leygardagur 11. september 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 173 - 11. september 2004
Nr. 173 - 11. september 2004
23
VB-B68:
B68 hongur í leysum lofti
Liðformaðurin er
leikbannaður, tá ið
toftamenn í morgin
fara at hava ryggin
ímóti garðinum, tá ið
teir skulu takast við
VB, sum hevur mist
ein av teimum drúgv-
astu
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Hóast støðan sær alt annað
enn hugalig út, so hava teir
í B68 ikki givið skarvin
yvir. Í morgin skulu teir
spæla á Vágseiði, og B68
tekur uppgávuna í stórum
álvara. Longu í kvøld fara
spælararnir
suður. Teir
skulu vera so væl fyri, sum
tað ber til, tá ið teir skulu
stríðast fyri lívinum í bestu
deildini.
Um ÍF vinnur á heima-
vølli ella um B68 ikki fær
fult í Vági, so er B68 flutt
niður, og tað ætla Trygvi
Mortensen
og
hansara
menn sær ikki bara skal
staðfestast, uttan at teir
hava stríðst fyri sínum
møguleika.
Hjá B68 er miðvallar
generalurin og liðformað-
urin, Øssur Hansen, leik-
bannaður, tí hann hevur
fingið trý gul kort. Alex
Troleis hevur verið skaddur
rættuliga leingi, men nú er
hann tøkur aftur. Herbert í
Lon Jacobsen, sum í Inter-
toto Cup dysti fyrr í summ-
ar breyt beinið, hevur vant
við í hesi vikuni. Men hann
verður ikki tøkur fyrrenn
annað vikuskifti.
Á Toftum siga teir, at lag-
ið hevur verið gott undir
venjingunum. Síðst var
leikluturin hjá brasiliu-
monnunum ikki serliga
stórur
á
B68
liðnum.
Spurningurin verður so,
hvussu hann fer at verða í
morgin.
Higartil í ár hevur tað
ikki eydnast hjá B68 í
fjúrtan royndum at fáa fult
nakra ferðina.
Lyklaspælarin burtur
Hjá VB eru flestu spælarar-
nir, sum hava verið við
seinastu vikurnar, tøkir.
Palli Augustinussen, sum í
fleiri ár hevur verið mið-
vallari í høgra borði, og
sum í 2000 var ein av høv-
uðsspælarunum á liðnum,
sum vann meistaraskapin,
verður ikki við restina av
hesum árinum.
Gurið
Mortensen
er
sloppin inn at læra til
fysioterapeut í Næstved, og
Palli er farin niður saman
við henni.
Í sjey heimadystum hig-
artil í ár hevur VB vunnið
tríggjar, meðan teir hava
tapt tveir og spælt tveir
javnar. Vágbingar fara at
gera alt fyri at hava so
góðan sluttspurt upp á
kappingarárið, sum tað á
nakran hátt ber til.
Skulu toftamenn hava
nakran møguleika at halda
sessinum í deildini, so eru trý
stig kravið, tá teir
sunnudagin vitja í Vági
NSÍ-GÍ:
GÍ tevjar málm
Men í Gøtu ásanna
teir, at tað verður ikki
lætt ímóti NSÍ, sum
ofta hevur funnið
eyka gir, tá ið teir
hava sæð gult og blátt
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Burtursæð frá stórsigrin-
um á Toftum fyri fýra vik-
um síðani, so hevur tað
ikki gingið væl hjá NSÍ,
síðani teir á Ólavsøku
taptu steypafinaluna. Teir
hava tapt hvørja ferð, og
nú eru teir niðanfyri
miðstrikuna, og tað eru
fleiri í Runavík, sum siga,
at teirra lið tykist vera
farið meiri ella minni í
vetrardvala. Hetta kennist
eitt sindur snópisligt, tí
ætlanin ella rættari dreym-
urin hjá fleiri var, at liðið
enn eina ferð skuldi røkka
europeiskari luttøku.
Í Gøtu vilja teir ikki
hoyra talan um, at tað
verður lætt hjá teirra
monnum í Runavík.
– Tá ið NSÍ spælir ímóti
okkum klára teir seg
oftast væl. Tað kennist
sum um, at teir finna eitt
eyka gir ímóti okkum.
