leygardagur 11. september 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
29
Men úrslitini eru fá og smá,
sigur hann og leggur afturat, at í
hsum er tað ikki Vesturheimurin,
sum hevur góða tíð.
– Vit eiga at gera okkum
greitt, at vit standa yvir fyri
einari veruligari hóttan, og at tað
er ikki nóg mikið bara at leggja
dent á útbúgving í tí arabiska
heiminum, har yvirgangur verður
góðtikin sum eitt vápn, sigur
Matts Berdal.
Kann hjálpa
Atsóknin at USA vísti, hvussu
langt altjóða yvirgangsmenn eru
til reiðar at fara, samstundis sum
framferðarhátturin vísti, at
endamálið var at týna so mong
mannalív sum gjørligt. Og hetta
er ein álopsháttur, sum altjóða
yvirgangsmenn fara at brúka.
– Vit hava fleiri prógv fyri, at
yvirgangsmenn royna at fáa fatur
á hópoyðingarvápnum, og tað er
ikki óhugsandi, at tær fara at
nýta slík vápn í tí næsta álop-
inum. Tí mugu vit taka neyðug
stig fyri at forða tí, og í so máta
virkar menningarhjálp alt ov
seint, um ætlanin er at nýta hana
fyri at steðga yvirganginum,
sigur Matts Berdal.
Hinvegin heldur hann, at í
londum, sum mugu sigast at vera
á knøunum, kann menningar-
hjálpin hjálpa. Eitt av hesum
londunum er Somalia. Har kundi
menningarhjálpin hjálpt, tí tað er
júst í slíkum londum, at yvir-
gangurin kann finna sær
gróðrarlíkindi.
– Í 1980-unum fór Vestur-
heimurin til Somalia, tí fólk vóru
í neyð. Í dag áttu vit at gjørt tað
sama, men hesaferð fyri at forða
yvirgangi, sigur Matts Berdal,
professari.
(Kelda: Berlingske Tidende)
11. september 2001?
Suni Merkistein,
tíðindamaður:
– Eg minnist, at eg var
júst komin heim av
morgunvakt á útlands-
deildini í útvarpinum.
Eg var so troyttur, at eg
fekk mær ein lúr. Konan
ringdi so og segði mær,
at tvey flogfør høvdu
rent inn í World Trade
Center. So eg lá faktiskt
og svav so søtan, meðan
tað hendi.
Mín fyrsti tanki var,
at tað ljóðaði óveruligt. Serliga tá ein verður vaktur við slíkum
ræðuligum boðum.
Hetta minti einamest um eina undantaksstøðu, og ein spurdi
seg sjálvan, um heimurin veruliga er komin hartil, at slíkt
veruliga kann henda.
Í eftirtíðini spældi tað ein stóran leiklut. Ein hevði hug at
setast aftur frá ætlaðum ferðum í útlandið. Og óttin fyri, at
okkurt líknandi fór at henda aftur var har allatíðina. Og er
hann framvegis har.
Hetta var tann dagin, at heimurin fullkomuliga broyttist.
Tryggleikakenslan hjá einum varð skakað, og hon verður
ongantíð tann sama aftur. Tað er púra vist.
Alt gongur sjálvandi yvir, og lívið verður normaliserað, men
á ein ella annan hátt brast okkurt sakloysi í heiminum hendan
vanlagnudagin í 2001.
Bjørt Samuelsen,
tíðindakvinna:
– Tað minnist eg so sera
væl. Eg stóð á tíðinda-
deildini í útvarpinum og
hugdi at live myndum frá
CNN, meðan tað seinna
flogfarið rendi á World
Trade Center.
Nakrir starvsfelagar og
eg stóðu og kjakaðust
um, hendan myndin
mundi vera eftirgjørd, so
óveruligt tóktiskt tað.
Tann fyrsti tankin var, at tað kundi ikki passað, at slíkt
hendi. Tað kundi simpulten ikki bera til.
Tá so tann fyrsta vantrúgvin hevði lagt seg, gekk ein fyrst og
fremst og hugsaði um, hvør kundi finna upp á at gera slíkt.
Yvirgangur, var satt at siga ikki tað fyrsta, ið einum kom til
hugs.
Og so óttin sjálvandi. Hvat verður tað næsta. Fer kríggj at
bresta á ella fer ein heilur herur av sjálvsmorðsbumbumonnum
at koma. Nógvar ræðuligar tankar fyltir við einum ávísum ótta.
Tilburðurin fyllir absolutt nógv enn tann dag í dag. Eg haldi
ikki, at verðin er tann sama. Tað hava sjálvandi verið kríggj
allar dagar, men hetta var jú púra óvæntað, og nakað, sum ein
ikki kann verja seg ímóti. Eg haldi, at óttin, sum er um allan
heimin í dag, hongur nógv saman við 11. september 2001.
