leygardagur 11. september 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
31
og søkja stuðul, og árið eftir gav
hon sína fyrstu fløgu út við
"Eivør Pálsdótttir Band". Eg havi
ongantíð ivast í evnunum hjá
Eivør, men tað árið sannførdi
meg av álvara um, at hon eisini
hevði tað sjálvsálitið og áræðið,
sum skuldi til fyri at gera álvara
av sínum ætlanum. Og tað hevur
verið hennara avgjørda styrki
líka síðani, sigur Sædis.
Kritikarin
Áhugin hjá Sædis fyri tónleiki
avmarkar seg ikki bara til henn-
ara egna ungdóm. Hon fylgir
sera væl við, serliga í tónleikin-
um, sum upptekur tey ungu beint
nú, og hon er javnan at síggja á
ymsum rockkonsertum. Á
fløguspælaranum hjá Sædis
liggur altíð onkur av nýggjastu
fløguútgávunum, men sjáldan
nøkur hjá Eivør.
– Eivør havi eg hoyrt sungið
næstan hvønn dag seinastu 20
árini – eg vil heldur sleppa at
hoyra okkurt, sum eg ikki kenni,
sigur Sædis, sum tó altíð er ein
tann fyrsta, Eivør spyr til ráðs, tá
hon skrivar tónleik ella ivast í
onkrum verkætlanum.
– Mamma hevur gott skil fyri
tónleiki og hon er ongantíð
bangin fyri at siga sína meining
og koma við øðrum hugskotum.
Uppá tann mátan hevur hon altíð
verið mín besti ella ringasti
kritikari, sigur Eivør.
Sædis dylur ikki yvir, at henni
ikki altíð hevur dámað allan
tónleikin hjá Eivør líka væl, men
hon hevur ongantíð roynt at
ávirkað hana til at broyta kós.
– Ætlar tú at gerast meir enn
ein døgnfluga í tónleikaheimin-
um, mást tú trúgva uppá tað, tú
gert og tora at halda fast í tí.
Eivør hevur ofta verið í andróðri,
tí fólk antin ikki hava skilt henn-
ara tónleik, ella høvdu væntað
okkkurt annað, men hon letur
seg ikki ávirka. Tað er jú rætti-
liga óvanligt, tá tú hugsar um
hennara aldur, men tað hevur
gjørt tað lætt hjá mær at siga
mína hugsan, tí eg veit, at hon
ikki fellur í fátt, fyri tað um eg
ikki eri samd. Tað má vera upp-
gávan hjá foreldrunum at læra
síni børn at trúgva uppá seg
sjálvan. Og míni børn hava altíð
vitað, at ongin her í húsinum
kemur og sigur, "Hvat segði
eg?", um tingini kiksað, tí tað
kann ongin brúka til nakað. Tað
bara brýtur niður, sigur Sædis
avgjørd.
– Tá plagar hon at siga, at
gongur tað ikki, sum tú ætlaði,
finnur tú bara uppá okkurt
annað, góða. Tað er eitt tað besta
við mammu. Hon er so positiv
og sjálvt um vit ikki eru samdar,
lurti eg altíð eftir hennara mein-
ingum. Oftast styrkja aðrar
meiningar meg bara uppaftur
meir í trunni uppá mínar egnu,
sigur Eivør.
– Tað er eisini hatta sjálvsálitið
hjá Eivør, sum ger, at eg tori at
lata hana fara allastaðni og
ongantíð eri bangin fyri, at hon
verður rend um koll, sjálvt um
tað ofta leikar hart á rundanum
hana, sigur Sædis og minnir á, at
Eivør jú hevur fingið helvtina av
sínum viðføddu evnum og veru-
máta frá pápa sínum.
– Ikki minst tað róliga og
mynduga, sum ger, at hon altíð
hevur bæði beinini á jørðini ella
á pallinum. Hatta hevur hon
avgjørt ikki eftir mær. Eg hevði
heilt sikkurt farið upp flákra, um
ein mikrofon knappliga ikki
riggaði, flennir Sædis.
Í tuflunum hjá babba
Hóast fá foreldur nakrantíð koma
at standa í somu støðu, sum
Sædis og maður hennara, hava
tað neyvan nakrantíð áður verið
fleiri ung, sum droyma somu
dreymar, sum Eivør. Og uttan iva
eru tað nógv foreldur, sum stúra
fyri, hvussu tey skulu bera seg
at, um teirra barn ætlar at gera
álvara av dreyminum. Tað besta
ráðið, Sædis kann geva teimum,
er at vera púra erlig fyri barn-
inum, tí tað eru foreldrini, sum
kenna sítt barn best. Tí duga tey
eisini best at sígga, um barnið
veruliga hevur tey evni, sum
skulu til, fyri at ein slíkur
dreymur kann gerast veruleiki.
