leygardagur 11. september 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
33
Dupultkronikk eftir Hanus
Kamban
Á okkara ferð suður ígjøgnum
Týskland hugsi eg av og á um
mín gamla lærara Christian
Haraldsen, elduvíkingin, sum
leiddi meg og mong í mínum
ættarliði okkara fyrstu stetlandi
fet inn í málið hjá Goethe og
Thomas Mann. Eg síggi hann
fyri mær, høgur maður, eitt
sindur bogin, andlit og nøs
langlig, eygnabráið góðsligt.
Onkuntíð kundi hann siga nakað
soleiðis: "Og nú, góðu børn,
leggja við bøkurnar til viks, og
so skulu vit práta". Hann hevði
nú leiklutin sum orðstýrari,
meðan vit sluppu at siga okkara
hugsan um mentan, politik ella
bókmentir, burturi sum heima.
Ofta endaði hetta við, at lærarin
tók orðið og fór at fortelja okk-
um um Goethe, Schiller ella
Heine, um Faust og Mariu
Stuart, um Martin Luther ella
Das Nibelungenlied.
Nær, hugsi eg við mær sjálv-
um, mundi tað vera, ein varn-
aðist, at okkurt serligt var við
hesum málinum, har gandur æt
Zauber, og andi æt Geist, og sús
æt Rausch? Var tað tá ið
Haraldsen fyrstu ferð lærdi
okkum at syngja Am Brunnen
vor dem Tore? Ella var tað
kanska uppi undir væðingini í
Gamla Klubba, har vit hildu
jólaveitslu seinast í fimtiárunum
og sungu O Tannenbaum, O
Tannenbaum, wie treu sind deine
Blätter, meðan vit hugdu at
gentunum hinumegin borðið,
sum vit sóu, summar næstan í
Lorelei-glæmu, við droymandi
eygum, umsveiptir av anganum
av granngreinum og blaktrandi
kertiljósum?
Kanska var tað tó ikki av
álvara, fyrr enn útvarpið var
komið, og vit lærdu slagaran
Seemann, sum vit seinni dansaðu
til í ólukkumáta, úti sum heima:
Deine Liebe ist den Schiff,
Deine Sehnsucht ist die Ferne
Über Bali und Hawai
Über Rio und Shanghai ...
Nú eri eg ikki sjómaður, og mín
longsul stendur hvørki til Bali
ella Rio, og kortini havi eg, eins
og hetjan í hesi vísu, givið eftir
fyri eini útferðarlangtan, við
uppruna og skapi, sum kanska
ikki gerast týðulig, fyrr enn
henda kronikk er at enda komin.
Úrslitið av hesum er, at eg og
mín fylgisneyti mánakvøldið
tann 19. juli 2004 stíga úr flog-
farinum á Schönefeld flogvølli,
at vit í tríggjar dagar dvølja í
Berlin, at vit tær komandi
tríggjar vikurnar fáa høvi til at
ferðast gjøgnum Mið- og Suður-
týskland, eystarumegin, og
gjøgnum ein part av Eysturríki,
og at vit heimafturkomin hava
stigið ikki heilt fá spor í m.a.
Berlin, Dresden, Weimar,
Regensburg, Passau og Wien.
Hvat er tað so, sum stendur
týðiligast í huganum eftir ein
tríggja daga steðg í Berlin?
Dómkirkjan í høvuðsstaðnum,
Berliner Dom, tað jødiska
savnið, Marienkirche, har Der
Totentanz er evnið í einum
longum kálkmálningi í einum
hválvi í forkirkjuni, deyðans
hjávera millum tey livandi, av-
myndað á miðaldarligan og
samstundis merkiliga modern-
aðan hátt - alt hetta hugtók.
Og mannfjøldin á Berlin
Alexanderplatz, og í Prenzlauer
Berg, litaðar lyktir millum grøn-
ar runnar í skýmingini, ikki
ólíkar fuchsiuni, sum nú sprettur
í okkara urtagarði, ývin við reyð-
um og reyðviolettum klokkum,
borð eftir borð uttanfyri hokn-
andi undir vín- og ølgløsum, eitt
yðjandi, tysjandi lív, sjóðan og
sangur kring borðini, leysafríggj
millum trøini, eitt endaleyst rað
av mat- og ølstovum við ómeta-
liga longum innanduraskálum,
gentur, tær flestu í trongum,
svørtum blusum og buksum, sum
fáa tað hvíta holdið at skyggja
bleikt, standmyndarkent og
hættisligt, alt tekin um lív og
forfall, treysti til framtíðina og
listarligt sprækni her á mótinum
millum tað farna DDR og tað
farna Vesturtýskland, kanska
sum eitt kreativt úrslit av savn-
ingini, sum tók seg upp frá 1989.