11. SEPTEMBER
Árni Joensen
Politikararnir í Vesturheiminum
royna ella vilja so fegnir billa
sær inn, at áhaldandi
menningarhjálp skal fyribyrgja
yvirgangi í tí arabiska partinum
av heiminum, men hetta er ikki
so.
Tað sigur norski professarin
Matts Berdal, sum dagliga
starvast á krígsgranskingar-
stovninum á King's College í
London.
– Vit eiga at vera sera varin
við at siga, at yvirgangur og
fátækradømi hoyra saman, tí
hetta er ikki so. Fólk, sum eru
sera fátæk, verða vanliga sera
óvirkin, og tey hava ikki tað,
sum ger tey egnað til at vera
yvirgangsmenn. So tað er ikki
rætt at tvinna hesi bæði saman,
sigur Matts Berdal.
Eftir hansara tykki sprettur
tann vandamikli yvirgangurin
tvørturímóti í sjálvum Vestur-
heiminum. Hetta eru ungir
islamistar, sum eru vaksnir upp
her, og sum hava útbúgvið seg
her, men sum hava fingið eitt
átrúnaðarligt kall, og sum kenna
seg kallaðar til at hjálpa eitt nú
al-Qaeda og Osama bin Laden,
sigur Matts Berdal, og hann er
ikki einsamallur um hesa upp-
fatanina.
– Teir hava góða útbúgving, og
tað er ikki ein átrúnaðarskúli, teir
hava gingið í. Teir hava einki
ímóti McDonald, men vilja hava
eitt halal-McDonald. Teir hava
heldur einki ímóti cola, bara tað
eitur Mekka-Cola og ikki Coca-
Cola, sigur Olivier Roy, sum er
granskingarleiðari á á einum
fronskum stovni.
Tíðin gongur undan
Sambært Matts Berdal leggja
yvirgangsmenn, sum hava støði í
islamismuni, ikki petti í trupul-
leikarnar við fátækradømi, og
menningarhjálp hevur heldur
ikki teirra áhuga. Teirra mál er
ikki at broyta tær grundleggjandi
fyritreytirnar hjá teirra átrún-
aðarfeløgum í Miðeystri ella í
Asia, men at raka Vesturheimin
og at fría tann muslimska heimin
fyri tí, teir kalla skaðiliga
ávirkan.
Spurdur, um tað er bláoygt at
halda, at menningarhjálp kann
útrudda ella fyribyrgja yvirgangi,
svarar norski professarin:
– Tað er greitt, at tann yvir-
gangurin, sum hevur sín uppruna
í víðgongdum átrúnaði, verður
ikki bastur við menningarhjálp.
Tað er kanska rætt, at sosialar
umstøður hava týdning, tá menn
velja at gerast yvirgangsmenn,
men eg haldi ikki, at vit eiga at
leggja ov nógv í hetta.
Hann ivast ikki í, at avgerðin
hjá londum sum Noregi, Dan-
mark, Svøríki og Kanada at veita
eitt nú tí arabiska heiminum
menningarhjálp við at stuðla
teimum hóvligu kreftunum har er
vælmeint. Velja vit at svara aftur
við hermegi hvørja ferð, er vandi
fyri, at vit kvala tær hóvligu
kreftirnar, men hinvegin mugu
vit eisini viðurkenna, at vit hava
ikki somu uppfatan av øllum
viðurskiftum, sigur Matts Berdal.
– Tey hóvligu kunnu gera mun,
tá um ræður at sannføra hini um,
hvør ætlan okkara er, og hvørji
virði okkara eru. Men tað er
torført at broyta gamla uppfatan.
Eitt nú vísti ein meiningakanning
í tí arabiska heiminum, at ein
meiriluti kendi seg sannførdan
um, at tað var ísraelska fregnar-
tænastan Mossad, sum skipaði
fyri atsóknunum at USA 11.
september í 2001.
Professarin heldur tað vera
púra rætt av Vesturheiminum at
royna at vinna sær stuðlar í
teimum arabisku londunum við
menningarverkætlanum og kjaki.
Fyri teimum flestu ameri-
kanarunum hava tey sein-
astu trý árini verið ov
hendingarík við yvirgangs-
atsóknum, búskaparligum
bakkasti, ósemju tvørtur
um Atlantshavið og kríggi.
Tilboðið hjá demokratun-
um er tí at venda aftur til
tað gamla
11. SEPTEMBER
Árni Joensen:
Aftan á fyrra heimsbardaga vóru
amerikanararnir troyttir av
kríggi. Ímóti teirra vilja bleiv
USA drigið upp í kríggið í
teimum fronsku skotgravunum,
og tá kríggið loksins endaði, var
Woodrow Wilson, forseti, fremsti
talsmaðurin fyri at stovna
Fólkasamgonguna.
Kríggið gav amerikanarunum
eina øðrvísi uppfatan av teirra
gerandisdegi, tí brádliga vóru
heimsins trupulleikar vorðnir
teirra trupulleikar, og nógvir
teirra tráðaðu eftir friði, tá
kríggið var av.
