Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-08-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. august 2016 · Nr. 96 ORKA Mortan Østerø Seinastu árini hevur el-felagið hjá før­oysku kommununum, SEV, verið ógvu­liga bjartskygt, tá ið tað kemur til grønar orku­ loysn­ir fyri framtíðina. Serliga hava vindmyllurnar og vatn­ork­ an blást til vónina um at gera Før­oyar óheftar av lívrunnum brenni­evnum, og SEV væntar, at øll elorkan á landi kann verða grøn longu í 2030. Sambært uppgerð hjá SEV, stavaðu 60 prosent av elorkuni nevniliga úr vatni og vindi í fjør. Til tess at røkka fullkomiliga grønari orku, krevjast fram­vegis nakrar til­ lagingar og broytingar í el­veit­ing­ ar­skipanunum í Føroyum, og var SEV eisini við í arbeiðsbólkinum, sum í februar 2015 legði fram virk­is­ætlan og tilmæli til Før­oya landsstýri um framtíðar elorku­ skipan í Føroyum. Ein av størstu syndarunum, tá ið tað kemur til samlaða út­ látið Føroyum, er ferðsl­an á landi. Áleið 451 bilar eru fyri hvørji 1.000 fólk í Føroyum, og út­látið frá akførunum er enntá økt seinastu tvey árini. SEV hev­ ur tó tikið nøkur stig til at betra um fortreytirnar at koyra við elbilum í Føroyum, ið ikki bein­ leið­is føra CO2 útlát við sær. Fýra løðistøðir eru nevniliga sett­ar upp, og tríggjar eru ávegis. Tó hevur SEV ikki ætlanir um, av sín­um eintingum, at fara undir at seta upp brintstøðir. - Um fólk hava ynski um at royna brint­tøknina, eru tey væl­ komin at seta seg í samband við okkum, og vit hjálpa feg­in við íbinding – tað er slettis ikki tað. Men sum stovnur halda vit okkum til stabila og roynda tøkni, ið gevur meining fyri okkum. Vit hava sæð, at brint riggar, men tað er ikki kostnaðareffektivt í løtuni. Útboðið er lítið, sam­ stund­is sum tøknin er dýr at seta upp, og brintið er dýrt at fram­ leiða. Talan er ikki um til- ella frával, men vit hava eisini fylgt eftir­spurn­inginum, sigur Hákun Djur­huus, stjóri á SEV. Stjórin á SEV sær el sum ein lykla­leik­ara í dystinum móti lívrunnum brenni­evnum, har Før­oyar skulu gerast óheft av olju, men fyribils metir SEV ikki, at tíðin er búgvin til brinttøkni. - Til tað eru ov stór­ar pen­ inga­ligar og effektivitets­mess­ igar avmarkingar, sig­ur Hákun Djur­huus. Brinttøknin ikki nóg búgvin Stjórin í SEV vísir ikki brinttøknini aftur, men metir tó, at tøknin framvegis er ov kostnaðarmikil og óroynd til, at SEV kann fara undir verkætlanina serliga stórar, og tískil hevði ikki verið neyðugt at seta eina rúgvu av áfyllingarstøðum upp beinanvegin, men man kundi tikið til takkar við nøkrum fáum at byrja við, sigur Sámal av Reyni. Sambært honum, eru eisini aðrir fyrimunir við brintbilum í mun til elbilar. - Hann er stórt sæð ein hybrid­ bilur, men heldur enn olju og el, koyrir hann við brinti og eli. Tað merkir, at brúkarin ikki noyðist at spara upp á streymnýtsluna í sama mun sum elbilførarar. Við øðrum orðum kann man saktans koyra longri strekki við viskarum og hita frá, uttan at orkan rennir skjótari undan, sigur stjórin á Reyniservice. Tó kemst ikki uttanum, at und­ir­støðukervi í Føroyum ikki er til­reiðar til brintbilar enn, og tað krevur heilt fitt av peningi at fáa tað í lag. Í løtuni eru nevniliga ongar brintáfyllingarstøðir í Før­oy­um, og tískil er ikki nakar veruligur marknaður fyri bilunum. - Tað er sjálvandi tann størsta forð­ingin. Um so var, at ein brint­ støð kom til Føroyar, høvdu vit bein­an­vegin bílagt bilar heim. Tað er ikki neyðugt, at brintstøðir koma á hvørt horn í Føroyum beinanvegin, men kanska nakrar heilt fáar at byrja við. Framleiðslan av bilunum er tó ógvuliga lág í løtuni, so tað hevði kanska verið talan um 3-4 bilar, sum vit fingu hendavegin at byrja við, sigur Sámal av Reyni. Sjálvir Mirai bilarnir hjá Toy­ ota kosta – leysliga mett, við støði í útlendskum prísum – 460.000 krónur. Teir eru altso ikki heilt ódýrir, og óan­sæð hvussu umhvørvisvinarlig­ir teir eru, høvdu tað neyvan verið nóg mik­ ið av fólki, sum høvdu ráð til ein slíkan bil, at tað veruliga fór at muna í samlaða føroyska CO2 út­ látinum. - Bilurin er frítikin avgjøld, men man kundi gjørt tað meira fíggjarliga áhugavert at ogna sær bilin við fleiri frá­drátt­um. Meir­ virðis­gjaldið og vekt­gjaldi kundu ver­ið tik­ið av, og kanska ein møgu­ leiki var at taka tunnilsgjaldið av um­hvørvisvinarligum bilum eis­ini, sig­ur Sámal av Reyni. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV Fakta Fýra løðistøðir í Føroyum Ein við kommunuskrivstovuna við Streymin. Ein í Klaksvík við Varpabrúnna Ein við SEV á landavegnum í Havn. Ein við Havnarlagið á Tvøroyri. Tríggjar eru ávegis – ávikavist í Havn, Vestmanna og á flogvøllinum. N BRINTBILAR Brintáfyllingarstøð í Danmark, sum H2 Logic hevur sett upp. Hendrik Egholm metir, at tað neyvan hevði tikið nógv meira enn 2-4 mánaðir at seta eina slíka upp í Føroyum Dømi um hvussu hydrogen kann vinnast úr avlopsorkuni, frá eitt nú sól- og vindorku um aviltan, og síðani goymast í tanga eftir trýstviðgerð Í stuttum hvussu ein brennikyknubilur framleiðir el úr brinti