leygardagur 11. september 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
25
F
O
O
D
,
V
E
T
E
R
I
N
A
R Y
A
N
D
E
N
V
I
R
O
N
M
E
N
T A
L
A
G
E
N
C
Y
Kemiska kanningarstovan
Starvslýsing
Í sambandi við at ein av okkara laborantum hevur
søkt farloyvi í 1-2 ár , verður søkt eftir laboranti til
kemisku kanningarstovuna á Heilsufrøðiligu
starvsstovuni.
Arbeiðið sum laborantur fevnir um vanligar kem-
iskar kanningar av mati, drekkivatni, umhvørvis-
sýnum og øðrum.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur. Royndir
innan vanligar evnafrøðiligar kanningar, góðsku-
stýring og EDV á brúkarastøði eru ein fyrimunur.
Tú skalt hava góð samstarvsevni,vera nærlagdur/-
nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøð-
ugt.
Tíð og setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð.Setanin byrjar skjótast møguligt
og endar 31. oktober 2005, tó við møguleika at
leingja setanina enn eitt ár.
Lønin verður í 4. lønarflokki sambært sáttmálan-
um hjá Starvsmannafelagnum.Sí heimasíðuna hjá
Lønardeildini: www.lnd.fo.
Umsóknin
Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum, starvs-
royndum og møguligum viðmælum skulu verða
okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27.
september 2004.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Rikke
Berg Larsen, settan deildarleiara, tlf. 35 64 00.
Mikrobiologiska Kemiska kanningarstovan
Á kanningarstovuni eru í løtuni 5 laborantar í føst-
um starvi, og ein akademikari.Kanningarstovan er
altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025 og er
undir eftirlit av DANAK (Dansk akkreditering), sí
www.danak.dk.
Fiskasjúkukanningarstovan
Starvslýsing
Søkt verður eftir barnsburðaravloysara fyri ein av
okkara laborantum.
Kanningarstovan fyri fiskasjúkur verður í løtuni
umbygd og útbygd við nýggjum bioteknologisk-
ari útgerð, sum m.a. umfatar RealTime-PCR og
sekvensering.
Krøv til útbúgving og kunnleika
Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur. Tað er
ein fyrimunur um umsøkjarar hava góðan kunn-
leika um bioteknologiskar hættir og praktiskar
royndir innan hetta økið.Haraftrat krevst kunnleiki
til enskt, góðskustýring og EDV á brúkarastøði.
Tú skalt hava góð samstarvsevni,vera nærlagdur/-
nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøð-
ugt.
Tíð og setanarviðurskifti
Avloysarastarvið er fulla tíð, í tíðarskeiðnum frá
1.11.2004 til 1.8.2005, við møguleika at leingja
skeiðið nakað.
Lønin verður í 4. lønarflokki sambært sáttmálan-
um hjá Starvsmannafelagnum.Sí heimasíðuna hjá
Lønardeildini: www.lnd.fo
Umsóknin
Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum, starvs-
royndum og møguligum viðmælum skulu verða
okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 27.
september 2004.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Peter
Østergaard,deildarleiðara ella Debes Christiansen,
molekylerbiolog á 35 64 00
Fiskasjúkukanningarstovan
Á fiskasjúkukanningarstovan starvast 2 laborantar,
ein molekylerbiologur og deildarleiðari.
Kanningarstovan er undir uppbygging. Kanning-
arhættir í sambandi við sjúkuavgerð eru m.a.
virologiskar- (kyknukulturar), PCR-, IFAT- og ELISA-
kanningarhættir.
Stórur dentur verður lagdur á RT-PCR kanningar.
Útgerð er nýliga fingin til hesar kanningar, og
verður hon tikin í nýtslu í næstum.
Víðari menningin av kanningarstovuni vil serliga
verða at styrkja kanningarhættir fyri sjúkuavgerð
í.s.v. yvirvøku av ILA og at innkoyra automatiser-
aða PCR uppseting fyri BKD og IPN.
HEILSUFRØÐILIGA
STARVSSTOVAN
2 avloysarastørv fyri laborantar
Falkavegur 6, 2. hædd
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 35 64 00
Fax. + 298 35 64 01
E-mail: feagency@hfs.fo
www.hfs.fo
Starvsfólk
til Teymavirkið í Runavík
Vit sóknast eftir:
Avloysara fyri eitt fólk í barnsburðarfarloyvi at
byrja skjótast møguligt og fram til 01.06.2005.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna
2 Jólahjálpum til seinnapartsarbeiði og annan
hvønn leygardag. Arbeiðstíðin er 30 tímar um
vikuna,
at byrja beinavegin og fram til
31.12.2004.
Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum
arbeiðsplássi í støðugari menning, har samstarv
við arbeiðsfelagar, veitarar og kundar er av
alstórum týdningi.
Vit vænta,at tú ert fyrikomandi og arbeiðssamur
persónur, sum eisini kann arbeiða sjálvstøðugt.
Og at tú hevur hug og áræði at gerast partur av
okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt er eitt sindur
strævin, men hóast tað stuttligur.
Umsókn við avriti av prógvum, møguligum
ummælum og CV skulu verða Teymavirkinum,
Boks 210, 620 Runavík, í hendi í seinasta lagi
leygardagin 18.09.2004.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Maluna
Nielsen ella Eyðvør Berg á tlf. 473 000.
________________________________________
Teymavirkið í Runavík og Snørisvirkið í Klaksvík eru einastu
fyritøkur í Føroyum, ið framleiða línu, teymar og togverk.
Bæði virkini hava skipshandlar, har m.a. arbeiðsklæði og
trygdarútgerð er at fáa. Harafturat hevur Teymavirkið
búnýtis- og klædnadeild. Í alt eru 20 fólk í starvi hjá Teyma-
virkinum og Snørisvirkinum.
Umlættingarheimið Dáin í Klaksvík søkir eftir vara-
leiðara, við pedagogútbúgving, at byrja 15. okt.
2004, ella eftir nærri avtalu.Arbeiðstíðin er 30 tímar
um vikuna, skiftandi vaktir, dag, kvøld, nátt og viku-
skiftisvaktir.
Setanar- og lønarviðurskifti sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Dáin er ein samdøgurstovnur, har børn, ung, vaksin
og eldri menningartarnað koma til umlætting í
styttri ella longri tíðarskeið.Talan er um bæði skip-
aða umlætting, har teir ávísu bólkarnir eru til um-
lætting hvør sær og um vanliga umlætting,har fleiri
aldursbólkar eru umboðaðir samstundis. Pláss er
fyri 5 fólkum í senn.
Umframt døgnumlætting hevur Dáin eisini eina
dagumlætting, har 3 børn/ung koma dagliga,
gerandisdagar.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 457185.
Umsóknarfreistin er 24.9.2004 og skulu umsóknir
við prógvi, viðmælum v.m., stílast til:
Stýrið fyri Umlættingarheimið Dáin
Mýrivegur 11
700 Klaksvík
Umlættingarheimið Dáin,
Klaksvík
Varaleiðari
C
M
Y
K
25
24