Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mortan Østerø Sambært veðurlags­politikk­ inum, sum varð einmælt sam­tyktur á løgtingi í 2009, skuldi samlaða CO2 útlátið verða 20 prosent lægri í 2020, enn tað var í 2005. Tjóð­veldi legði enntá fram broyt­ing­ ar­upp­skot um, at samlaða útlátið skuldi skerj­ast við 35 heldur enn 20 prosentum í 2020. Í fjør, tíggju ár seinni, er útlátið bert mink­að við trimum pro­sent­stig­um. Sostatt skal 17 pro­sent av samlaða út­lát­inum skerj­ ast kom­andi fýra árini, um málið frá 2009 skal røkkast. Tað var Ann­ika Olsen, tá­ver­ andi lands­stýriskvinna við inn­lend­is­mál­um, sum hand­ aði løg­ting­inum veðurlag­ pol­it­ikk­in, ið ikki sær út til at halda. Samlaða útlátið hev­ ur stórt sæð verið óbroytt seinnu árini, tó at út­lendsk fiski­skip og el­fram­leiðslan eru farin at dálka minni, með­an húsarhaldini dálka meira. Har eru tað serliga vind- og vatnorkan, sum hava minkað um nýtsluna av olju í elframleiðsluni hjá SEV, ið seinnu árini hevur stungið út í kortið at røkka fullkomn­ ari grønari elframleiðslu í 2030. Samstundis var sølan av olju til útlendsk fiski­skip minni í fjør enn undan­farna ár, sum minkaði samlaða útlátið við 2,4 prosentum. Tó hevur Umhvørvisstovan ikki tikið oljusøluna til útlendsk fiskiskip við í uppgerðina av vakstrarhúsgassi í Føroy­um. Sama tíðarskeiðið hava føroysku húsarhaldini økt um oljunýtsluna hjá sær við meira enn 10 prosentum í fjør. Hóast tað við fyrsta eygnabrá tykist ørkymlandi, metir Umhvørvisstovan, at økta oljunýtslan stendst av óvanliga kalda árinum í fjør. Gongdin hevur ann­ars verið, at útlátið av vakst­rar­ húsgassi frá húsar­haldum, er minkað eitt vet seinastu árini. Sambært orkuætlanini var málið fyri húsarhaldini tó, at tey skulu dálka 50 prosent minni í 2020 enn í 2005. Júst húsarhaldsútlát­ ið broytist ógvuliga nógv frá ári til ár, tí fólk nýta alsamt meira ella minni av hita eftir veðurlagnum. Av somu orsøk sæst munandi vøkstur í útlátinum í bæði 2010 og 2015, sum vóru heldur køld ár. Umhvørvisstovan vísir sostatt á, at útlátið frá húsarhaldum sum heild er fallandi, vegna betri bjálving, økt tal av hitapumpum og skifti til effektivari oljufýr. Framvegis er tó langt á mál, um húsarhaldsútlátið skal verða 50 prosent lægri í 2020 RØKKA IKKI UMHVØRVIS­ MÁLSETNINGINUM VERÐURLAGSPOLITKKUR 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 Ætlanin at minka munandi um samlaða CO2 útlátið í Føroyum sær ikki út til at halda sær, verður hugt at hagtølunum. Kelda: Umhvørvisstovan