Men tað, sum kortini stendur
klárast í huganum aftaná, við
farra av njóting og vælveru, ið
liggur leingi á, er eitt pláss ikki
langt frá Kurfürstendamm,
Savignyplatz eitur tað, inn í
plássið føra, sum snældur í ein-
um rokki, sjey gøtur, í hjartanum
sjálvum er plantað ein lítil lund,
og eisini í sjálvum útjaðaranum
vaksa trø, og her eru eisini mat-
stovur og kaffistovur.
Yvir hesum bletti í tí annars
mangan skundmikla og rokuta
Berlin er ein kensla af friði og
næstan parisiskum lættleika, ein
kensla, sum fær dýpd og ríki-
dømi, tá ein varnast, at á tveim-
um ymiskum støðum eru bók-
handlar, sunnanfyri Der Bücher-
bogen, við ómetaliga stórum
úrvali av bókmentum um list,
listaástøði og listasøgu, og í ein
útnyrðing, nøkur fet inni í
Carmerstraße, Die Autoren-
buchhandlung, ið er væl minni,
men hevur framúr gott úrval av
føgrum bókmentum og verkum
um bókmentasøgu, umframt at
har eru vitandi og fyrikomandi
starvsfólk.
Eg leiti mær yvir á Savigny-
platz ein fyrrapart, sessist uttan
fyri eina av kaffistovunum við
einum café latte og kenni meg
kíndan av morgunlotinum og
frískaðan upp av tí súrevni, sum
rekur úr grønskuni yvir mær og
rundan um meg, meðan eg
samstundis eri vitandi um, at
ikki langt burturi halda Thomas
Mann og Paul Celan til, í ymisk-
um og spennandi hamum, útgáv-
um og viðgerðum.
Men sjálvsagt ber til at rúgva á
eldri plinkar. Vit síggja í bløðun-
um, at eitt kvøldið er Schiller-
upplestur í Berliner Dom, vit
fara avstað við smogujarnbreyt-
ini, tað lukkast okkum at koma
fram rættstundis inn í ein sal
høgrumegin stutt frá høvuðsdur-
unum. Ein sjónleikarkvinna, sum
man vera um tey sjeyti, lesur upp
yrkingar eftir skaldið, eitt nú Der
Taucher, Die Bürgschaft og An
die Freude, hon lesur livandi og
so týðiliga, at hvørt orð hoyrist
og myndin stendur klár fyri
okkum:
Es kommen, es kommen die
Wasser all,
Sie rauschen herauf, sie rauschen
nieder,
Den Jüngling bringt keines
wieder.
Eftir upplesturin verða vit áhoyr-
arar bidnir um at koma upp
ígjøgnum einar trappur, og har-
uppi, í einum heldur minni sali,
fáa vit, standandi við smá rund
borð, hvítvín, reyðvín ella bara
djús og eina breyðflís. Tað
eydnast okkum at koma á tal við
upplesaran og mannin hjá henni,
sum er amerikanari og hevur
skrivað doktararitgerð um Carl
Th. Dreyer.
Vit hitta eisini tríggjar eldri
konur, sum, tá ið eg spyrji, hvat
tær gera, svara: Wir sind Rentner.
Tað vísir seg, at tær eru einkjur,
úr tí gamla DDR, sum brúka tað
sum eftir er av lívinum til at
sløkkja sín tosta eftir mentan, og
sum sostatt umboða eina av
dygdunum í hesum farna
samfelag, ta hugsan, at mentan
er hvørs mans ogn, og at Schiller
og Heine væl kunnu kappast við
Dire Straits ella Tom Jones.
Tað er tann 21. juli, vit hitta
hesar kvinnur (ein teirra æt
Irmgard, ein onnur Ilse, navnið á
tí triðju minnist eg ikki), og
nettupp um hetta mundið eru
serliga tveir søguligir persónar
frammi á europeiskum blaðteig-
um. Annar er Francesco Petrarca,
sum varð føddur seinast í juli
1304 og sostatt heldur sín 700
ára dag, nú vit koma til Berlin,
skald, ferðamaður, bókasavnari
og mikil kvinnuyndari, sum
orðini voluptas oculorum - eyg-
nanna girnd - úr einari av hans-
ara sonettum bera boð um.
Týskarar, kann eg leggja aftrat,
fagna hansara føðingardegi við
stórfingnari bókaútgávu.
