Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fíggjarmálaráðið LØNARSTJÓRI TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ Starvið: Lønarstjórin er ráðgevi hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í málum, sum viðvíkja lønum og setanartreytum hjá landsins starvsfólkum. Lønarstjórin er leiðari fyri lønardeildini. Á lønardeildini starvast í løtuni 3 fólk. Høvuðsuppgávurnar eru at: • standa á odda fyri sáttmálasamráðingum hjá landinum og samskipa framhald av gjørdum sáttmálum • hava ábyrgdina av at áseta lønir • vera ráðgevi hjá landsins arbeiðsgevarum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum • vegleiða og kunna um starvsfólkaviðurskifti • førleikamenna starvsfólkið og standa fyri starvsfólkarøktini • góðkenna lønarsáttmálar hjá kommununum Førleikakrøv: • skal megna at arbeiða undir stórum trýsti • skal hava leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata • skal hava samráðingarroyndir • skal hava royndir við starvsfólkarøkt og -menning • skal hava hóskandi útbúgving Setanarviðurskifti: Starvið er flokkað í 38. lønarflokki hjá Felagi Tænastumanna Landsins, hóast tað ikki er tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Umsókn: Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu stílast Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, og sendar sum teldupostur til: bab@fmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. septembur 2016. Starvið verður sett frá 1. novembur 2016 ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra, telefon: 35 20 20 ella 50 20 85. VIT SÓKNAST EFTIR EINUM FRAMSKYGDUM, ÁGRÝTNUM OG DUGNALIGUM LØNARSTJÓRA AT STANDA Á ODDA FYRI OG MENNA LØNAR- OG STARVSFÓLKAUMSITING LANDSINS FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ SKIPAR LANDSINS BÚSKAPARSTÝRING OG LEGGUR GRUNDARLAGIÐ UNDIR, AT LANDSFYRISITINGIN GREIÐIR SÍNAR UPPGÁVUR VÆL. HØVUÐSARBEIÐSØKINI HJÁ FÍGGJARMÁLARRÁÐNUM ERU: BÚSKAPARMÁL, SKATTAMÁL, FÍGGJARMÁL OG LØNAR- OG STARVSFÓLKAMÁL. WWW.FMR.FO VIT DRAGA EINA LÍNU – VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI – VIT VILJA VITA – VIT BRÓTA SLÓÐ Grafix 504251