leygardagur 11. september 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 173 - 11. september 2004
Hondbóltskappingin í vanda
Bert trý dómarapør
tykjast til reiðar at
døma fyrstudeildar-
hondbólt í kapping-
arárinum, sum byrjar
um knappan mánað
Vandi tykist sam-
stundis vera fyri, at
bestu dómarapørini
gevast við dømingini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyri stuttum lýsti Dómara-
felagið við, at teir í vetur
ætlaðu sær enn eitt stig
longur á leiðini í menning-
ini av føroyskum hond-
bóltsdómarum. Ein menn-
ing, sum av álvara byrjaði í
fjør, tá dómarafelagið varð
sett á stovn, samstundis
sum ein eygleiðaraskipan
varð sett í verk.
At hjálpa sær í hesum
hevði Dómarafelagið fing-
ið danska Frank Smith til
landið. Hesin er fyri stutt-
um givin sum altjóða dóm-
ari, og í Danmark er hann
væl lýddur sum dómara-
eygleiðari og –instruktørur.
Ætlandi
skuldi
skeið
eisini haldast fyri føroysk-
um dómarum hetta viku-
skiftið, men tað skeiðið er
nú avlýst.
Bert trý pør
Orsøkin til avlýsingina var,
at bert trý dómarapør
høvdu
teknað
seg
til
skeiðið. Eitt skeið, sum
samstundis er sett sum krav
til dómarar, ið skulu døma í
bestu
hondbóltsdeildini
komandi kappingarár.
Og hetta tykjast vera ein
skelkandi boðskapur hjá
dómarafelagnum. Tá fel-
agið varð sett á stovn, vóru
nógv umboð fyri dómarar
savnaði, og eisini til fyrsta
skeiðið, var uppmøtingin
stak góð.
At tað nú bert eru trý pør,
sum tykjast áhugað í hond-
bóltsdøming, kann í ring-
asta føri fáa katastrofalar
avleiðingar fyri dømingina
til komandi kappingarár.
Dómarafelagið sjálvt vil
ikki gera nakrar serligar
viðmerkingar, uttan at vísa
til skrivið, sum er sent
feløgunum hesum viðvíkj-
andi, men sum vit hava
skilt støðuna, so er vandi
fyri, at bestu føroysku dóm-
ararnir als ikki vera at
síggja í kappingini í vetur.
Felagið setir framvegis sum
krav, at skeiðið skal takast,
um Dómarafelagið skal
standa fyri dømingini í
vetur, og fæst ikki nøktandi
undirtøka fyri hesum, skilja
vit, at tey trý pørini, sum
ætlaðu sær á skeiðið, als
ikki fara at døma. Tey trý
pørini eru Hannis og Uni
Wardum, Sámal Hansen-
/Kristian Johansen og teir
báðir
klaksvíkingarnir,
Karsten og Kristian Joen-
sen.
Boðini til feløgini eru, at
tað nú verður gjørd ein
nýggj roynd at fáa skeiðið í
lag, og hetta ætlandi verður
vikuskiftið, 8. og 9. oktober.
Álvarsligar
avleiðingar
Um avleiðingarnar av støð-
uni – um hon ikki batnar –
sigur
dómarafelagið
at
enda, at teir síggja hetta
sum eitt seinasta útkall hjá
føroyskum hondbólti.
– At tosa um luttøku í
altjóða kapping, má sigast
at vera púrasta burturvið,
um vit ikki somikið sum
megna at fyriskipa heim-
ligu
kappingina
undir
karmum, sum kunnu metast
bara nøkunlunda forsvar-
ligir, verður staðfest í end-
anum av skrivinum, sum
varð
sent
feløgunum
fríggjadagin.
Aðra staðni í skrivinum
verður eisini staðfest, at
alternativið til eitt samlað
dómarafelag er, at farið
verður aftur til gomlu skip-
anina, har tað varð álagt
hvørjum felag at stilla við
einum dómaraparið, og at
tað so ikki varð tosað meira
um kvalitetin í dømingini.
Tað er í øllum førum ein
støða, sum hvørki leikarar
ella áskoðarar vilja koma
aftur í. Ofta plagdi orða-
drátturin tá at vera harður,
tí leikarar í rivaliserandi
liðum dømdu dystir hjá
hvørjum øðrum, og tá
útfallið í hesum ofta kundi
hava avgerandi ávirkan á
stigatalvuna, varð sjálvt
minsta mistakið vigað væl
og virðiliga í mannamunni.