– Tað ber illa til at samanbera,
tí eg trúgvi ikki, at tað finnast
so nógv menniskju sum, Eivør.
Men eg trúgvi, at tað, sum hevur
allarstørst týdning, er at foreldur
stuðla børnunum í tí, sum fyrst
og fremst ger barnið og ikki
foreldrini ella onkran annan
lukkulig og verja tey móti at
vassa út, har tey ikki grynna. Tað
er ikki nokk, at barnið hevur ein
dreym og nakrar serligar listar-
ligar gávur. Tað má eisini hava
styrkina til at kenna sínar av-
markingar, duga at taka vónbrot
og vita, nær tað skal siga ja ella
nei. Hevið eg havt varhuga av, at
Eivør til dømis var løtt at lokka
ella særa, hevði eg steðga henni
alt fyri eitt, tí so hevði hon aldrin
verðið lukkulig í hasum um-
hvørvinum.
– Eg skilji væl, hvat mamma
meinar. Eg hopi heldur ikki, at
lítlusystrarnar hjá mær finna
uppá at gera tað sama, sum eg.
Eg orki ikki tankan um, at tær
skulu standa mitt í øllum hesum,
taka avgerðir allatíðina og
kanska verða buuaðar av pallin-
um .... Hendan verðin er ikki
altíð so ljósareyð, sum hon sær
út, og gribbarnir standa altíð
klárir allastaðni
– Verður tað ov nógv av tí
góða, kann hon jú altíð koma
heim, uggar Sædis.
– Onki er betri enn at koma
heim til mammu og tey í Gøtu.
Tað minnir meg á, at eg ongantíð
eri púra einsamøll, sigur Eivør.
– Og tá eg so síggi hana fara
sjaggandi omaneftir í mínum
jakka og tuflunum hjá pápa
sínum, veit eg, at lítladiddan hjá
mær allíkavæl ikki er farin so
øgiliga langt. Men tað allarbesta
er at vita, at Eivør hevur ongan-
tíð verið so lukkulig, sum hon er
beint nú, sigur Sædis eitt sindur
argandi og gevur Eivør eitt stórt
klemm.
MAMMA OG DÓTTIR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Prix Føroyar finalan 2001.
Clickhaze og Eivør Pálsdóttir
hava júst vunnið kappingina, og
pallurin er allur ein hurlivasi av
royki, fólki, blómutyssum,
mussum og klemmum. Eivør
situr á kantinum á pallinum og
hyggur eitt sindur leitandi út yvir
fjøldina, tá tað eydnast einum
tíðindamanni at fáa orðið ár
ársins stjørnu.
– Nú Eivør. Hvussu hevur tú
tað beint nú?
– Beint nú kundi eg hugsað
mær at verið heima hjá mammu,
sigur Eivør, í tí hon rakar við
onkran í mongdini, smílist og
vinkar ...
Tíðindamaðurin verður
gloymdur eina løtu, tí mitt í stóru
áskoðarafjøldini stendur mamma
Eivør, Sædis, og smílist aftur,
sum vóru bara tær báðar til
staðar í stóru høllini.
– Hatta kvøldið visti Eivør
sjálvandi, at eg var har, men tað
ger tað sama, um hon veit tað
ella ikki. Hon fangar altíð eyguni
á mær á konsertunum. Tað er
næstan sum gandur. Ella er tað
bara eitt serligt samband millum
okkum báðar, sigur Sædis.
Eivør nikkar samtykkjandi
– Mamma er altíð við í øllum
tí, sum eg geri. Tað er bara ikki
altíð, hon veit av tí. Var tað ikki
fyri hana, var eg als ikki, har eg
eri. So einfalt er tað, sigur hon
púra sannførd.
Mamma er coolast!
Serliga sambandið millum Eivør
og mammu hennara er týðiligt
frá fyrstu løtu, tú hittir tær báðar
saman. Eitt orð frá aðrari, og hin
er klár at gera setningin lidnan.
Eitt lítið eygnabrá, og báðar
liggja í skellilátri, uttan at nakar
annar skilur, hvat tær flenna eftir.
Og Eivør hevur heldur ikki sínar
sang- og tónleikagávur frá
fremmandum, hóast Sædis
heldur tað vera púra burturvið at
samanbera tær á tí økinum. Men
stjørnudreymin, sum dótturin
livir beint nú, hevur mamman tó
ongantíð av álvara havt.
– Eg havi altíð sungið nógv, og
eg og vinkonurnar høvdu ivaleyst
eisini okkara dreymar. Men tú
kanst ikki samanbera tað við
dreymarnar, nógv ung hava í
dag, tí tey hava heilt aðrar møgu-
leikar at gera álvara av teimum.
