mánadagur 22. august 2016síða 48
Tekstur á síðuni
VIKA 34 • 22. AUGUST 2016
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Fuglafjørður
Fuglafjørður
- ein tilfeingisdepil
Vilmund Jacobsen
At Fuglafjørður telist millum størstu
fiskivinnuhavnir í Føroyum, eru tølini
fyri inn-og útflutning av fiski og
fiskaúrdráttum hjá Fuglafjarðar havn
fyri 2015 eitt prógv um.
Rólant Poulsen, havnarmeistari,
sigur, at í rundum tølum var inn-og
útflutningurin av fiski og ymiskum
fiskaúrdráttum í fjør umleið 580.000
tons tilsamans. Tá er alt íroknað, bæði
feskur og frystur fiskur, mjøl, lýsi og
fóður.
Havnarmeistarin vísir á, at størstu
keyparar og framleiðarar av fiski og
fiskaúrdráttum í Fuglafirði eru Havs
brún við stívliga 200.000 tonsum og
uppsjóvarvirkið Pelagos við út við
60.000 tonsum í 2015.
Umframt fiskatilfeingið, keypti
Havsbrún í fjør eisini umleið 16.000
tons av lýsi. Aftrat søluni av fóðuri til
føroysku alivinnuna, útflutti fyritøkan
eisini nakað av fóðuri.
- Vit høvdu eisini bunkringarnar á
Fuglafirði í fjør á umleið 55.000 tons
av olju tilsamans, sigur hann.
Tríggjar funktiónir
Rólant Poulsen sigur, at nú djúphavn
in í Fuglafirði er longd við 60 metrum
inn eftir frá Pelagos-bryggjuni, eigur
kommunan tilsamans 240 metrar av
samanhangandi djúphavn.
- At bryggjan nú er longd, bøtir
avgjørt um umstøðurnar. Nú kunnu
vit klára tríggjar funktiónir í senn.
Havnarmeistarin vísir á, at um skip
ini ikki eru alt ov stór, ber til at bunkra,
landa og avskipa við bryggjukantin í
senn.
Havnarmeistarin vísir á, at um
framt hesar 240 samanhangandi
metrarnar, eigur kommunan eisini
bryggju innari á fjørðinum, ið hevur
dýpi sum djúphavn.
- Eitt av málunum við hesum sein
astu 60 metrunum av bryggjukanti er,
at Fuglafjørður skal fáa eina veruliga
bingjuhavn, soleiðis at meira fiskur
kann avskipast um bryggjukantin - og
minni eftir vegnum í bygdini.
Hann sigur, at tá upplandið við
nýggja bryggjukantin er asfalterað,
verða eisini arbeiðsumstøðurnar á
bryggjuni munandi betri, og hetta fer
eisini at koma Bergfrosti, sum eigur
og rekur frystitunlar, til góðar.
Makrelurin byrjar
Havnarmeistarin sigur, at talið av
skipum, sum hava brúkt Fuglafjarðar
havn higartil í ár, liggur á umleið sama
støði sum somu tíð í fjør.
- Nú vænta vit, at føroyski
makrelfiskiskapurin fer at taka seg
upp aftur, og tá verður væntandi
meira virksemi við bryggjukantin.
Skipini eru farin út at leita eftir mak
reli, og eg vænti, at tey fyrstu koma
inn aftur heilt skjótt.
Rólant Poulsen sigur, at ein íslend
skur makrelbátur - Margret - hevur í
seinastuni landað tvær lastir úr ís
lendskum sjógvi til P/F Pelagos, og
hesin hevði umleið 900 tons hvønn
túrin.
- At djúphavnin nú er longd við 60 metrum, bøtir avgjørt um umstøðurnar. Nú kunnu vit klára
tríggjar funktiónir í senn, um skipini ikki eru alt ov stór, sigur havnarmeistarin, Rólant Højsted
- Við útbyggingini av djúphavnini
fáa vit eina bingjuhavn, soleiðis
at meira fiskur kann avskipast
um bryggjukantin - og minni fer
eftir vegnum av bygdini, sigur
havnarmeistarin, Rólant Højsted
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tá skipavirksemið í Fuglafirði er størst, kann vera trongligt inni á fjørðinum. Nú djúphavnin er útbygd við 60 metrum, kunnu tríggjar funktiónir avgreiðast samstundis, um skipini
ikki eru alt ov stór
Mynd: Jóannes S. Hansen