Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. august 2016 · Nr. 96 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ORKA Mortan Østerø - Tað er nakað, sum vit hava vitað um í longri tíð, og vit eru í ferð við at byggja eina case fyri hydrogen framleiðslu í Føroyum, sum skal leggjast fyri nevndina at taka støðu til, sigur Hendrik Egholm, ið heldur tað vera óheppið, at oljufeløgini verða sædd sum skálkarnir, tá ið tað kemur til grøna orku. - Tað er misskilt, at oljufeløgini ikki eru vitandi um framtíðina. Vit eru púra greið yvir, at oljan ikki er rætta evni at satsa upp á um 20 ár, og vit eru sinnað at fyrireika okkum til framtíðina. Hví skuldi fram­tíðin ikki verið brint, júst tað sama sum el? spyr stjórin á Magn. Fyrrverandi eigarin av Magn, Shell, er eisini farin undir at fyri­ reika seg til framtíðina, har mill­ um annað brint verður sett á skrá. Saman við feløgum sum Daimler, Total og øðrum, hevur Shell stovnað vetnisfelagið H2 Mobil­ity, sum skal byggja slakar 400 brintáfyllingarstøðir í Evropa komandi árini. Bilframleiðararnir Toy­ota, Volkswagen, BMW og Honda eru eisini við í sam­starv­i­ num, og summir teirra hava longu sett brintbilar á vegirnar. - Men í Føroyum tykist tað ikki at vekja nakran ans. Almennu Før­oy­ ar hava klaffar fyri eyguni. Tey tykj­ ast frammanundan at hava av­gjørt, at vit skulu satsa upp á el-bil­ar, og vilja ikki hoyra taluna um aðr­ar møguleikar, sigur Hendrik Eg­holm. Stjórin á Magn undrast á vant­ andi viljan at kanna brintloysnina nærri, tá ið granskarar aðrastaðni royna hesa tøknina, og eitt nú ES gevur ískoyti til grønar verkætlanir við brinti. - Vetni er als ikki við í føroysku orkustrategiini. Kunnu vit veru­ liga siga, at í Føroyum eru vit bara væl betri upplýst um røttu tøkn­ ina at satsa upp á fyri fram­tíðina? Aðrastaðni góðtekur man, at spurningar verða settir við fram­tíð­ ar­orkuloysnir, men í Føroyum veit man hundrað pro­sent. Tað haldi eg vera í so nasa­djarvt, sigur Hendrik Egholm. Vert at royna Sum við allari nýggjari tøkni, er tað bæði váðafúst og dýrt at seta í verk eitt øðrvísi undirstøðukervi. Hó­ast brinttøknin kann vera CO2 nev­tral, er hon ikki bílig at fáa hendaveg­in. Ein áfyllingarstøð loypir lættliga upp í 3-4 milliónir krónur. Tó hevði fyrimunurin verið, at Magn hevði slapp undan at flyta inn olju, sum tey gera nú, tí brintið kundu tey sjálvi framleitt. - Tað verður alsamt truplari at innflyta olju í teimum lutfalsliga smáu nøgdunum til rímiligan pen­ ing. Framleiddu vit brint sjálvi, høv­ du vit ikki havt fyri neyðini at inn­ flyta olju í framtíðini. Eg haldi meg ikki siga ov nógv, um eg avdúki, at vit í løtuni kanna møguleikarnar fyri at fáa brintstøðir hendanvegin, og eru í dialog við bilasølur um møgu­ligar avtalur, sigur Hendrik Eg­holm, stjóri á Magn. - Í mínum hugaheimi, gevur tað eisini meira meining at tosa um brint heldur enn el-bilar. El-bilarnir skulu løðast av brúkaranum, og eg trúgvi lítið, at brúkarin treyta­ leyst fer at løða bilin um næt­ ur­nar, tá ið avlopsorkan verð­ ur framleidd. Brintið, hin­vegin, kann framleiðast um næt­ur­nar umvegis avlopsorkuna í streym­ framleiðsluni hjá SEV. Síðani kann orkan goymast og til end­ans keypast av brúkaranum allar tíðir á døgninum, uttan at tað krevur eyka elorku. Sostatt er brint loys­ nin longu grønari enn el-loysnin, sigur Hendrik. - Eg vóni, at landsins mynd­ ugleikar vilja hava brint í huganum, tá ið avgjøld og ætlanir, sum stuðla grønum initiativum, skulu leggj­ast. Í oljufeløgunum hava vit kap­ital, og kunnu fara undir hes­ar verk­ ætlanirnar, men tað krev­ur eisini, at landið, SEV og onn­ur ikki vilja diskriminera eina tøkni yvir aðrar, sigur stjórin á Magn, sum í næstum skal á gransk­ing­ar­ráðstevnu í Ham­ burg um júst orku­evni. Mortan Østerø Japanski bilframleiðarin, Toyota, setti sær í fjør fyri at senda góð­ar 700 »Toyota Mirai« bilar á mark­ naðin, harav nakrir hava ver­ið royndarkoyrdir í Danmark. Leys­ liga týtt, merkir »Mirai« »fram­tíð« á føroyskum, ið helst ber bráð av, at hetta verður eitt av fram­ tíðar satsunum hjá stóra bil­fram­ leiðaranum. Bilurin koyrir nevn­i­ liga upp á brint, ið verður gjørd til el­orku í motorinum hjá bilinum, við evn­unum úr vetni og luft. Einasta útlátið hjá bilinum verður sostatt vatn. Bilurin hjá Toyota kann koyra 500 kilometrar fyri hvørja áfylling, og ein áfylling tekur ikki meira enn tríggjar minuttir. - Tað koyra nakrir bilar niðri, og mær vitandi eru royndirnar hjá teimum ógvuliga góðar. Eg var sjálvur og royndi at koyra ein brintbil niðri, og teir koyra ógvu­liga væl, sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyniservice, føroyska Toyota­ umboðnum. Í bilinum eru brennikyknur, ið gera brintið til vatn, og avlops­ ork­an verður til streym, sum fer í motorin. Bilurin koyrir so­statt eins og ein el-bilur, men orku­fram­ leiðslan í bilinum loyvir honum at koyra longri strekki fyri hvørja brintáfylling. - Bilarnir høvdu helst verið væl egnaðir til Føroyar av tí sama, tí frástøðurnar eru ikki MAGN SINNAÐ AT ROYNA BRINT Stjórin á Magn er alt annað enn mótstøðumaður hjá brint sum orkubera, men heldur ikki, at almennu myndugleikarnir eru nóg opnir fyri øðrvísi orkukeldum BÍLEGGUR FEGI Danmark hevur havt nakrar brintbilar frá Toyota til royndarkoyringar, og stjórin á Reyniservice hevði fegin bílagt bilarnar til Føroya, um neyðugu áfyllingarstøðirnar vóru til taks Hendrik Egholm, stjóri í Magn Sámal av Reyni, stjóri á Reyniservice