Soleiðis rokna vit eisini
við, at tað fer at verða
hesa ferð, siga teir í Gøtu.
Eftir at tað leingi ikki
gekk nakað serligt hjá GÍ,
eru teir nú komnir so-
leiðis fyri, at teir kunnu
røkka bronsuni, um tað
lagar seg væl, og GÍ vinn-
ur í dag, og Skála tapir
ímóti KÍ, og GÍ næsta
sunnudag vinnur á heima-
vølli ímóti júst Skála.
Í Gøtu er alt fólkið tókt.
Liðformaðurin,
Poul
Ennigarð, var leikbannað-
ur á Eiði, men hann er
tøkur aftur.
Tað hevur leingi verið
upp á tal, og nú siga teir tað
verða veruleiki. Gamli
landsliðsspælarin og GÍ
miðvallarin, Sámal Joen-
sen, er á veg aftur í fremstu
røðina í føroyskum fót-
bólti. Hann hevur verið
sjómaður síðstu tíðina. Nú
ætlar hann fyribils at leggj-
ast uppi, og tá ið lands-
kappingin verður liðug, fer
Sámal at venja saman við
GÍ, sum hann næsta ár ætl-
ast at skula vera við at
lyfta.
NSÍ
venjarin
hevur
síðstu vikuna verið upp-
tikin av landsliðsarbeiðn-
um. Í NSÍ hava teir kortini
vant sum vanligt, og
mánakvøldið
og
týs-
kvøldið
var
Jógvan
Martin Olsen í Runavík
og vandi saman við teim-
um. Hjá venjaranum ræð-
ur um at syrgja fyri, at
spælararnir fara á vøllin
við stórum íblástri.
Hjá NSÍ er Brynjolvur
Nielsen leikbannaður eftir
reyða kortið, sum hann
fekk í Klaksvík. Kári Han-
sen, sum var leikbannaður
ta ferðina, er tøkur aftur.
Fyrra dystin millum
ÍF og EB/Streym í
hesum kappingar-
árinum vunnu
sundalagsmenn ikki
minni enn 7-0.
Sunnudagin ætla
fuglfirðingar at
prógva, at talan tá var
um eitt mistak, ið er
farið í gloymibókina
UPPTAKT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ein ræðuligur dyst-
ur fyri ÍF, tá ið teir fyrr í ár
vitjaðu á Eiði. Ein dyggur
ósigur upp á 0-7, umframt
tvinni reyð kort til fugl-
firðingar, var einki minni
enn ein katastrofa.
Góðar vónir
Fuglfirðingar noyðast at
gera tvær broytingar á liðn-
um hjá sær til dystin sunnu-
dagin. Verjuleikarin Fritleif
í Lambanum er leikbann-
aður, og tað sama er Høgni
Madsen. Óivað fer Viggo
Johannesen at loysa Fritleif
av í verjuni, meðan Eyð-
álvur Petersen avloysir
Høgna av á miðvøllinum.
Ein av fastu monnunum í
verjuni hjá ÍF, Rúni Elttør,
hevur eisini ligið sjúkur í
vikuni, men væntandi verð-
ur hann klárur sunnudagin.
Rúni Elttør sigur, at annars
sær tað hampiliga gott út
við fólki í Fuglafirði. Hann
heldur, at teir báðir út-
lendsku spælararnir, ið
komu eftir summarsteðgin,
hava gjørt stóran mun, og
eftir hansara tykki hevur ÍF
spælt heilt væl í seinastuni.
– Vit spældu fult upp við
HB í Havn og kundu eins
væl havt vunnið tann dyst-
in, hóast vit taptu 2-4. Tá ið
vágbingar vitjaðu í Fugla-
firði, spældu vit aftur ein
góðan dyst, og tá eydnaðist
tað okkum eisini at fáa øll
trý stigini. Eg vænti tí eis-
ini, at vit vinna dystin
sunnudagin, og leikararnir
eru eisini øgiliga uppsettir
upp á at prógva, at dysturin
á Eiði var eitt undantak, ið
ikki átti at komið fyri, sigur
Rùni Elttør.