Tað skilti republikanska for-
setavalevnið Warren G. Harding.
Á forsetavalinum í 1920 lovaði
hann amerikanarunum, at teir
skuldu sleppa at venda aftur til
tað gamla. Tað gav eisini úrslit.
Harding vann stórsigur á
demokratunum.
Í dag er støðan tann øvugta.
Hvønn einasta mánað tey
seinastu trý árini hava vit havt
tilburðir, sum koma at standa í
teimum amerikonsku søgu-
bókunum. Búskaparlig aftur-
gongd. yvbirgangur, kríggj í
Afghanistan, aftur yvirgangur,
kríggj í Irak, diplomatiskt kríggj
við Evropa, áhaldandi ávaringar
um yvirgang, herseting í Irak og
so sjónbandsupptøkurnar av
monnum við gekkaskorti og
knívi í hond.
– Hetta tíðarskeiðið hevur
verið spennandi, ov spennandi,
hevur tann konservativi við-
merkjarin Peggy Noonan sagt.
Sum í 1920
Tað ber ikki til at lasta Bush,
Fátækadømi og yvirgangur
eru ikki tvíburðar
Altjóða yvirgangsmenn hava ikki sín uppruna í
fátækradømi ella kíugan. Teir eru vaksnir upp í
Vesturheiminum, og teir fara at halda fram við
sínum virksemi, sama hvussu nógvar pengar
Vesturheimurin nýtir til útbúgving og demokrati í
tí arabiska heiminum
11. september 2001
Kl. 13.50:
Eitt flogfar rennir á annað tornið hjá World Trade Center í
New York góðar 80 hæddir uppi.
Kl. 14.02:
Meðan sjónvarpsstøðirnar senda frá flogvanlukkuni, rennir eitt
annað flogfar á hitt tornið hjá World Trade Center. Tað er ikki
vanligt, at flogfør flúgva her, og teir fyrstu viðmerkjararnir
tosa um, at talan kanska kann vera um yvirgang.
Seinni frættist, at eitt flogfar hevur rent á bygningin hjá
verjumálaráðnum Pentagon í Washington, og seinni koma
tíðindi um, at eitt fjórða flogfar er rænt, men at tað er dottið
niður í Pennsylvania.
Bush, forseti, kunnger, at USA er í kríggi, og at
amerikanararnir eiga at fyrireika seg til eitt drúgt og øðrvísi
kríggj - kríggið ímóti altjóða yvirgangi.
Aftur til tað gamla
forseta fyri alt tað illa, sum er
hent, men summum hevur hann
skyldina av, og nú royna demo-
kratarnir at gera tað sama, sum
Harding gjørdi á sinni. Teir bjóða
amerikanarunum at venda aftur
til tað gamla.
Á landsfundinum hjá demo-
kratunum herfyri gjørdu tveir
fyrrverandi forsetar, Jimmy
Carter og Bill Clinton, nógv
burtur úr júst hesum spurning-
inum.
– Vit royndu teirra politikk í
tólv ár, síðani royndu vit okkara
politikk í átta ár, og nú hava vit
aftur roynt teirra politikk í fýra
ár. Tað avgerandi er, at fólk hava
tað betri, tá stjórnarskeiðið er av,
og í so máta virkar okkara
politikkur betur, segði Clinton.
Tann 11. september í 2001
broytti amerikanararnar og tað
amerikanska samfelagið. Ta
fyrstu tíðina aftan á álopið stóðu
amerikanararnir sum ein maður,
men sambært Clinton misnýtti
Bush støðuna við tí úrsliti, at
amerikanska tjóðin sjáldan hevur
verið so tvíbýtt sum júst nú.
11. september broytti eisini
amerikanskan politikk. Í síðstu
øld vóru tað demokratarnir , sum
tosaðu um ábyrgd mótvegis
umheiminum, meðan
republikanararnir hugsaðu um
tey heimligu viðurskiftini fyrst.
Spurningurin er so, um ameri-
kanararnir eru vorðnir troytytir
av kríggi eins og í 1920, og um
tað fer at geva sama úrslitið sum
tá - bara øvugtan veg.
– Amerikanararnir vilja helst
hava spenning í lívinum, men
teimum dámar eisini best, at
amerikanska søgan er keðilig. Tí
vilja nógvir venda aftur til tað
gamla, skrivaði Peggy Noonan í
Wall Street Journal herfyri.
(Keldur: Wall Street Journal og
Berlingske Tidende)
11. september hevur
skrivað seg inn í
søgubøkurnar sum
yvirgangsins dagur
Mynd Reuter
Ikki bert fyri Newyorkarar
var henda sjón ógvuslig og
ræðulig - hon loypti
hvønn á allan heimin
Mynd Reuter
C
M
Y
K
29
28