Hin er Claus Philip Schenk
FER EUROPA A
Hugleiðingar um tað nýggja Europa, um týskt mál og
týskar bókmentir og um meginlandsins leiklut yvir av
heiminum og USA
Christian Haraldsen undirvísti í týskum og
fronskum á studentaskúlanum 1937-74
Mánin rísur, málningur eftir C. D. Friedrich, sæst í Galerie der Romantik í Berlin
von Stauffenberg, heryvirmaður
og høvuðsmaður í kvettroyndini
móti Hitler tann 20. juli 1944,
skotin sama kvøldið. Sjónleikar-
kvinnan, sum so væl tolkaði
Schiller fyri okkum, nevndi til
seinast von Stauffenberg, hann
var ikki nógv virdur, heldur ikki
í Adenauer-tíðini, men, leggur
hon dent á, hann var ein sonn
hetja, ein idealistur, sum gav
lívið fyri frælsi og rættleika, ein,
sum Schiller hevði kent sum sín
andiliga frænda. Nei, hugsar ein
við sær sjálvum, javnaðarmað-
urin Willy Brandt var heldur ikki
nógv umhildin í Adenauer-tíðini,
men tað eru slíkir - ein von
Stauffenberg, ein Brandt, ein
Celan - sum standa faddrar at tí
nýggja Týsklandi og tí nýggja
Europa.
Dagin eftir leita vit út til
Schönefeld Flughafen, á skriv-
stovuni hjá Hertz verða skjøl í
hópatali undirskrivað, nakað
seinni sessast vit í einum silvur-
gráum, spræknum og vælfjaðrað-
um Peugeot 307, sum ber okkum
suðureftir eftir breiðum motor-
vegum, har skillig tekn eru at ýta
av eftir. Okkara fyrsta mál er
Dresden, vit finna okkara
vallaraheim í Louisenstraße í
Neustadt, og um níggjutíðina um
kvøldið kunnu vit eta nátturða á
tí griksku matstovuna Plaka á
horninum Louisenstraße-
Alaunerstraße.
Vindeyguni standa opin, úr
garðinum yvirav lýsa litaðar
lyktir millum trøini, uttanfyri er
ein faran og tysjan av ungdómi,
við taskum, við súkklum, prát-
andi leiðandi, hetta eru Saks-
lands børn, glað, løtt í huga,
sinnilig.
Morgunin eftir fara vit at
hyggja at býnum, og tann sjón
vit síggja, tá vit koma til endan á
tí breiðu Hauptstraße er, við
sínum bergtakandi vakurleika,
heilt óvæntað: Har eru tær
tríggjar brúgvarnar, tann mittasta
við rundbogaðum hválvum undir
takinum, undir teimum streymar
Elben breið og stríð, á tí breiða
at kalla slætta áarbakkanum
síggjast fólk, sum lesa, eta ella
bara hvíla seg, í ánni vassa børn
og eftir henni sigla prámar og
skip, hetta er ein sjón, sum kundi
hugtaka ein málara sum Cana-
letto (hin yngra), sum hegnisliga,
við gløggum eyga fyri øllum
staklutum, hevur megnað at
endurgeva hennara tíðleysu
friðsælu og miðaldardæmdu
sjarmu.
Dresden varð sum kunnugt
bumbaður, púra óneyðugt, tann
13. og 14. februar 1945, av
Teimum Sameindu. Álopið sorl-
aði ein stóran part av tí gamla
býnum og mangar stórfingnar
bygningar og drap ein hóp av
sivilfólki. Í tí uppafturbygdu
Hofkirche, sum í stíli er dømi
um hábarokk, sæst, í forkirkjuni,
ein modernað Pietà, sum er
sjáldsom, tí hon bindur saman
átrúna og søgu, í hesum føri ta
nýggjastu søguna, og tankin
tykist vera - í samsvari við
hugsanina hjá Serenus Zeitblom
seinast í skaldsøguni Doktor
Faustus eftir Thomas Mann - at
eitt fólk, ið sjálvboðið gongur
undir Saurons vald, má gjalda
fyri hetta, og at gjaldið eisini
rakar tey óseku og enntá rætt-
vísu.
Hetta rennur mær í huga
nakrar dagar seinni, tá vit í
Weimar eitt kvøldið hoyra
upplestur av Goethe-pastisjum
og Goethe-parodium, og
upplesarin til seinast lesur eina
gitna kabarettyrking eftir Erich
Kästner (sum var føddur í
Dresden):
Kennst Du das Land, wo die
Kanonen blühn?