Neyvan nøkur
endurtøka
Hjá EB/Streymi sær tað
heilt hampuligt út við fólki
til dystin sunnudagin. Tað
er tó greitt, at Carl Høgne-
sen ikki verður at síggja
aftur á liðnum í ár, tí hann
er farin uttanlands í lestrar-
ørindum.
Harafturat
er
ivasamt, um liðskiparin,
Jákup
Martin
Joensen,
verður við, tí hann hevur
trupulleikar í knænum.
Jákup Martin royndi at
venja við hóskvøldið, men
tá ið Sosialurin tosaði við
hann seinni um kvøldið,
hevði hann lítlar vónir um
at gerast klárur til dystin
sunnudagin.
Jákup Martin sigur ann-
ars, at teir vænta ikki, at tal-
an verður um nakra endur-
tøku av dystinum á Eiði, tá
ið ÍF og EB/Streymur hitt-
ast í Fuglafirði sunnudagin.
– Eg trúgvi ikki uppá, at ÍF
fer at tapa 0-7 enn einaferð,
men vit eru eisini sera væl
nøgdir, um vit bara vinna
við einum máli, sigur Jákup
Martin Joensen. Liðskipar-
in hjá EB/Streymi dylur
ikki fyri, at teir fara eftir
øllum trimum stigunum í
Fuglafirði sunnudagin.
ÍF-EB/Streymur:
Fuglfirðingar hava nógv
at prógva
Skála-KÍ:
Jákup er enn eina ferð skaddur
Jónhard Frederiks-
berg er farin til sjós
og fleiri aðrir lykla-
spælarar á Skála eru
burturi frá, tá ið KÍ
við tveimum sigrum á
rað, kemur at vitja
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Mikukvøldið var Jákup
Mikkelsen
rættuliga
í
hopla, tá ið Føroyar og
Frakland
spældu.
Hós-
kvøldið var Jákup til venj-
ingar í Klaksvík, og tá hiln-
aðist tað ikki eins væl, og
tað gjørdi undir venjing-
unum hjá landsliðnum.
– Eg skuldi royna ein
spurt, og so kendi eg, at tað
var eitt ella annað, sum
dragnaði í lærinum. Talan
er um tann sama, men
kortini ikki eins álvarsama,
skaðan, sum í august helt
mær burtur frá fótbólti, sig-
ur Jákup Mikkelsen. Hann
roknar ikki við at verða
førur fyri at spæla á Skála í
morgin, men hann roknar
við og vónar, at hann verð-
ur tøkur, tá ið HB fer at
koma til Klaksvíkar.
– Jan Andreasen er leik-
bannaður.
Hann
hevur
síðstu ferðirnar staðið seg
ógvuliga væl í miðverjuni,
men nú verður neyðugt at
gera onkra broyting, sigur
Jákup Mikkelsen.
Alt bendir á, at tað verður
16 ára gamli Mattias Samu-
elsen, sum fer at verja KÍ
málið, um Jákup ikki verð-
ur førur fyri at spæla.
Andreas Johannesen vardi
málið, tá ið Jákup fyri ein-
um mánað síðani var
skaddur. Hann er burtu-
staddur, og tí er tað, at
Mattias Samuelsen møgu-
liga skal í málið at standa.
Mattias var á U-17 lands-
liðnum, sum fyrr í summar
luttók í NM kappingini og
avgjørt ikki gjørdi sær fyri
skommum.
Stórt mannfall á Skála
Tá ið vit seinast vóru í sam-
bandi við Skála, sá myndin
alt annað enn vøkur út. Tað
var heilt víst, at fýra av
føstu monnunum ikki fóru
at vera førir fyri at spæla,
og tað var rættuliga stórur
ivi um tveir afturat.
Eftir skandalu dystin fyri
Skála í Gundadali ímóti
B36 eru tveir spælarar leik-
bannaðir orsaka av reyðum
kortum. Teir eru miðverjin
Dusan Jaic og miðvallarin
Nenad Stankovic. Tað er
greitt, at Pauli G. Hansen,
sum var illa skaddur í knæ-
num í Fuglafirði fyri nøkr-
um vikum síðani, ikki verð-
ur førur fyri at spæla. Og so
eru tað stóru ivamálini. Tey
eru Bogi Gregersen og
Arnhold Berg. Hvørgin
teirra hevur vant í heilt
nógvar vikur. Arnhold Berg
plágast av skaða í ryggin-
um. Han hevur runnið smá-
vegis, men higartil hevur
restað í hjá honum. Bogi
Gregersen
stríðist
við
liðbandsskaða í fótliðnum.