Eg var ung í Syðrugøtu í
70unum, og í okkara hugaheimi
lógu slíkir dreymar so fjart frá
okkara verð, at vit ongantíð av
álvara hýstu teimum, sum ein
møguleika. Tí ber tað ikki til at
siga, at eg gekk við einum
innilæstum dreymi, sum eg ikki
slapp at royna. Hinvegin hevði
eg neyvan evnini, um tað skuldi
verið, heldur Sædis.
– Sovorði tvætl, brýtur Eivør
av. Mamma var mín stóra fyri-
mynd. Í mínum eygum var
mamma coolast í allari verðini,
ikki minst tá hon og ein vin-
maður plagdu at syngja "Dream,
dream, dream" hjá Everly
Brothers. Eg havi hoyrt mammu
sungið alt mítt lív, men tað var
nakað heilt serligt, tá eg onkun-
tíð slapp við í losjuna at lurta.
Eg sat bara púra býtt og gapaði,
og droymdi meg burtur. Eg havi
altíð droymt um at blíva
sangarinna, men tær løturnar
gjørdist dreymurin mest livandi,
sigur Eivør.
Væntanir
Frá tí Eivør var heilt lítil, lat
Sædis hana vera uppi í alla-
staðni, har sangur og tónleikur
var. Men tað var ongantíð við tí
fyri eyga, at hon skuldi gerast
ein kend stjørna.
– Eg vildi bara so gjarna, at
Eivør eisini skuldi upplivað gleð-
ina við at syngja. Eg havi ongan-
tíð havt aðrar ambitiónir fyri
Eivør, enn at hon skuldi gerast
eitt eydnuríkt menniskja. Alt
annað er uttan týdning, tá saman
um kemur. So í so máta, havi eg
ongantíð lagt trýst á hana. Jú, eg
havi vist onkuntíð sett hana uppá
eitt borð í onkrum føðingardegi,
tá hon var heilt lítil, so hon
kundi sleppa at syngja fyri øll-
um, men tað mundi vera, tí hon
sjálv vildi sleppa.
– Á ja – eg elskaði at hava
nógvar áhoyrarar, sigur Eivør
droymandi og heldur fram
Eg havi ongantíð kent tað, sum
eg skuldi liva upp til nakrar
væntanir. Tað var heldur øvut, tí
vit hildu okkum oftast duga nógv
betri, enn tey vaksnu trúðu. Eg
gloymi ongantíð, tá eg og Petsy
(Tvørfoss, blaðkv.) skrivaðu til
eina barnasending í sjónvarpin-
um, sum æt "Hvat vilt tú verða,
tá tú verður stór" ella okkurt
sovorði. Tá vit endiliga komu so
langt, vildu tey hava okkum at
syngja "Lítla Elsa". Nei, álvara -
tað kundu tey ikki meina! Vit
hildu tað bara vera so giggut og
flovisligt. Vit vóru 7 ár, men
høvdu í minsta lagi ætlað okkum
at sungið "Gloria", sigur Eivør í
skellilátri.
Stúrdi
At lata dótturina fylgja dreymin-
um um at gerast sangarinna, hev-
ur ongantíð verið nakað ivamál
fyri Sædis. Eivør var neyvan
meir enn eini 2-3 ár, tá tað var
eyðsæð fyri øllum, at hon ikki
bara hevði heilt óvanligar sang-
gávur, men eisni eitt oyra fyri
tónleiki, fá duga at ímynda sær,
var gjørligt. Og tá Eivør 13 ára
gomul meldaði seg til ársins
songrødd, himpraðist Sædis ikki
við at lata hana royna. Ta einastu
ferðina, Sædis minnist seg hava
stúrt fyri, hvussu tað nú mundi
fara at ganga, var tá Eivør boð-
aði frá, at hon fór at gevast í
skúlanum aftaná 9. flokk og fáast
við tónleik í staðin.
– Hon hevði onki arbeiði, onki
lærupláss, ongar pengar. Og
hatta við tónleikinum - hvussu
seriøst var nú tað ...? So eg sá
sjálvandi fyri mær, at hon fór at
liggja og sova dagin burtur. Men
tá hini byrjaðu aftur í skúlanum,
setti Eivør seg at skriva tónleik
– Eg veit altíð, hvar hon er, og hvat hon ger,
men eg havi ongantíð roynt at stýrt henni.
Mín einasta ambitión fyri hana er, at hon
verður eitt eydnuríkt menniskja. Onki
annað hevur týdning, tá saman um kemur,
sigur Sædis Eilifsdóttir, mamma Eivør
Pálsdóttir
Mamma Eivør Pálsdóttir:
Bara hon er lukkulig
Eg havi ongantíð havt
aðrar ambitiónir fyri
Eivør, enn at hon skal
verða lukkulig. Alt annað
er uttan týdning, tá
saman um kemur, sigur
Sædis
C
M
Y
K
31
30