Du kennst es nicht? Du wirst es
kennenlernen!
Dort stehn die Prokuristen stolz
und kühn
in den Büros, als wären es
Kasernen.
Kästner er beiskur, og ikki minni
beiskur og harmur var Hjalmar
Söderberg, sum ikki var at
undrast á, hann ferðaðist nógv í
Týsklandi, týskarar vóru teir
fyrstu uttan fyri Svøríki, sum
góvu hansara skaldskapi ans og
týddu hann, og tað var í
München, í 1910, seinna kona
hansara Emilie Voss átti dóttrina
Betty (móðir Henrik Stangerup).
Tá ið hetta mentaða land gav seg
inn undir psýkopatin úr Linz, tók
tað Hjalmari dygt, og hann helt,
at verri vanlukka hevði ikki rakt
Europa í 20. øld. Hann doyði í
oktober 1941 og upplivdi sostatt
tíverri ikki at síggja týskin
steðgaðan stutt frá Moskva, tað
fyrsta teknið um ósigurin í 1945.
Í dag blóma ongar kanónir í
Týsklandi, men her tykist alt
annað at blomstra, mentan, tónl-
eikur, blaðútgáva, list, fyri-
myndarliga er fyriskipað í býum
og á landavegum, fólkið er blítt
og fyrikomandi, og sorlaðir býir
eru uppafturbygdir. Og hetta
tykist at vera eitt av aldarinnar
undrum, at eitt land og eitt fólk,
sum í 1945 lá í skeljasori,
hungrað inn at beini og moralskt,
at vísa seg, óbøtiliga fallið, nú
tykist at hava rist myrkrið uttan
av sær, gloymt (um kanska ikki
til fulnar gjørt upp við) brots-
menn og fívlar, og fingið í aftur
slóðina eftir Kant, Goethe og
Heine.
Tankarnir reika út um
Týskland, og einum lystir at
draga Europa og USA inn í
myndina. Frá 1945 høvdu vit í
heiminum tveir høvuðspólar,
USA og Sovjetsamveldið, í 1989
fall og syndraðist tað sovjetska
ríkið, og síðani hava vit livað
undir pax americana, undir
skugganum ella (vildi onkur
sagt) ljósinum frá einum
stórveldi.
Men hvør sigur, at henda støða
verður varandi, og at ikki nýggj
paradigmu kunnu taka seg upp?
Semja er ikki um hesi mál, og
spádómar og metingar eru
ógvuliga ymisk. Á okkara ferð
suðureftir fái eg fatur á eini bók
eftir franska søgufrøðingin og
demografin Emmanuel Todd,
bókin hevur upprunaheitið Après
l´empire. Essai sur la décom-
position du système américain.
USA, sigur Todd, førdi í ein
mansaldur ein (møguliga og
lutvís) ábyrgdarfullan politikk,
røkti sín egna búskap væl og
stuðlaði Europa við Marshall-
hjálpini.
Men eftir múrsins fall bleiv
freistingin ov stór, og síðani
hevur USA, við merkiliga lítlum
framskygni, yvirspælt sín leiklut.
Við tað at landið ikki longur er
eitt fólkaræði, men eitt oligarki
(fámannaveldi), megnar tað ikki
at halda ta sokallaðu Doyles
Lóg, sum sigur, at kríggj millum
fólkaræðir er óhugsandi.
Er tað ikki tankavekjandi, at
heimsins sterkasta land, í teirri
løtu, tá ein verulig vón um
heimsfrið vísir seg, leggur vertin
á umhvørvið, setir ferð á
hernaðarliga dubbing og noktar
at viðurkenna tann nýggja
altjóða kriminaldómstól, ið kann
ringja inn eina nýggja etiska
heimsskipan? Orsøkin til hesa
støðu er, sambært Todd, at
politikkurin hjá USA sprettur,
ikki úr styrki, men úr veikleika,
úr teirri sannroynd, at landið er
politiskt sera veikt og búskapar-
liga í eini ógvuliga hættisligari
støðu, við tað at landsins
peningaliga styrki, orsakað av
stórari og vaksandi skuld,
stendur og fellur við innflutningi
av fremmandum gjaldoyra,
einum innflutningi, sum kann
minka ella steðga í somu løtu,
evran sum gjaldoyra vinnur á
dollaranum.
(framhald)
AT REISA SEG?
Í listaskálanum í borgini Zwinger hongur Tann sixtinska Madonnan eftir Rafael
Claus Schenk von Stauffenberg stóð á odda fyri
kvettroyndini í 1944
C
M
Y
K
33
32