týsdagur 23. august 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Fjarhitafelagið í Havn hevur gjørt
landspolitikarunum
greitt,
at
felagið heldur, at besta loysnin er,
at Glasir-skúlin verður hitaður við
fjarhita.
Longu i 2014 gqav felagið eitt
tilboð, sum fíggjarliga er rættuliga
gott fyri skúlan.
Landsverk
hevur
kent
til
tilboðið síðani tá og brúkt høvi at
spara fýrrúm burtur úr byggingini
av skúlanum í Marknagili.
Men hóast tað, so er ongantíð
endalig støða tikin til um Glasir
skal hitast við fjarhita ella við
jarðhita og hitapumpum.
– Eg havi boðað frá, at nú skal
endaliga støðan takst. Vit mugu
vita í fyrstu viku av september,
hvørja hitaloysn vit skulu gera.
Fáa vit ikki svar nú, so fer tað at
dýra og møguliga seinkað allari
verkætlanini, sigur Evald Kjølbro,
stjóri á Landsverk.
Hesi boðini frá Landsverk hava
gjørt málið heitt, bæði fíggjarligt og
politiskt.
Fjarhitafelagið í Havn hevur
sent bræv til øll tingfólk um
teirra
tilboð
og
mándagin
seinnapartin var felagið áf undi við
fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Fjarhitafelagið ger vart við, at
tað kann lata skúlanum fjarhita
fyri ein bíligan penga og at
íbindingin til fjarhitanetið í Havn
ikki fer at kosta skúlanum nakað.
Felagið hevur eisini greitt frá,
hvørjar framtíðarætlanir felagið
hevur og at íbinding í Glasir hevði
verið eitt gott tiltak fyri samlaðu
fjarhitaskipanina.
– Sum er hava vit nóg mikið av
orku, men fer hon at ganga undan,
so hava vit ætlæanir saman við
SEV, sum fer at gera at tað fer væl
at bera til at forsýna skúlan við
grønari orku, sigur Hans Christian
Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.
Hann sigur, at talan er um at
gera tangar at goyma heitt vatn í
og orkan at hita vatnið fer at koma
frá vindmyllum hjá SEV.
Tilboðið, sum Fjarhitafelagið
hevur latið Glaisr, er, at hitin fæst
fyri 0,62 krónur fyri kilowatttíman.
Hetta er minni enn vanligi
brúkarin
rindar
umframt
at
prísurin til vanliga brúkaran er
tengdur at oljuprísinum.
– Hetta er eitt serligt tilboð, sum
er til ein stóran kunda, sum fer at
gera tað lættri hjá okkum at røkka
allan vegin út í Vesturbýin í Havn,
sigur Hans Christian Dam, stjóri í
Fjarhitafelagnum.
Fjarhitafelagið hevur greitt landspolitikarunum frá, hví tey halda, at skúlin í Marknagili skal hitast við fjarhita
NÚ ER TAÐ UPP TIL
POLITIKARARNAR
AT VELJA
GLASIR
Jarðhitin er tann grønara loysnin
Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, ivast ikki í at jarðhiti
og hitapumpur eru grøna framtíðarloysnin
Árni Gregersen
Meðan politisk stríð er um, hvat
slag av hita skal brúkast á nýggja
miðnámsskúlanum,
Glasir,
so
ivast skúlastjórin ikki í, at jarðhiti
og hitapumpur eru tann grønara
loysnin.
Hann heldur, at tann spurning
urin, sum politiska skipanin skal
taka støðu til, kann býtast í tveir
partar: ein fíggjarliga og ein grønan
spurning.
– Jarðhitin og hitapumpur eru
tann
grønara
framtíðarloysnin
sigur Bogi Bech Jensen, sum eisini
er professari í orkuverkfrøði.
Hann vísir á, at tá ið skúlin
hevur størstu nýtsluna til hita um
veturin, tá er tað mangan so, at
mesti parturin av elorkuni hjá SEV
kemur frá vatn- og vindorku. Tað
vil siga, at tann skipanin fær mestu
orkuna frá varandi orkukeldum –
helst meira 80 prosent, leggur hann
afturat.
Við hitapumpum metir rektarin
eisini, at tær um summarið kunnu
brúkast til at køla skúlan, tá ið tað
viðhvørt gerst ov heitt.
Samstundis vísir hann á, at
elverkið á Sundi fer at verða alt
minni brúkt, so yvirskotsorkan
haðani eisini er minkandi.
Tí mugu aðrar íløgur gerast fyri
at skúlin kann fáa nóg mikið av
orku.
– Jarðhitin saman við hitapump
um verður bíligari, serliga tá ið vit
vita, at SEV fer at gera prísirnar
ymiskar. So verður sparingin á leið
700.000 krónur um árið, sigur Bogi
Bech Jensen.