Tað er møguleiki fyri at
annar ella hin av omanfyri
nevndu fer at verða tøkur,
men í gjár sá einki út.
Undan
vikuskiftinum
bendi alt á, at landsliðs-
spælarin, Jónhard Freder-
iksberg, ikki verður við
ímóti KÍ. Hann gongur í
skipsførara flokki í Havn-
ini. Eina ferð um árið skip-
ar navigatiónsskúlin fyri
venjingartúri niður í Erma-
sund. Sum vit hava skilt
tað, so er tað júst hetta
vikuskiftið, at hesin túrurin
ferður gjørdur saman við
Jónhardi Frederiksberg og
floksfeløgum hansara.
Hjá KÍ er Jákup Mikkelsen ikki tøkur, og eisini hjá Skála eru
týðandi leikarar burturfrá hesaferð
Fronsku miðlarnir
eru ikki blíðir við
sínar landsliðsmenn
eftir dystin í Føroyum
mikudagin. Leikarar-
nir hjá Fraklandi fáa
at vita, at teir eru
nakrir letingar, ið ikki
kenna til orðið
stríðsvilji
EFTIRMETINGAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er ikki altíð lætt at
verða franskur landsliðs-
leikari. Ikki er nóg mikið
hjá fronsku stjørnunum at
fáa tey neyðugu trý stigini
til høldar, tí spælið skal
eisini verða sannførandi,
um fronsku fjølmiðlarnir
skulu verða nøgdir.
Langur vegur til
Týsklands
Stóra avísin, Le Monde,
skrivar í hósdagsútgávuni
hjá sær, at franska liðið helt
fast í møguleikanum hjá
sær fyri at røkka HM-enda-
spælinum í Týsklandi, men
at vegurin er ógvuliga lang-
ur og tungur, um avrikini
hjá franska liðnum ikki
gerast meiri sannførandi.
– Móti einum liði, sum
liggur nummar 137 á
styrkislistanum hjá FIFA,
megnaði franska liðið, ið
liggur nummar tvey á sama
lista, ikki at vísa munin á
liðunum báðum. Við tveimum
málum frá Ludovic Giuly og
Djibril Cisse fekk Frakland
neyðugu stigini, men so er
ikki meiri positivt at skriva
um handan dystin sæð við
fronskum eygum. Eingin
vilji og einki hugflog til at
vinna ein tryggari og meiri
sannførandi sigur á lítla
vøllinum í Tórshavn. Hin-
vegin sást tó eisini, at tað
ikki er av tilvild, at føroy-
ingar hava tikið stig frá
skotum, og bert verið fáar
minuttir frá at tikið stig frá
týskarum eisini, skrivar Le
Monde.
Vóru trýstir
Ein onnur av teimum heilt
stóru avísunum í Fraklandi
er Le Figaro. Heldur ikki
her eru blaðfólkini blíð við
franska liðið. Eftir dystin
móti Ísrael á heimavølli
seinastu vikuskifti, har tað
einans eydnaðist at fáa
javnleik, fekk franski venj-
arin Raymond Domenech
av grovfílini, tí hann hevði
valt at skifta spælskipan á
franska liðnum frá 4-4-2 til
3-5-2. Í dystinum miku-
kvøldið á Tórsvølli var
farið aftur til 4-4-2, men
tað er ikki nóg mikið fyri
Le Figaro.
– Tað var gleðiligt at
síggja, at farið var aftur til
4-4-2, men tíverri tóktist tað
als ikki sum um, at leikar-
arnir á franska liðnum
vistu, hvør teirra leiklutur
var. Í byrjanini av dystinum
vóru tað føroyingarnir, sum
vóru omaná, og tað var ikki
fyrr enn í 25. minutti, at les
Bleus høvdu sína fyrstu
roynd upp á mál, skrivar Le
Figaro.