So sum støðan sær út í
løtuni, tykist hondbólturin
av álvara at vera komin til
eitt vegamót. Nógv orka,
tíð og pengar eru nýtt til
tess at sleppa aftur upp í
part í altjóða kappingum,
men onkur skal eisini leiða
dystirnar, og tað vildi verið
stórt spell, um tann parturin
lá eftir.
Tað tykist nú vera vandi fyri, at bestu hondbóltsdómararnir ikki fara at døma í landskappingini
í vetur
Nr. 173 • leygardagur • 11. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tinghellan
– nýtt debatforum
í Sosialinum
síða 11–16
FRÍTÍÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Í dag verður nógv
tosað um, at børn ikki spæla nóg
nógv úti. At tey bara sita inni og
spæla telduspøl ella lata seg
passivt undirhalda av sjónvarp-
inum. Um so er ella ikki, skal
her verða ósagt, men ein dagin í
vikuni, sóust fimm fittir smá-
dreingir í aldrinum átta til tíggju
ár renna við glúpi á økinum, sum
er fylt út við Sandin.
Hesir dreingirnir, sum eita,
Páll, Jákup Andrias, Jóhannis,
Kristin og Sølvi vóru í ferð við
at fanga síl. Teir vóru hugagóðir,
og vónirnar um at fanga nógv,
vóru góðar.
Teir høvdu tó ikki fangað
nøkur síl, tá vit hittu teir, men
Sølvi vísti tó errin, at ein ternu-
murtur lá í spannini.
– Her eru tveir ternumurtar,
men tann eini er deyður. Hann
funnu vit beint heryviri, greiðir
Sølvi frá.
Hinir fýra renna runt allatíðina
og hyggja væl og virðiliga niður
í Ósánna, sum rennur út í sjógvin
beint har, sum útfyllingin fer
fram. Allatíðina eygleiða teir
vatnið fyri at vita, um ikki ein
ternumurtur ella eitt síl kemur
svimjandi.
Jákup Andrias sigur, at tað er
ordiliga gott at fanga síl har, nú
síðani menninir eru farnir at
fylla út.
– Eg sá tvey síl, haldi eg, at
tað var, greiðir hann frá, meðan
hann vísir við hondunum, hvussu
stór síl, talan var um.
Jóhannis og Kristin hava hvør
sín glúp, og teir standa og hyggja
við munnan, har áin rennur út
fyri at vita, um teir ikki bera
eyga við onkur síl ella okkurt
annað, sum teir kunnu fanga.
Ferð eftir ferð stinga teir glúp-
in niður í sjógvin, men har
kemur onki í.
So rópa teir á hinar og siga, at
teir fara yvir um at royna. Tað
merkir, at teir heldur leggja sær
leiðina yvir har, sum áin rennur
beint við Norðoya Sparikassa.
– Har fara vit so at royna at
fanga okkurt eina løtu, sigur
Jákup Andrias í tí hann fer
rennandi aftan á hinum
dreingjunum, sum longu eru
komnir hálva leið yvir um vegin.
Síl í Ósánna
Fyri nøkrum árum síðani fór ein
verkætlan í gongd, sum fekk
heitið Síl í Ósánna. Tað er ein
áhugabólkur í Klaksvík, sum
stendur aftan fyri hetta. Tað
gongur, sum skilst, rætta vegin
við hesari verkætlanini, og tað
kunnu hesir fimm fittu smá-
dreingirnir eisini vera eitt tekin
um. Tí óivað høvdu teir heldur
lagt sær leiðina út í Grøv, um
onki síl ella nakað var at fanga í
Ósánni. Og tað kann so bara vera
hugaligt fyri bæði dreingir og
áhugabólk frameftir.
Fimm smádreingir høvdu ein góðveðursdag fyrr í vikuni fingið sær glúp og
spann í hond. Teir høvdu í hyggju at royna at fanga nøkur síl ella ternumurtar
í Ósánni. Teir sóust renna runt á tí nýfylta økinum við Sandin í Klaksvík beint
eftir skúlatíð
Hugagóðir sílafangarar
Sølvi, Kristin, Páll, Jákup Andrias og Jóhannes vóru sera hugagóðir ein dagin í vikuni, tá teir vóru farnir at fanga síl í Ósánni í Klaksvík
C
M
Y
K
27
26