning á norðoyastevnu.
Allar tær myndirnar hevur hann
latið Norðoya Fornminnissavni.
– Eg haldi, at tað er best at lata
teimum myndirnar, tí tað er ikki
vist, at tey, ið koma aftaná, fara
at duga at síggja týdningin av
teimum. So har verða tær helst
best varðveittar, sigur hann,
meðan hann blaðar ígjøgnum eitt
av sínum mongu albummum.
Har eru nógvar myndir frá
tíðini, meðan hann sigdi við
Barsskor. Og tað er ongin ivi um,
at tað er við nakað av sorgblídni,
at Hjalmar ásannar, at javnaldrin
skjótt eisini fer frá fyri aldur.
Hjalmar eigur eina ørgrynnu av myndum, og eru nógvar av teimum tiknar á Kalsoynni. Her eru tríggjar myndir, sum hann
hevur tikið av lendingini á Trøllanesi – í góðum og vánaligum líkindum
C
M
Y
K
35
34