– Eftir óneyðugu og tápu-
ligu útvísingina hjá Vieira,
vóru føroyingarnir aftur við
yvirlutan, og tað varð hug-
stoytandi at síggja eitt
franskt lið, sum dúvaði upp
á kontrafótbólt ímóti einari
so lítlari fótbóltstjóð sum
Føroyum, skrivar Le Figaro
millum annað. Franska
blaðið heldur at enda, at
vegurin til Týsklands er
langur, sera langur.
Nógv skal henda
áðrenn Írlandsdystin
Størsta
ítróttarblaðið
í
Fraklandi er Le Equipe.
Blaðmaðurin, Cedric Rou-
quette, skrivar í síni grein,
at nógv skal henda, um
fraklendingar ætla at gera
nakað sum helst við írar,
sum koma á vitjan í Frak-
landi tann 9. oktobur.
– Tað er óskiljandi, at eitt
franskt landslið í 20 minuttir
velur at leggja seg aftur at
verja ímóti einum liði av
amatørum.
Eitt
franskt
landslið, sum í juni mánaða
kappaðist um Europameist-
araheitið í fótbólti, men sum
við slíkum avrikum sum í
gjár neyvan kemur at taka
lut í slíkum endaspælum
fyribils.
– Hetta er ikki ein sigur,
sum er verdur at skriva um.
Tað einasta gleðiliga við
dystinum var, at vit fingu
øll trý stigini. Móti Írlandi í
Paris 9. oktobur verður
søgan ein heilt onnur,
skrivar Le Equipe.
1. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 HB
14
11 - 2 - 1
40
12
28
35
2 B36
14
8 - 3 - 3
26
15
11
27
3 Skála
14
8 - 2 - 4
28
18
10
26
4 GÍ
14
6 - 3 - 5
24
25
-1
21
5 VB
14
5 - 4 - 5
18
16
2
19
6 KÍ
14
4 - 7 - 3
19
18
1
19
7 NSÍ
14
5 - 3 - 6
22
19
3
18
8 EB/Streymur
14
5 - 3 - 6
23
21
2
18
9 ÍF
14
3 - 1 - 10
20
43 -23
10
10 B68
14
0 - 2 - 12
10
43 -33
2
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 AB
14
9 - 2 - 3
25
17
8
29
2 TB
13
9 - 1 - 3
35
16
19
28
3 B71
14
8 - 2 - 4
36
27
9
26
4 Royn
14
8 - 0 - 6
34
31
3
24
5 Sumba
14
6 - 4 - 4
21
22
-1
22
6 FSV
13
6 - 3 - 4
44
24
20
21
7 LÍF
14
6 - 3 - 5
24
27
-3
21
8 B36
14
3 - 2 - 9
19
41 -22
11
9 KÍ
14
2 - 3 - 9
22
32 -10
9
10 VB
14
0 - 4 - 10
13
36 -23
4
Fraklendingar fáa av at vita
Í sambandi við 100
ára føðingardagin
hjá HB, skipar havn-
arfelagið fyri ymisk-
um undirhaldi í
sambandi við dystin
móti B36
FÓTBÓLTSKARMAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
HB ger eitt sindur eyka
burturúr, nú teir sunnu-
dagin spæla klassisku
grannauppgerðina móti
B36. Ein hálvan tíma áðr-
enn dysturin fer í gongd,
fer væl umtókti rokkbólk-
urin TÝR at spæla við
tennisvøllin.
Í hálvleikssteðginum
fara dansigentur úr Havn-
ar Fimleikarfelag at und-
irhalda á vøllinum - eitt
fyribrigdi sum fleiri onn-
ur feløg í landinum eisini
nýta til teirra heimadystir.
Dystirnir millum HB og
B36 eru nakað heilt ser-
ligt, og er hetta orsøkin
til, at so nógv verður gjørt
burtur úr júst hesum
dysti. At HB hevur møgu-
leika fyri at ogna sær
meistaraheitið sunnudag-
in, sigst einki hava at gera
við tiltakið, verður sagt í
tíðindaskrivi.
Týr hitar upp
C
M
Y
K
23
22